Nýggi Smyril
Skipasmiðjan í Spania, sum byggir nýggja Smyril, klárar ikki at levera skipið til avtalaðu tíðina.
Tað fekk Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni at vita á fundi í Spania í farnu viku
Avtalan var, at nýggi Smyril skuldi handast Strandferðsluni tann 12. oktober.
Men á fundi við skipasmiðjuna fekk strandferðslustjórin at vita, at frá Skipasmiðjuni, at hetta megnaði hon ikki og at hon tíð hevði verið noydd at leggja eina nýggja tíðarætlan.
Nú hevur Skipasmiðjan ásett,at nýggi Smyril skal handast Strandferðsluni 30. oktober, ella 18 dagar seinni enn upprunaliga ætlað.
Men afturfyri, so væntar Kristian Daviden eisini at fáa skipið tá.
Hann sigur, at í sáttmálanum hevur Skipasmiðjan tryggjað sær, at hon hevur 30 dagar at leypa uppá, uttan at tað fær avleiðingar.
Men hevur Skipasmiðjan ikki levera skipið í seinasta lagi 12. november, skal hon betala landskassanum endurgjald.
Stjórin á Strandferðsluni er ikki heilt greiður yvir, hvussu stórt hetta endurgjaldið er, men hann veit, at talan er um milliónaupphæddir um mánaðin.
-Sostatt hevur skipasmiðjan eisini rættiligastóran áhuga í at levera skipið til tíðina, sigur hann.
Samstundis hevur Strandferðslan eisini gjørt Skipasmiðjuni greitt, hvussu stóran týdning tað hevur, at skipið verður leverað til tíðina.
Og hann sigur, at skipasmiðjan hevur eisini sett rættiliga nógva ferð á arbeiðið fyri at fáa nýggja Smyril lidnan.
- Nú er byggingin komin so langt, at nógv ymisk arbeiði kunnu verað ísenn í samband við innrætting og í samband við innleggingar av ymsum slagi.
Og nú eru tað ikki færri enn 300 fólk, sum arbeiða uppá nýggja Suðuroyarskipið. Og tey arbeiða eina stóran part av degnum, tí summi arbeiða í tveyskiftisvaktum og onnur arbeiða enntá í trýskiftisvaktum. Tað merkir at í summum førum verður arbeitt alt samdøgurið.
Og Kristan Davidsen sigur, at handverkið er sera snøgt.
-Tað verður eitt ómetaliga snotuligt og vakurt skip, vit fáa til landið, sigur hann.
Vænta ongar avleiðingar
Herfyri kom fram at spanska skipasmiðjan skuldi betala spanska landskassanum heilar fýra milliardir aftur, sum hon hevði fingið í ólógligum stuðuli.
Kristian Davidsen sigur, at hetta var ikki á skránni á fundinum fyri skipasmiðjuna, men at hann kortini loyvdi sær at nevna tað fyri teimum.
Á skipasmiðjuni váttaðu tey, at kravið var komið og at hetta var eitt krav, sum tey tóku í størsta álvara.
Spanska skipasmiðjan hevur fingið eina hoyringsfreist uppá tveir mánaðir. Tað merkir, at skipasmiðjan skal siga sína hugsan seinnapartin í juli og so verur málið viðgjørt víðari haðani.
Men tey væntaðu avgjørt ikki, at hetta fór at fáa nakrar sum helst avleiðingar fyri nýggja Smyril.
Tó fekk stjórin á Strandferðsluni onga trygd heim aftur við sær
Men nakra trygd fekk hann kortini ikki.
-Spurningurin er, hvussu verður, skuldi tað ringasta hent og skipasmiðjan fer í gjaldssteðg. Men vit hava onga um helst ábending um, at tað fer at henda.










