Stór útstykking klár í Nólsoy

Nýhugsan við møguleika fyri randarhúsum liggur í kortunum í sambandi við nýggja stóra útstykking í Nólsoy

Tað bleiv lagdur stórur dentur á, at tað hevði skund at fáa ætlaðu útstykkingina avgreidda, so fólk kunnu seta spakan í sum skjótast.

Málið hevur ligið leingi á láni, og tað munnu vera eini tjúgu ár í minsta lagi, síðani eitt kommunalt grundstykki var til keyps í Nólsoy. Bygdarráðið, sum sat undan samanleggingini, hevði annnars gjørt arbeiðið við útstykking av níggju grundstykkjum so gott sum liðugt, men eftir at samanleggingin varð veruleiki, er málið staðgað meiri ella minni upp.

Men nú hevur so umsitingin hjá Tórshavnar Kommunu gjørt nýtt uppskot um útstykking, og varð hetta lagt fyri bygdarfólkið á borgarafundinum, sum býráðið skipaði fyri úti í Nólsoy í gjárkvøldið.

Talan er um tíggju vanlig grundstykkir, sum eru millum 400 og 500 fermetrar. Vegur til útstykkingina er gjørdur, men enn vantar tó at seta upp gøtuljós, umframt kloakering og vatnleiðing, sum eisini skal leggjast í vegin. Hinvegin verður ikki mett serliga neyðugt við gongubreyt, tí hóast tað er vanligt og kravt til útstykkingar aðrastaðni í kommununi, so er tað hóast alt Nólsoy, talan er um her.

 

Rímiligari prísir

Við í uppskotinum er eisini gjørdur møguleiki fyri randarhúsum, og hetta er nýhugsan úti í Nólsoy. Gamaní eru nakrar gamlar samanbygdar lonir í bygdini, men beinleiðis rað- ella randarhús er ikki roynt fyrr.

Hetta verður tikið við sum ein møguleiki, tí enn er ikki nøkur kanning gjørd av, um áhugi yvirhøvur er fyri slíkum húsum.

Men tey eru so tikin við í ætlanina, og innteknað í skitsuverkætlanina eru tíggju raðhús løgd á ogn hjá kommununi, umframt fýra onnur, sum eru teknað á jarðarteig, sum Føroya Jarðarráð eigur. Hesi grundstykki eru 260 fermetrar hvørt.

Upplýst var á fundinum, at vanligur prísur fyri grundstykkir í kommununi er 6.000 krónur fermeturin, men hetta verður ógvuliga trupult at krevja úti í Nólsoy, tí tað hevði merkt ein prís millum 200.000 og 300.000 krónur. Roknað verður við, at prísurin í staðin fer at liggja um helvtina av hesum, ella áleið 150.000 krónur.

Fundarfólkið legði annars stóran dent á, at tað var alneyðugt, at skjótt verður borið at nú, tí bíða hevur verið alt ov leingi eftir møguleikanum at seta búgv í oynni. Víst var á fleiri dømir, har ungfólk stutt sagt vóru farin aðrastaðni at seta búgv, tí tey tímdu ikki at bíða meiri.

Annars var upplýst, at í minsta lagi tvey pør standa á bíðilista, og hesi vildu vita, um tey kundu vænta nakað í bræði, ella tey skuldu søkja aðrar leiðir.

Tað var Michael Viderø, iði greiddi frá ætlanunum um útstykkingina og hann segði, at tað væntandi verður klárt hjá fólki at seta spakan í um ársskiftið.