Jákup verður kanska við

Fríggjadagin verður avgjørt, hvørt Jákup á Borg sleppur heim til Føroya, soleiðis at hann longu nú kann verða partur av HB-liðnum

Upptakt

Stóri spurningurin í HB-húsinum ? og kanska eisini longuri suðuri ? er, hvørt Jákup á Borg fer at verða á HB-liðnum leygardagin, tá B68 er á vitjan.
Sambært leigusáttmálanum, sum OB og HB gjørdu, skuldi Jákup annars vera í OB, til danska kappingin var liðug, og tað vil siga eisini hetta vikuskiftið.
Tað vildi viðført, at fyrsti dysturin hjá Jákupi vildi verið ímóti B36, og hóast hetta ljóast sum ein spennandi uppgáva, so tykjast bæði HB og Jákup at halda, at tað vildi verið skilabest, um leikarin í øllum førum fekk ein dyst á liðnum undan hesum.
Og møguleiki skuldi verið fyri hesum. Nú bert eitt umfar er eftir av donsku kappingini, hevur Jákup enn ikki fingið spælitíð á besta OB-liðnum, og tá kappingin hjá eykaliðnum er av á hesum sinni, verður kanska talan um frívikuskifti.
- Eg havi so spurt meg fyri, um tað er møguleiki at sleppa heim longu fríggjadagin, men svarið upp á hetta fái eg so ikki fyrr enn sama dag, segði Jákup, tá vit høvdu orð á hann hóskvøldið.
Í aðrar mátar tykist HB-hópurin tó at vera hampuliga væl fyri. Martin Christensen noyddist av vøllinum við skaða seinast, og hann verður neyvan tøkur. Tað verður Hans á Lag heldur ikki, eftir at hann annars var um at koma fyri seg. Verjuleikarin kom eisini á vøllin sum skiftisleikari í dystinum móti ÍF, men síðani er knæskaðin aftur farin at gera um seg, so hildið verður, at ráðiligasta í løtuni er, at steðgurin verður longdur.

Lagið í botni
Á Toftum man fótbóltslagið í løtuni ikki vera av tí besta. Enn er einki stig komið til høldar, og á útivølli móti meistaraliðnum sigur tað seg sjálvt, at talan er um trupla uppgávu.
Og líkt er eisini til, at toftamenn verða skerdir til dystin. Mikkjal Thomassen, sum var maðurin, sum skuldi lyfta arvin á miðvøllinum, keikti fótin seinast, og enn verður ikki roknað við, at hann er tøkur. Eisini Bogi Petersen hevur drigist við skaða, men tá vit frættu av Toftum seinast, varð tó roknað fyri vist, at hann verður klárur leygardagin.