Fingu tosað um lagnutilburðin

Leygarmorgunin hittust teir sjey russararnir, sum komu til landið mikudagin, og meginparturin av manningini umborð á Sigurfarinum lagnunáttina tann 16.02.1982. Ein kensluborin og rørandi løta, har fólk ferðaðust 22 ár aftur í tíðina og endurlivdu óhugnaligu náttina við Flemish Cap

Klaksvík:
Í kantinuni á Kryvjing sita menn og kvinnur. Øll á ein ella annan hátt samanbundin av tilburðinum, sum fór fram í illveðrinum við Flemish Cap í februar í 1982.
Prátið gongur stillisliga fyri seg, og fólk eru ógvuliga varin. Tað er onki at ivast í, at her er talan um eina hending, sum menn hava barst fyri at leggja aftur um seg og, sum nú skal fram aftur í ljósið.
Tó letur til, at øll eru á einum máli um, at hetta bara er gott fyri øll. Ein møguleiki at fáa endað nakað, sum tá og enn tann dag í dag tykist púra óskilligt.
Tað, at so nógvir mans lótu lív, er í sjálvum sær ein sorgarleikur, men meðan menn greiða frá tilburðinum við Flemish Cap verður tað alsamt greiðari og greiðari fyri einum, hvussu meiningsleyst hetta í veruleikanum var. Og hvat fyri kenslum og minnum hesir 26 tá blaðungu menn hava gingið við øll árini.
Onkrir einkultir smálutir verða nevndir, sum eru nóg mikið til at fáa tað at renna kalt niður eftir rygginum á einum.

Vildu ikki hava hjálp
Lítið er at ivast í, at tankin, sum hevur fylt mest í teirra sinni er, at teir kundu havt bjargað so nógv fleiri av russisku manningini.
Tí tað var nevniliga soleiðis, at russararnir ikki vildu hava hjálp frá føroyingunum. Teir høvdu samband við eitt annað russiskt skip, sum var fleiri tímar frá teimum. Og tí skipinum vildu teir so bíða eftir heldur enn at fara umborð á Sigurfari. Tískil kundi føroyska manningin onki annað gera, enn at hyggja at, meðan skipið spakuliga sakk undir russisku manningini.
Ikki fyrr enn tað stóð við gronini niður í sjógvin, og umleið helmingurin var farið undir, valdu teir at leypa í ísakalda sjógvin.
Og tá var tað, at manningin á Sigurfarinum fór í holt við at hjálpa teimum upp úr sjónum, men tá var tað tíverri ov seint fyri meginpartin av russisku manningini. Einans fimm teirra vóru á lívi, tá teir vóru komnir umborð. 14 lík tók føroyska manningin eisini upp. Og seinni doyði ein av teimum fimm umborð á Sigurfarinum. Og tað var einkjan eftir tann mannin, sum var millum tey sjey í ferðalagnum.
- Hatta var púrasta óskilligt fyri okkum og so ræðuligt bert at standa og hyggja at og onki fáa gjørt. Tað ber yvirhøvur ikki til at greiða frá hesum, tað má upplivast, sigur Árni, ein av føroysku manningini, eftir at prátið hevur gingið stillisliga aftur og fram eina løtu.
Hann og Sólarn sita saman við konunum við sama borð og minnast hesa náttina. Teir siga, at teir kendu báðar russararnar aftur beinanvegin, tá teir sóu teir hendan morgunin. Og tað lat eisini til, at russararnir kendu onkran av manningini aftur.
Russiski stýrimaðurin kendi kokkin aftur beinanvegin. Og so mannin, hvørs koyggju hann svav í og fekk heit og turr klæðir frá aftaná.
Á ein ella annan hátt so er tað hugtakandi bert at sita og lurta, meðan menn sita og tosa um hetta. Hvussu eftirtíðin var og so framvegis. Og hóast alt var ein sorgarleikur, so er hendan løtan á Kryvjivirkinum ein sera lívsjáttandi løta, har tøkkin fyri lívið er í hásætinum. Sorgartár blandað saman við gleðistárum samstundis sum menn tosa um hesa ræðuligu náttina, sum hevur merkt teir fyri lívið.

Ongin kreppuhjálp
Um ein slík hending hevði farið fram í dag, so hevði skipið siglt inn og menn fingið kreppuhjálp. Ella fingið kreppuhjálp umborð. Men tað var ikki galdandi fyri 22 árum síðani.
Sólarn, Árni og hinir 24 umborð á Sigurfarinum fóru beint í fiskiskap aftur, tá eitt skip var komið eftir monnunum, sum teir høvdu tikið upp.
Deyðatøgn var millum menn í fleiri dagar eftir hendingina. Tað tók langa tíð, áðrenn samrøður vórðu førdar millum menn aftur. Og teir komu ikki aftur til Klaksvíkar fyrr enn tríggjar mánaðir seinni.
Stutt áðrenn norðoyastevnu í 1982 kom Sigurfari aftur til Klaksvíkar. Stórfingin móttøka var fyri teimum, og tað fekk døpru hendingina at fara í bakljósið eina stund. Men hóast tað so mundi hon mangan spøkja aftur hjá teimum. Og tað viðganga eisini fleiri, at hon hevur og enn ger tann dag í dag.
- Serliga um ein hoyrir um aðrar líknandi hendingar, ella sær okkurt í sjónvarpinum, so kann ein gott verða rørdur av tí. Eisini um tað er illveður, og ein er burtur, tá rennur hesin tilburðurin einum aftur í huga, greiðir Árni frá.
Teir duga ikki at greiða frá, hvussu lívið helt fram eftir tað, men tað gjørdi tað bara.

Sigurfari brann
Ein hending sum eisini fekk menn á aðrar tankar beint eftir, at teir vóru komnir heim var, at eldur kom í Sigurfari. Mánadagin eftir norðoyastevnu kom eldur í skipið, og fór tað rættuliga illa. Hetta gjørdi so samstundis tað, at støðgurin heima eftir hendan minniliga túrin, gjørdist nógv longri enn ætlað.
Men sum sagt manningin hevur ongantíð tosað nakað serligt um tilburðin við Flemish Cap síðani. Okkurt einkult dømi, har onkrir hava tilvildarliga hitst, kom tosið inn á hendingina, men ikki nakað, sum varð skipað.
Ikki fyrr enn leygardagin 15. mai 2004 - 22 ár eftir hendingina - á Kryvjivirkinum í Klaksvík, har fólk fingu tosað nøkur viðurskifti í gjøgnum og fingu vónina um, at ein endi nú kann fáast á hesum.
Minnunum fara menn helst altíð at liva við, men kanska hendan sameiningin gjørdi sítt til, at tað verður lættari framyvir. Bæði fyri russararnar og føroyingarnar.