Í minsta lagi sjey fólk eru deyð, og minst átta persónar særdir í skottilburði í Hamburg í gjárkvøldið. Tilburðurin fór fram í einum hølum hjá Jehova Vitnum. Tað skrivar týski miðilin Bild. Skottilburðurin [...] ðurin fór fram í býarpartinum Alsterdorf í norðara partinum av millónbýnum. Løgreglan í Hamburg skrivar á Twitter, at »skot vórðu latin av í eini kirkju á Deelböge Strasse«. – Fleiri persónar eru illa [...] i dpa. Løgreglufólk komu skjótt á staðið. Fyrst sá løgreglan deyð og særd, og síðani hoyrdu løgreglufólk eitt skot. Eitt stað hægri uppi í bygninginum fann løgreglan ein deyðan mann, sum hildin verður
Tvey indonesisk systkin, ein tíggju ára gamal drongur og ein fimm ára gomul genta, eru deyð av fuglakrími. Myndugleikarnir siga, at børnini vórðu flutt á sjúkrahús á Bali fríggjadagin. Tá høvdu tey nógvan [...] at vera vónleyst hjá læknunum at bjarga teimum, skrivar AFP. Indonesisku heilsumyndugleikarnir eru í ferð við at kanna, um tey bæði børnini høvdu havt samband við fugl.
Filmur »Omman« hjá Juliu í Kálvalíð vann áksoðaravirðislønina á Geytatiltakinum í Norðurlandahúsinum í kvøld. Filmurin er um eina ommu, sum er farin í fjøllini at liggja í tjaldi. Tá ommusynirnir koma [...] koma eftir henni aftur, síggja teir, at omman hevur drukkið nógv, og komnir inn í tjaldið síggja teir, at omman er deyð. Hvat er so til ráða at taka? Filmurin er um, hvussu teir royna at koma burtur úr knípuni [...] ikki hevur verið av Guds bestu børnum. Saman við heiðrinum at vinna áskoðaravirðislønina fekk Julia í Kálvalíð eisini 25.000 krónur frá Tórshavnar kommunu.
sjey tíðina í morgun, at ein grind varð funnin, og at hon bleiv rikin inn á Vág. - Grindin varð funnin í Vágsfirði tíggju minuttir í sjey í morgun. Ein tíma og tíggju minuttir seinni var hon deyð, sigur Jaspur [...] ið fleiri vágbingar vaknaðu til í morgun, tí ein grind hevði lagt beinini tíðliga í morgun. Talan er nevniliga um fyrstu grind, ið hevur lagt beinini í Suðuroynni, í fýra ár. Jaspur Vang, sýslumaður á
Vit verða alsamt fleiri fólk í Føroyum, og um núverandi fólkavøkstur heldur fram, so eru líkindi fyri, at fólkatalið fer upp um 50.000 í 2017. Seinasta árið er fólkatalið nevniliga voksið við 626 fólkum [...] seinastu fjúrtan árini. Tað eru tvær orsøkir til fólkavøkstur, burðaravlop, ið er munurin millum fødd og deyð, og nettotilflyting, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting. Hetta tíðarskeiðið var burðaravlopi
doyðu í eini ferðsluvanlukku í Fraklandi í morgun, tá ein lastbilur stoytti saman við einum skúlabussi. Tað skrivar NRK. Samanstoyturin hendi nærhendis býnum Rochefort í Charente-Maritime økinum í Vest [...] sigur ein persónur, ið var á staðnum, við fronsku útvarpsstøðina France Bleu. Higartil eru seks fólk deyð í vanlukkuni, meðan trý fólk hava fingið álvarsamar løstir. Franskir miðlar vænta tó, at deyðatalið [...] Vesturfraklandi. Fimtan skúlanæmingar vóru í bussinum tá lastbilurin og bussurin stoytti saman. Enn er ógreitt hví akførini stoyttu saman. - Tað vóru fleiri sjúkrabilar og sløkkiliðsmenn á staðnum. Fleiri
Brøðraskapinum skipaðu í gjár fyri stórum mótmælum í Kairo og øðrum býum í Egyptalandi. Tað var ófriðarligt, og ið hvussu er 17 fólk eru deyð í ófriðinum, sum var. Skot vórðu loyst av í Kairo, tá hundraðtals [...] forsetin situr í varðhaldi. Mótmælisgongur vóru eisini í býunum El-Arish har norðuri á Sinai-hálvoynni, har tveir politistar doyðu, og í Suez og Ismailia við Suez-veitina. Fyribils setti forsetin í landinum [...] landinum, Adli Mansour, hevur upployst yvirhúsið í tjóðartinginum, og samstundis skal hann eisini hava framt útskiftingar í landsins fregnartænastu.
av bumbuálopi á eina kaffistovu í Kirkuk í Norðurirak. Meir enn 2500 fólk eru deyð av harðskapi í Irak í ár, harav 330 bara henda mánaðin, skrivar Ritzau. Mynd: ALI AL-SAADI © Scanpix [...] Í gjárkvøldið frættist, at ein sjálvmorðsbumbuspreinging við eina sunnimuslimska mosku í iranska høvuðsstaðnum Bagdad hevur kravt 16 mannalív. - Bumban brast, tá tey biðjandi fóru úr moskuni. Lík vórðu [...] løgreglumaður av staðnum. Spreingingin hendi í Doura, har fólk fylktust saman at biðja, nú ramadan er, muslimski føstumánaðurin. Hetta vikuskiftið hevur verið eitt blóðugt í Irak. Fríggjadagin doyðu 30 fólk av
fyri sveisiska býin Luzern, og sambært løgregluni eru í minsta lagi fimm fólk deyð. Reuters skrivar, at hendingin var í einari timburverksmiðju í býnum Menznau, og at fleiri fólk vórðu uppsøgd har fyri [...] Luzerner Zeitung skrivar á heimasíðuni, at ein maður fór at skjóta inni á verksmiðjuni um níggjutíðina í morgun, og at minst fimm fólk doyðu. Tíðindastovan SDA sigur, at tyrlur hava flutt fýra særd fólk á
hevur herjað landnyrðingspartin av USA, hevur kravt í minsta lagi sjey mnnalív. Summar tíðindastovur siga, at níggju fólk eru deyð. Veðrið batnaði í gjárkvøldið, og tær tríggjar stóru floghavnirnar á New [...] flogferðslan var nógv seinkað. Á flogvøllinum í Boston var so nógvur kavi, at tað tók maskinunum fleiri tímar at rudda vøllin. Umleið 650.000 húski mistu streymin í kavaveðrinum, tí at elsteyrar brotnaðu. Illveðrið