sær, at fótbóltur varð spældur í so ringum veðri, sum talan hevur verið um í nátt, sigur hann seg hava havt ampa av hugsanum um, hvat hevði kunnað hent. ? Sjálvandi havi eg hugsað hesar tankar, men eg [...] ikki verið talan um ringasta veður í høvuðsstaðnum, og heldur ikki í Gundadali. Vindskaðin á Tórsvølli er ikki tryggingarmettur enn, men fólk á Tryggingarfelagnum Føroyum eru ikki í iva um, at tað fer at [...] Klokkan 6.30 gjáramorgunin fekk løgreglan í Tórshavn fráboðan um, at áskoðarapallurin eystarumegin Tórsvøll í Gundadali hevði fingið skaða í nógva vindinum tórsnáttina. Løgreglan fór á staðið beinanvegin
politiska undirtøka – heldur ikki um ein onnur samgonga kemur framat. Tað sama er galdandi fyri teirra uppskot um at seta forboð fyri at lýsa við sølu av kjøti. Fólk kunnu droyma um slíkt, men hatta er ov langt [...] avgreidd. Elsa og Tráin eru bæði fyrrverandi forfólk í Unga Tjóðveldi, og um tey vilja hoyra hvat teirra egni flokkur hevur sagt um meg, løgmann og vindmyllulundirnar, so kunnu tey fara inn á heimasíðuna [...] Fyri summi snýr veðurlagspolitikkur seg um signalpolitikk, har stóri spurningurin er, hvussu nógv uppskot eru samtykt í løgtinginum. Fyri onnur snýr tað seg um, hvørji verulig framstig eru hend á økinum
og heilsufrøðingar eru saman um at taka útbúgingina og saman um at hjálpa úti í skúlunum kring landið. – Framyvir fara vit at kunna bjóða øllum børnum, har foreldur eru farin hvør til sítt, holla hjálp gjøgnum [...] skilnað millum foreldur, hava møguleika at tosa saman um møguligar avbjóðingar. Børn og ung hava brúk fyri at vita, at tey eru ikki einsamøll, um tey stríðast í gerandisdegnum ella við kenslur. Tá ið foreldur [...] skúlanum, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landstýrismaður í barna og útbúgvingarmálum, ið eisini fegnast um, at MEA – Húsið fyri familjumenning, hevur tikið stig til at bjóða hesa útbúgvingina í Føroyum. – Mítt
Mentamálum, fer ein av komandi døgunum at leggja fram uppskot um broytingar í løgtingslóg um fólkaskúlan. Av tí at freistin at fram uppskot er farin, hevur hann fingið 17 tingfólk at skriva undir uppá, at hann [...] sambært § 60 um fyriskipanir til tess at fremja gott skil í skúlunum og umsjón við næmingunum í skúlatíðini ger skúlastýrið ítøkiligar atferðarreglur fyri tann einstaka skúlan og reglur um umsjónina við [...] skjýtur hann hesar broytingar upp: Í § 45 verða aftaná stk. 2 sum nýggj stk. 3 – 6 sett inn: ”Stk. 3. Um so er, at næmingur ikki heldur skúlans reglur, skal skúlaleiðarin seta tiltøk í verk.” ”Stk. 4. Næmingar
atkvøðurnar. Talan var tá um fyrsta stríðsvalið, sum Fótbóltssambandið hevði havt yvirhøvur, síðani tað varð stovnað í 1979. Men bara tvey ár seinni tykist talan aftur skula gerast um stríðsval. Aftur stríðsval [...] Fráboðanin segðist koma óvæntað á fundarluttakararnar. Eg havi hugsað um mína støðu í langa tíð, og tá ið tú fært slíkar tankar um at gevast, sum eg havi havt í vetur, so er best at steðga. Uppgávan sum [...] sessur fyri framman Nú tykist tað sum um, at tað ikki hevur tikið so langa tíð at løða battaríini aftur, skilst. Longu sama kvøldið, sum Birgir útbrendur var farin úr formanssessinum í Havnar Bóltfelag
