Birgir bjóðar Óla av

Nógv bendir á, at talan enn einaferð verður um stríðsval í FSF. Fráfarandi HB-formaðurin, sum fyri tveimum døgum síðani segði seg vera útbrendan í sessinum sum HB-formaður, bjóðar nú Óla Holm av í dysti um formanssessin í Fótbólts-sambandinum

Hálvan annan mánað lá føroyski fótbóltsheimurin at kalla í andaleypi, tá formansval seinast var á skránni.
Uttan at fara í smálutir kunnu vit í dag staðfesta, at tað ta ferðina tók tríggjar aðalfundir og seks vikur, áðrenn feløgini endaliga kundu staðfesta, hvør nýggi formaðurin í FSF skuldi verða.
Endin var tó, at valið stóð millum Óla Holm og Christian Andreasen, og var tað vágbingurin, sum tá fekk flestu atkvøðurnar.
Talan var tá um fyrsta stríðsvalið, sum Fótbóltssambandið hevði havt yvirhøvur, síðani tað varð stovnað í 1979. Men bara tvey ár seinni tykist talan aftur skula gerast um stríðsval.

Aftur stríðsval
Leygardagin 18. hevur Fótbóltssambandið aðalfund, og tá stendur Óli Holm fyri valið, og líkt er til, at feløgini sleppa at velja ímillum hann og eitt annað valevni.
Tað er í øllum førum greitt, at tað verður arbeitt hart við at stilla mótvalevni upp móti Óla Holm.
Sosialurin hevur frá fleiri keldum fingið váttan fyri, at Birgir Enghamar í vikuni hevur verið í samband við flestu av fótbóltsfeløgunum í landinum. Hetta hevur hann verið fyri at kanna eftir, um feløgini eru sinnað at stuðla honum sum kandidati til formanspostin.

Login kyknaði aftur
Fram til týskvøldið var Birgir Enghamar annars formaður í HB. Hendan sessin hevði hann røkt í fimm ár, men á aðalfundinum týskvøldið boðaði hann frá, at hann ikki tók við afturvali. Fráboðanin segðist koma óvæntað á fundarluttakararnar.
 Eg havi hugsað um mína støðu í langa tíð, og tá ið tú fært slíkar tankar um at gevast, sum eg havi havt í vetur, so er best at steðga. Uppgávan sum formaður er sera strævin, og nú eri eg útbrendur í hesum leiklutinum, segði Birgir Enghamar við Sosialin í mikudagsútgávuni.

Nýggjur sessur fyri framman
Nú tykist tað sum um, at tað ikki hevur tikið so langa tíð at løða battaríini aftur, skilst. Longu sama kvøldið, sum Birgir útbrendur var farin úr formanssessinum í Havnar Bóltfelag, setti hann seg í samband við fleiri av hinum fótbóltsfeløgunum. Ørindini vóru at kanna, um tey vóru sinnað at stuðla honum í royndini at gerast formaður í Fótbóltssambandinum.
Hvat úrslitið hevur verið av hesi rundferðini, ber tað ikki til at siga nakað um enn. Frá fleiri teirra, sum HB formaðurin hevur havt samband við, verður upplýst, at nú fyrrverandi HB-formaðurin hevur givið til kennar, at hann verður stuðlaður av fleiri av feløgunum í høvuðsstaðnum og av flestu feløgunum í Eysturoy.

Eisini nevndarval
Aðalfundurin hjá FSF verður leygardagin 18. februar. Uppskot til formans- og nevndarval skula verða sett fram í seinasta lagi tíggju dagar undan fundardegnum. Tað vil siga, at 9. februar er seinasta freist at boða FSF-skrivstovuni frá møguligum uppskotum til formann og nevndarlimir.
Tað eru feløgini, ið eru limir í FSF, sum kunnu skjóta valevni upp til formansvalið.