Strandferðslan leggjast undir luppin

Skal Smyril Line yvirtaka siglingina hjá Smyrli og Teistanum? Skal umsitingin hjá Strandferðsluni flytast til Suðuroyar? Allir møguleikar standa opnir, nú Jacob Vestergaard er farin at endurskoða Strandferðsluna

Strandferðsla
 

Skal Smyril Line ella okkurt annað felag yvirtaka siglingina hjá skipunum hjá Strandferðsluni? Skal umsitingin hjá Strandferðsluni flytast til Suðuroyar, soleiðis sum nógv hevur verið tosað um? Skal Strandferðslan verða eitt alment partafelag? Ella skal hon rætt og slætt halda fram óbroytt?
Allir møguleikar standa opnir og um nakrar mánaðir verður góða gamla Strandferðslan kanska ikki til at kenna aftur.
Í øllum førum er Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, farin at endurskoða bygnaðin í Strandferðsluni, allan sum hann er.
- Stjórin hevur sagt upp og eg haldi, at tað er rætt at brúka eitt høvi sum hetta til at seta kikaran á Strandferðsuna og kanna eftir um vit skulu gera nakrar broytingar, sigur hann.
Hann vísir á, at Strandferðslan er rættiliga nógv broytt seinastu árini og tvær stórar farleiðir eru burturdotnar. Tí heldur hann, at tað rætt at kanna møguleikan fyri at tillaga bygnaðin til tær nýggju tíðirnar.
Hann sigur, at av tí sama verður ikki lýst eftir nýggjum stjóra til Strandferðsluna fyribils, til politisk greiða er fingin á, hvussu stovnurin skal skipast í  framtíðini.
Tá ið Kristian Davidsen fer frá, skal sostatt ein fyribils stjóri setast til greiða er fingin á, hvussu Strandferðslan skal skipast framyvir.
Men tá ið Jacob Vestergaard sigur, at allir møguleikar standa opnir, meinar hann veruliga ,at allir møguleikar standa opnir.
- Men sjálvandi skal ein politisk semja til og hvussu Strandferðslan fer at síggja út í framtíðini, er sjálvandi ein spurningur um, hvat politisk semja fæst um.
Hann ætlar nú at seta ein arbeiðsbólk at lýsa teir ymsu møguleikarnar fyri, hvussu Strandferðsln kann skipast.
Men eitt, sum nógv hevur verið tosað um, er at flyta umsitingina til Suðuroyar.
Tað kann verða ein møguleiki, tí í grundregluni kann ein slík umsiting verða allastaðni.
Ein annar møguleiki er at leggja Strandferðsluna í eitt alment partafelag. 
Men landsstýrismaðurin dylir ikki fyri, at ráddi hann einsamallur, hevði hann onki havt ímóti at siglingin hjá Strandferðsluni varð einskild.
- Reiðaravirksemi eru føroyingar vanir við, so tað skuldi ikki  verið nakar trupulleiki, sigur hann.
Og har kundi Smyril Line verið eitt gott boð upp á eitt felag, sum kundi yvirtikið siglingina, men tað kundi eisini verið onnur feløg, eitt nú Thor í Hósvík, ella uppaftur onnur.
- Á Smyril Line eru tey eru von at flyta ferðafólk og tey eru von at hava tænastuvirksemi bæði umborð á skipum og á landi.
- Fingu vit tær røttu avtalurnar við eitt privat felag, kundi tað tí verið ein rættiliga stórur fyrimunur.
Kortini ásannar Jacob Vestergaard, at alt veldst um, hvat politisk semja fæst um.
- Men í øllum førum halda eg, at nú stjóraskifti skal vera, er tað eisini rætta løtan at stegða á og kanna teir møguleikar, sum eru, sigur Jacob Vestergaard