ein suðuroyarætlan, sum minnir mest um nýggju klæði keisarans ?ein Hovs(a)-loysn fyri miðnámsskúlan í Suðuroynni, sum setir kílar í heldur enn savnar suðuroyingar um felagsloysnir ?framvegis ongar einskiljingar [...] umaftur. Og nú fyrsti tingfundur í nýggja árinum er farin afturum, er bert eittans mál borið niðan í tingið frá landsstýrinum, eitt ríkislógartilmæli um altjóða revsidómstól. Ikki kann sigast, at stóra, [...] hjarta. At Løgtingið undantikið 2 mál hevði reint borð um ársskiftið, og at bert eitt mál er lagt fram eftir ársskiftið, kundi givið eina ábending um, at fleiri av ætlaðu málunum hava tungt við at finna
spurningur um, hvat politisk semja fæst um. Hann ætlar nú at seta ein arbeiðsbólk at lýsa teir ymsu møguleikarnar fyri, hvussu Strandferðsln kann skipast. Men eitt, sum nógv hevur verið tosað um, er at flyta [...] soleiðis sum nógv hevur verið tosað um? Skal Strandferðslan verða eitt alment partafelag? Ella skal hon rætt og slætt halda fram óbroytt? Allir møguleikar standa opnir og um nakrar mánaðir verður góða gamla [...] verið ein rættiliga stórur fyrimunur. Kortini ásannar Jacob Vestergaard, at alt veldst um, hvat politisk semja fæst um. - Men í øllum førum halda eg, at nú stjóraskifti skal vera, er tað eisini rætta løtan
Tórshavnar Kommunu gjørt nýtt uppskot um útstykking, og varð hetta lagt fyri bygdarfólkið á borgarafundinum, sum býráðið skipaði fyri úti í Nólsoy í gjárkvøldið. Talan er um tíggju vanlig grundstykkir, sum eru [...] ungfólk stutt sagt vóru farin aðrastaðni at seta búgv, tí tey tímdu ikki at bíða meiri. Annars var upplýst, at í minsta lagi tvey pør standa á bíðilista, og hesi vildu vita, um tey kundu vænta nakað í [...] leiðir. Tað var Michael Viderø, iði greiddi frá ætlanunum um útstykkingina og hann segði, at tað væntandi verður klárt hjá fólki at seta spakan í um ársskiftið.
sera avgjørd, tá tað um fiskivinnuna á sjógvi og landi snýr seg, at tosa um kappingarførið, marknaðarkreftir og fría kapping og onki ilt at siga um tað, MEN, hví tosa vit ikki um tað sama, tá tað hevur [...] kring okkum um allan heim so er tað eftirhondini so bíligt at seta seg í eitt flogfar, at ein næstan fær pening goldnan afturfyri. Dømi um ferðakostnaðir Eg kann her geva nøkur fá dømi um prísstøði og [...] sínámillum príslegu, sum síðani verður góðkend av vinnumálaráðnum. Er hetta ikki við at verða ein farin tíð? Hví ikki geva øllum ferðandi til og úr Føroyum sama møguleikan at ferðast bíliga til á sama hátt
haldi ikki tað ber til at siga, at bygdin er farin í tvey, tí partarnar ikki eru komnir ásamt um samstarv. Jón Tyril er rættiliga avgjørdur, tá vit spyrja hann um tað ikki er óheppið, at gøtubygd er klovna [...] vil G! Festivalurin ikki ganga teimum á møti. Togtoganin millum partarnar snýr seg fyrst og fremst um matsøluna, ið vanliga kastar nógvan pening av sær. Hvørgin partur ynskir at geva seg, tí inntøkan av [...] eitt undirskot á góðar 150.000 krónur, meðan GÍ hevði eitt fitt yvirskot, og henda gongd má venda, um tað skal verða G! Festivalinum lív lagað. -Inntøkurnar av matsøluni hava týdning fyri, at G! Festivalurin