Sera ófriðarligt í Egyptalandi

Fleiri tíggjutúsundtals viðhaldsfólk hjá Muslimska Brøðraskapinum skipaðu í gjár fyri stórum mótmælum í Kairo og øðrum býum í Egyptalandi. Tað var ófriðarligt, og ið hvussu er 17 fólk eru deyð í ófriðinum, sum var.

Skot vórðu loyst av í Kairo, tá hundraðtals Morsi-viðhaldsfólk nærkaðust høvuðsstøðini hjá trygdardeildunum, har frákoyrdi forsetin situr í varðhaldi.

Mótmælisgongur vóru eisini í býunum El-Arish har norðuri á Sinai-hálvoynni, har tveir politistar doyðu, og í Suez og Ismailia við Suez-veitina.

Fyribils setti forsetin í landinum, Adli Mansour, hevur upployst yvirhúsið í tjóðartinginum, og samstundis skal hann eisini hava framt útskiftingar í landsins fregnartænastu.