Stjórin fær meiri vald

Ætlanin er, at skúlastjórar og leiðarar skulu hava størri heimildir til at loysa mál við truplum næmingum.

Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í Mentamálum, fer ein av komandi døgunum at leggja fram uppskot um broytingar í løgtingslóg um fólkaskúlan. Av tí at freistin at fram uppskot er farin, hevur hann fingið 17 tingfólk at skriva undir uppá, at hann kortini kann leggja tað fyri tingið, áðrenn farið verður summarfrí.

Nýggjar heimildir
Millum broytingarnar, sum landsstýrismaðurin skjýtur upp, eru nakrar broytingar viðvíkjandi heimildunum hjá skúlastjórum at vísa næmingum burtur.
Til § 1, nr. 20, skjýtur hann hesar broytingar upp:
Í § 45 verða aftaná stk. 2 sum nýggj stk. 3 – 6 sett inn:
”Stk. 3. Um so er, at næmingur ikki heldur skúlans reglur, skal skúlaleiðarin seta tiltøk í verk.”
”Stk. 4. Næmingar, ið hava atferðar-, tilknýtis- og trivnaðartrupulleikar, kunnu eftir avgerð skúlaleiðarans verða fluttir í aðrar skúlar í kommununi ella í annað undirvísingartilboð.”
”Stk. 5. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um, hvørji tiltøk skúlaleiðarin skal seta í verk sbrt. stk. 3, og hvørji atlit, sum kunnu geva grundarlag fyri avgerð hjá skúlaleiðaranum at flyta næming í aðrar skúlar, sbrt. stk. 4.”
”Stk. 6. Landsstýrismanninum verður heimilað at seta á stovn serligan skúla fyri næmingar við atferðar-, tilknýtis- og trivnaðartrupulleikum, ið ikki á annan hátt kunnu fáa nøktandi undirvísing í fólkaskúlanum.”

Viðmerkingarnar
Í viðmerkingunum til lógvarbroytingarnar stendur soleiðis:
§ 45, stk. 3
Í skúlanum skulu verða skipað viðurskifti, so at allir næmingar skulu trívast og kenna seg tryggar í skúlans arbeiði og umhvørvi. Við støði í reglum sambært § 60 um fyriskipanir til tess at fremja gott skil í skúlunum og umsjón við næmingunum í skúlatíðini ger skúlastýrið ítøkiligar atferðarreglur fyri tann einstaka skúlan og reglur um umsjónina við næmingunum í skúlatíðini.

Skúlin skal skipa so fyri, at allir næmingar kenna reglur skúlans viðvíkjandi atferð, atburði og fyriliti fyri øðrum. Eisini verður dentur lagdur á álvaran at halda reglur skúlans, so at allir næmingar virða sosiala felagsskapin í skúlanum. Um næmingur ikki megnar at fylgja reglum skúlans, setur skúlaleiðarin tiltøk í verk.
Stk. 4
Næmingur, ið hóast fyrisetta mannagongd og átøk skúlans, framhaldandi ikki virðir atferðarreglur skúlans, kann verða fluttur í annan skúla ella annað undirvísingartilboð. Tað er skúlans leiðsla, sum tekur hesa avgerð.
Stk. 5
Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um tey tiltøk, sum skúlaleiðarin setur í verk sbrt. stk. 3., og hvørji viðurskifti kunnu vera grundarlag fyri at flyta næming í annan skúla ella í annað undirvísingartilboð.
Stk. 6
Heimilað verður landsstýrismanninum at seta á stovn serligan skúla fyri næmingar, ið hava atferðar-, tilknýtis- ella trivnaðartrupulleikar.
Undirvísingin verður grundað á bæði fakliga og sosiala menning. Dentur verður lagdur á, at næmingarnir í eitt tíðarskeið frá 3 mánaðum til tvey ár fáa eitt serligt undirvísingartilboð, sum skal gera teir førar fyri aftur at kunna luttaka í undirvísingini í fólkaskúlanum og fylgja sosialu reglunum í einum vanligum skúlaflokki.