upptøkum, og har eru fólk, sum ganga mær til handa, og eru ógvuliga beinasom at heita á. Serliga nógv geri eg burturúr at finna raðfylgjuna í tí, sum skal vera innihaldið í sendingini. Eitt nú byrji eg ikki [...] var eg eisini, tí eg vil hava sendingina so breiða sum til ber. Bæði ung og gomul skulu fáa gleði av sendingini, eisini fólk, sum annars siga, at tey ikki hava skil fyri kórsangi, sigur Gunnvør Poulsen, sum [...] onkuntíð, og nógv dáma serliga væl. Tað er sendingin » Á Sanganna Veingjum» hjá Gunnvør Poulsen, sum nú í samfull trý ár - bæði summar og vetur - hevur verið á skránni hvørt mikukvøld Hóast røddin er vælkend
opið 14 dagar aftaná, har fólk hava møguleika at síggja og keypa listaverk. Marianna er kortini altíð tøk, og fólk kunnu ringja til hennara. Er hon ikki heima, eru onnur fólk, sum taka yvir. Skráin yvir [...] munurin í tínum núverandi starvi og tí gamla? - Mítt samskifti við fólk er sjálvandi øðrvísi, og eg havi ikki samband við so nógv fólk, sum tá eg hevði nógvar næmingar. Kortini er samskiftið, sum eg havi [...] og sansa. Tað havi eg eisini lært innan sjúkrarøktina. Tosa vit listarætningar ella "ismurnar", eitt nú um expressionismu og impressionismu, sum gevur listini úttrykk og inntrykk, so ganga hesi hugtøkini
Adressan er skeiv. Tað eru ikki bilarnir, men førararnir, ið skulu plomberast! Utopi Í fyrsta lagi er tað utopi at tosa um at plombera bilar nú. Sjálvt um viljin er til staðar, kann hetta ikki gjøgnumførast [...] minstakrav, nú løgreglan verður yvirtikin. Eitt annað mál eru fotofellurnar. Tað ber ikki til ár eftir ár at skjóta seg undir, at tað ikki eru ráð at keypa eitt ella fleiri fototól. Vit mugu og skulu hava hesi [...] hesi, vit skulu hava eina asins rúgvu av fotokassum á vegunum, og um so løgreglan bara eigur tvey fototól at seta í kassarnar, so hjálpir tað, um fólk ongantíð vita, hvørjum kassum tólini standa í. Effektin
við jarðarferðir - alt frá byrjan til enda. - Okkara uppgáva er at hjálpa teimum, sum hava mist, eitt nú við at taka avgerðir um, hvussu tey ynskja, at jarðarferðin verður, soleiðis at hon verður virðilig [...] veksur kirkjugarðurin við Velbastaðvegin í Havn við kanska 600 fermetrum um árið. Í tíðum, sum hesum, nú alt snýr seg meira og meira um burðardygd, áttu vit at umhugsað at brúkt kirkjugarðsplássið betur. [...] loysn kunna finnast fyri, og eg haldi avgjørt, at hetta er eitt kjak, sum vit eiga at fara í holt við nú. Herman Eysturoy vísir á, at í øðrum londum er gravarfriður í eitt ávíst áramál, kanska eini 20-25
-Sum løgmaður og norðoyingur fegnist eg við tykkum um, at farleiðin til og av Viðareiði nú verður heilt trygg. At tit nú kunnu senda børn og ungdóm avstað við bussum og bilum og í hálku og stormi ekkaleys [...] Í fagrastu líkindum varð Viðareiðis tunnilin seinnapartin tikin í nýtslu. Nógv fólk varð samankomið Hvannasunds megin, har fyrri parturin av hátíðarhaldinum var. Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki, bjóðaði [...] Hornorkestur setti dám á hábærsligu løtuna. Ewald Kjølbro fegnaðist um, at tunnilin verður tikin í nýtslu nú og harvið næstan eitt ár frammanundan, at hann upprunaliga varð ætlaður at verða tikin í nýtslu. Tunnilin
