Julia í Kálvalíð vann áskoðaravirðislønina

Filmur »Omman« hjá Juliu í Kálvalíð vann áksoðaravirðislønina á Geytatiltakinum í Norðurlandahúsinum í kvøld.

 

Filmurin er um eina ommu, sum er farin í fjøllini at liggja í tjaldi. Tá ommusynirnir koma eftir henni aftur, síggja teir, at omman hevur drukkið nógv, og komnir inn í tjaldið síggja teir, at omman er deyð.

 

Hvat er so til ráða at taka? Filmurin er um, hvussu teir royna at koma burtur úr knípuni við deyðu ommuni, sum eftir øllum at døma ikki hevur verið av Guds bestu børnum.

 

Saman við heiðrinum at vinna áskoðaravirðislønina fekk Julia í Kálvalíð eisini 25.000 krónur frá Tórshavnar kommunu.