Fría kappingin ? marknaðarkreftirnar ráða ?? ? Flogferðslan eftirbátur

   

Johan Dahl
løgtingsmaður
????????????

Vit eru altíð sera avgjørd, tá tað um fiskivinnuna á sjógvi og landi snýr seg, at tosa um kappingarførið, marknaðarkreftir og fría kapping og onki ilt at siga um tað, MEN, hví tosa vit ikki um tað sama, tá tað hevur við loftferðslu at gera?
Hyggja vit kring okkum um allan heim so er tað eftirhondini so bíligt at seta seg í eitt flogfar, at ein næstan fær pening goldnan afturfyri.

Dømi um ferðakostnaðir
Eg kann her geva nøkur fá dømi um prísstøði og viðmerkjast skal, at flestu av hesum flogleiðum hava somu flúgvitíð sum Keypmannahavn - Føroyar, tó er 50 min longri at flúgva til Keflavíkar.

Keypmannahavn - Keflavík uml. 860 kr. hvønn vegin
Keypmannahavn - London uml. 495 kr. hvønn vegin
Keypmannahavn- Amsterdam uml. 395 kr. hvønn vegin
Keypmannahavn - Brussel uml. 325 kr. hvønn vegin
Keypmannahavn - St. Petersburguml. 825 kr. hvønn vegin
Tann fría kappingin?
Á Føroyaleiðini hava vit eina meir ella minni kartell-líknandi monopolstøðu, har flogfeløgini, sum hava konsessiónina, avtala sínámillum príslegu, sum síðani verður góðkend av vinnumálaráðnum.
Er hetta ikki við at verða ein farin tíð?
Hví ikki geva øllum ferðandi til og úr Føroyum sama møguleikan at ferðast bíliga til á sama hátt sum restin av heiminum ger tað og latað fríu kappingina ráða?
Hvat er tað fyri "serstøða", sum vit eru í, tá vit skulu gjalda fleirfalt tað sum onnur ferðandi gjalda fyri stórt sæð somu flúgvi-teinar í londunum rundanum okkum ?
Tá ið marknaðarkreftirnar ikki fáa loyvi at virka, - hvar er tá tann fría kappingin kann ein spyrja?

Kartellavtalur og bøtir
Hyggja vit t.d. at, hvat hendi viðv. avtalaðum prísum millum SAS og Mærsk Air á ávísum leiðum í Europa fyri nøkrum árum síðani, so fingu hesi bæði feløg stórar bøtur frá ES - minnist meg rætt so vóru tær í fleiri 100 millióna krónurs klassanum, fyri at hava gjørt slíkar ólógligar avtalur, ið høvdu við sær, at marknaðarkrefturnar vórðu settar út av spælinum fyri egnan vinnning skuld.
Hjá okkum er hetta eyð-sýnt í fínasta lagi ??
Tað er í lagið at avtala prísir millum flogfeløgini!
Vóru vit ein partur av ES, høvdu vit ivaleyst fingið aðra bók í at lisið hesum viðvíkjandi.
Kappingar- og ánaraviðurskiftini mugu normaliserast
Tað eigur at verða gjørt nakað ítøkiligt fyri at normalisera kappingarviðurskiftini á Føroyaleiðini og mugu vit tí gera upp við okkum sjálvi, um vit vilja hava eitt/tvey - av ferðafólkunum subsidieraði flogfeløg (eg sigi subsidierað tí vit gjalda ein yvirprís fyri hvønn einasta ferðaseðil) í mong ár framyvir, ella vilja vit hava eitt/ tvey flogfeløg sum kappast á jøvnum føti framyvir?
Okkara egna almenna flogfelag eigur at standa á egnum beinum og blíva einskilt í nærmastu framtíð.
Politiskt eigur hetta mál at verða tikið upp í komandi tingsetu.