Klokkan 6.30 gjáramorgunin fekk løgreglan í Tórshavn fráboðan um, at áskoðarapallurin eystarumegin Tórsvøll í Gundadali hevði fingið skaða í nógva vindinum tórsnáttina.
Løgreglan fór á staðið beinanvegin, og samstundis vóru boðini send víðari niðan á brandstøðina við Oyggjarvegin. Klokkan 6.33 var varaleiðarin á brandstøðini á staðnum, og hann fór beinanvegin undir at savna saman og festa leysar plátur. Hann bað um at fáa nakrar mans afturat, og klokkan 7 var annar sløkkiliðsbilurin í Gundadali.
Áskoðarapláss koppað
Sum heild hevur áskoðarapallurin ikki fingið so stóran skaða, men oman av Hálsi sær skaðin ógvusligur út. Ovasta stólaraðið við fleiri enn 200 stólum og betongelementini, hesir sessir eru festir á, eru koppað afturav. Allaraftast á hetta raðið vóru festar 3 metrar høgar plátur við lýsingum, og hetta uml. 300 fermetra stóra »lýsingarseglið« er farið sama veg sum sitiplássini.
Tey, sum hava ábyrgdina av, at Tórsvøllur longu er tikin í nýtslu, hava eftir øllum at døma verið vís í, at tyngdin á elementunum, sum liggja ófest niður á trappuátøku betongrovini, er nóg mikið at halda sessunum á pláss; men so varð ikki?
Ov illa útroknað
Poul Michelsen, formaður í grunninum Tórsvølli og undangongumaður í vallarbyggingini viðgongur, at teir eftir øllum at døma hava undirmett týdningin av tí stóra lýsingarraðnum í erva á áskoðarapallinu, ið eftir øllum at døma er ein av orsøkunum til stóra skaðan.
? Tilsamans viga tey koppaðu elementini eini 40 tons, men vit noy-ast at staðfesta, at tey hava verið ov løtt til at vera liggjandi undir slíkum umstøðum, sigur Poul Michelsen.
Verður hugt at stólarøðunum, sum farin eru; og serliga teimum sum eru næst svimjihøllini, ber væl til at ímynda sær, at fólkaskaði hevði kunna staðist av, hendi skaðin undir dysti.
Hóast formaðurin í grunninum Tórsvølli ikki hevði kunnað ímynda sær, at fótbóltur varð spældur í so ringum veðri, sum talan hevur verið um í nátt, sigur hann seg hava havt ampa av hugsanum um, hvat hevði kunnað hent.
? Sjálvandi havi eg hugsað hesar tankar, men eg kann ikki gera annað enn gita, at hetta er ov tilvildarliga gjørt, og kanska eisini ov illa útroknað, sigur Poul Michelsen.
Ikki ringasta veður
Tá Sosialurin fyrrapartin í gjár var og skoðaði skaðarnar á nýggja landsleikvøllinum, lá útsynningurin enn tráður, og sambært veðurstøðini í býnum var í roynd og veru meiri vindur um hálvgum tíggutíðina gjáramorgun, enn tá skaðin hendi á Tórsvølli fyrr á morgni.
Klokkan 5 máldu teir á veðurstøðini á Hálsi einar 26 m/s í hvirlunum, so hóast nógvan vind, hevur ikki verið talan um ringasta veður í høvuðsstaðnum, og heldur ikki í Gundadali.
Vindskaðin á Tórsvølli er ikki tryggingarmettur enn, men fólk á Tryggingarfelagnum Føroyum eru ikki í iva um, at tað fer at kosta; kanska serliga um neyðugt verður at kanna, hvussu betongrovini hava tað eftir ta hørðu viðferðina, partar av áskoðarapallinum fingu í nátt.










