Kavaódnin í USA kravdi fleiri mannalív

Tað ringa kavaveðrið, sum hevur herjað landnyrðingspartin av USA, hevur kravt í minsta lagi sjey mnnalív. Summar tíðindastovur siga, at níggju fólk eru deyð.

Veðrið batnaði í gjárkvøldið, og tær tríggjar stóru floghavnirnar á New York-leiðini, John F. Kennedy, LaGuardia og Newark, lótu uppaftur, men flogferðslan var nógv seinkað. Á flogvøllinum í Boston var so nógvur kavi, at tað tók maskinunum fleiri tímar at rudda vøllin.

Umleið 650.000 húski mistu streymin í kavaveðrinum, tí at elsteyrar brotnaðu.

Illveðrið stóðst av, at lýggj og slavin luftt frá einum djúpum lágtrýsti úti fyri strondini kom saman við køldum luftráki norðan úr Kanada.