Todi aftur millum málskjúttarnar

Føroyski álopsmaðurin skoraði seinna málið, tá ið FCK enn eina ferð var sannførandi og tók stórt stig fram ímóti meistaraskapinum

SUPERLIGAN

Todi Jónsson var bæði vónbrotin og fegin sunnukvøldið. Á heimasíðu síni, todi.fo, segði hann seg undan fráferðini til Esbjerg ikki vilja avskrivað, at hann fór at verða millum teir fyrstu ellivu.
Soleiðis varð tað ikki. Todi var á beinkinum, og tá ið venjarin valdi at seta meiri enn hálvskadda Morten Bisgaard inn fyri álopsspælaran Peter Møller, mundi Todi kenna tað sum vónbrot. Sjey minuttir undan leikloki slapp Todi á vøllin fyri Álvaro Santos, sum hevði verið sera eyðsýndur.
Todi var einsamallur í álopinum, og fyri fyrstu ferð síðani í september í fjør eydnaðist honum at skora. Tað gjørdi hann í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Todi var einsamallur frammi, men millum tveir verjuspælarar eydnaðist honum at skræða seg leysan og at seta bóltin framvið málverjan, ið kendi seg noyddan at leypa út.
Atburðurin hjá Toda, eftir at hann hevði skorað, bar brá av, at hann helt seg eiga meiri spælitíð uppiborna, enn hann hevur fingið í vár. Fyrst peikaði hann á bringuna á sær sjálvum, og so gav hann við báðum hondum boð um, at tað skuldi farast stillisliga fram.
Í FCK leguni vóru teir ovurfegnir, og tað var væl skiljandi. Í 12. minutti hevði Peter Møller sett hol á, eftir at hann hevði fingið frágera góða fríspæling frá Álvaro Santos. Brasilski álopsmaðurin spældi eina løtu seinni Peter Møller púra blankan, men Esbjerg málverjin hálvbjargaði. Løtu seinni var møguleikin uppaftur størri. Álvaro Santos spældi úr vinstru og eitt sindur út frá til sera arbeiðssama og dugnaliga Hjalte Bo Nørregaard, sum úr púra blankari støðu sendi høgt yvir opna málinum.
Síðsta hálva tíman trýsti Esbjerg fyri at javna. Teir vóru ellivu ímóti tíggju, tí vinstri vongverjin hjá FCK, Peter Christiansen, hevði sæð reytt, eftir at hann hevði sæð gula kortið tvær ferðir. Men Esbjerg megnaði ikki at fáa mál, og so fegnaðust teir í FCK um 2?0 málið hjá Toda Jónsson.
Útivallarsigurin ber við sær, at FCK er í fínari støðu undan tveimum teimum síðstu umførunum. Eftir fýra døgum vunnu teir á báðum kappingarneytunum. Fyrst vunnu teir 1?0 á Brøndby, og nú vunnu teir 2?0 á Esbjerg.
Næstu dagarnar skulu FCK og AaB spæla tvær ferðir í Parkini. Fyrra ferðin verður Kristi himmalferðardag, tá ið tað verður steypafinala. Sunnudagin verður landskappingardystur.

Við neyð og deyð
Eftir at Esbjerg hevur tapt tríggjar ferðir á rað, er teirra møguleiki at vinna fyrsta DM heitið síðani 1979 burtur. 13.713 áskoðarar vóru á Esbjerg stadion sunnudagin. Tað vóru fleiri, enn tað hava verið síðani í 1979.
Brøndby hongur framvegis í. Sunnudagin stóð leingi illa til. FCM skoraði í yvirtíðini í fyrra umfarinum, og teir vóru frammanfyri 1?0, inntil vanliga leiktíðin var um at vera farin. So javnaði heimaliðið á Brøndby stadion, og tá ið meiri enn fýra minuttir vóru farnir av tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, skoraði svenski Mattias Jonsson sigursmálið.
Leikliga avrikið hjá Brøndby var einki at reypa av, og Michael Laudrup og spælararnir ásannaðu, at teir høvdu verið hepnir.
Í tveimum teimum síðstu umførunum skal FCK spæla í Parkini ímóti AaB og í Farum ímóti FCN. Brøndby skal spæla í Valby ímóti Frem og á heimavølli ímóti AB. Esbjerg skal spæla í Herning ímóti FCM og á heimavølli ímóti Frem.
Kappingin um fjórða plássið øktist sunnudagin. OB megnaði bara 1?1 á heimavølli ímóti FCN, meðan AaB smurdi Herfølge av við 7?2. Nú eru OB og AaB jøvn í stigum. Í síðstu umførunum skal OB spæla í Viborg og á heimavølli ímóti Herfølge, meðan AaB aftaná vitjanina í Parkini skal spæla á heimavølli ímóti FCM.

Frem illa spert
AB er mest sum niðurflutt, men akademikararnir hava ikki givið skarvin yvir. Teir vunnu 2?0 í Viborg, og teir siga seg longu vera farnir undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Um tað so verður í bestu ella næstbestu deildini.
Frem er illa spert. Teir eru næstniðastir, og teir eiga torførar uppgávur í síðstu umførunum ? Brøndby á heimavølli og Esbjerg á útivølli. Hesa ferð tapti Frem 1?0 í Århus. Aftur hesa ferð skoraði AGF beinanvegin. Sigursmálið hevði við sær, at AGF tryggjaði sær eitt ár afturat í bestu deildini.
Hjá FCN var tað sera týdningarmikið, at teir fingu 1?1 í Odense. Um Frem skal bjarga sær undan niðurflyting, so skulu teir fara framum Herfølge, sum legði rygg til 7?2 tap í Aalborg. Herfølge skal spæla á heimavølli ímóti FCN og á útivølli ímóti OB.