Fleiri fólk skotin í Sveis

Fleiri fólk eru skotin inni á einari verksmiðju uttan fyri sveisiska býin Luzern, og sambært løgregluni eru í minsta lagi fimm fólk deyð.

Reuters skrivar, at hendingin var í einari timburverksmiðju í býnum Menznau, og at fleiri fólk vórðu uppsøgd har fyri stuttum.

Blaðið Luzerner Zeitung skrivar á heimasíðuni, at ein maður fór at skjóta inni á verksmiðjuni um níggjutíðina í morgun, og at minst fimm fólk doyðu. Tíðindastovan SDA sigur, at tyrlur hava flutt fýra særd fólk á sjúkrahús.

Sambært Reuters eigur næstan triði hvør sveisari skotvápn, og sveisarar hava fleiri ferðir kjakast um vápnalógina, sum summi halda vera alt ov lagaliga.