Nú verður av álvara farið í hernað ímóti rúsevnum í Føroyum. Tað er niðurstøðan, nú Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur svarað einum spurningi frá Anniku Olsen, sum herfyri hevði sæti á Løgtingi í [...] endamálið er, at hon skal setast í verk, stigvíst, hesi næstu seks, sjey árini. Og Løgmaður sigur, at nú, síðst í mai, verður sjøtul settur á tað arbeiðið. Tað er Løgmaður, sum skal samskipa ætlanina og hava [...] tilmælini verða sett í verk í samsvari við avgerðirnar hjá stýrisbólkinum. Løgmaður sigur, at nú, síðst í mai, er ætlanin at hava eina almenna ráðstevnu, har ymisk evni úr heildarætlanini verða
við tað, at tað eru alt ov fá størv til útbúgvin fólk og tað er hendan trupulleika, sum vakstraravtalan skuldi bøta upp á. Ikki komið úr stað Hóast tað nú eru meiri enn tvey ár síðani, at tankin varð fostraður [...] Nú verður ein roynd gjørd afturat at gera eina menningarætlan fyri Suðuroynna. Hetta er ein ætlan, sum hevur til endamáls at sparka veruligt lív aftur í Suðuroynna. Í hesum sambandi vóru umboð fyri kommunurnar [...] og umboð fyri Innlendismálaráðið mánamorgunin at tosa um eina menningarætlan fyri Suðuroy. Tað eru nú meiri enn tvey ár síðani, at spurningurin varð reistur um at gera eina menningarætlan fyri Suðuroy
fingið liðið at blóma. Andreas Lava Olsen hevur hetta árið tikið stórar yvirskriftir, og nú tykjast spælarar sum eitt nú Sølvi Vatnhamar og Sam Jacobsen veruliga at blóma. Hjá ÍF hevur gongdin verið júst tann [...] Fótbóltur Víkingur skal leita leingi, um teir skulu finna seinasta tapið hjá liðnum. Fyrstu umførini av kappingini var tað bara aðru hvørja ferð, at nøkur úrtøka var til nýggja liðið, men spakuliga er [...] er skil komið á, og í løtuni er ikki løgið, um fólk óttast nýggju samanleggingina. Sunnudagin fekk Víkingur enntá hevnd fyri tapið móti ÍF í Sarpugerði í næsta umfarinum. Eitt tap, sum uttan iva smakkaði
siga hvør sítt um framtíðina hjá familjudeildini. So vit sóknast nú eftir einum svari um, hvør ætlanin veruliga er. Hvat sigur samgongan? Fólk verða uppsøgd, serkunnleikin – sum vit í so mongum førum sakna [...] sáttmálunum hjá øllum feløgunum sum vara av starvsfólkunum skilst, at starvsfólkini og yrkisfeløgini skulu verða hoyrd í slíkum málum. Á hvønn hátt eru starvsfólk og yrkisfeløg hoyrd í hesum máli? Heldur [...] ilboði heldur enn dagtilboði, vit hava enn ikki hoyrt grundgevingarnar fyri, hví samdøgurstilboðið nú brádliga ikki er eitt gott hugskot. Mín fatan er, at hetta er eitt av fáu tilboðunum vit hava í Føroyum
ørandi upphæddir eru bestu dømi um, at skomm er ikki skapt í teimum, sum skulu eitast at leiða landið ígjøgnum kreppuna. Og nú vit tosa um skúlar, so hevur Tórshavnar kommuna síðstu árini gjørt ítøkiligar [...] tosa landsstýris- og løgtingsmenn um, hvussu álvarslig fíggjarliga og búskaparliga støðan er, og eitt nú sleingja teir um seg við tølum um, hvussu stórt hallið fer at verða og hvussu illa tað fer at standa [...] 109 milliónir krónur í láni til fígging av nýggjum skúla á Argjum. Ikki til hol í jørðina Tá hetta nú verður vent á høvdið og gjørt til ein stóran trupulleika, mást tú veruliga klóra tær í nakkanum, tí