Systkin deyð av fuglakrími

Tvey indonesisk systkin, ein tíggju ára gamal drongur og ein fimm ára gomul genta, eru deyð av fuglakrími.

Myndugleikarnir siga, at børnini vórðu flutt á sjúkrahús á Bali fríggjadagin. Tá høvdu tey nógvan fepur og sjúkueyðkenni, sum søgdu læknunum, at tey høvdu fuglakrím. Børnini versnaðu skjótt, og tað vísti seg at vera vónleyst hjá læknunum at bjarga teimum, skrivar AFP.

Indonesisku heilsumyndugleikarnir eru í ferð við at kanna, um tey bæði børnini høvdu havt samband við fugl.