Gravarhjálpin, sum Herman Eysturoy eigur og rekur, tekur sær av øllum uppgávum í samband við jarðarferðir - alt frá byrjan til enda. - Okkara uppgáva er at hjálpa teimum, sum hava mist, eitt nú við at taka avgerðir um, hvussu tey ynskja, at jarðarferðin verður, soleiðis at hon verður virðilig og viðkomandi fyri júst tann persónin, sum er farin.
Eitt, sum leingi hevur upptikið Herman Eysturoy, er, at kommunalu myndugleikarnir ikki í størri mun hugsa um endurnýtslu av lendinum, tá ræður um kirkjugarðar.
Sum er, veksur kirkjugarðurin við Velbastaðvegin í Havn við kanska 600 fermetrum um árið. Í tíðum, sum hesum, nú alt snýr seg meira og meira um burðardygd, áttu vit at umhugsað at brúkt kirkjugarðsplássið betur.
Herman Eysturoy vísir á, at hetta er eitt mál, sum politikarar ikki tora at nerta við, tí hetta er ikki gott valagn. Men, tað er ein veruleiki, at kirkjugarðarnir - ikki minst her í Havn - eru ein endaleys útbygging, sum hann tekur til.
- Eg haldi, at tíðin er komin, har vit í størri mun mugu seta okkum fyri at endurnýta plássið í kirkjugarðinum. Júst, hvussu hetta eigur at gerast, má ein skilagóð loysn kunna finnast fyri, og eg haldi avgjørt, at hetta er eitt kjak, sum vit eiga at fara í holt við nú.
Herman Eysturoy vísir á, at í øðrum londum er gravarfriður í eitt ávíst áramál, kanska eini 20-25 ár, og hann heldur, at vit í Føroyum kundu sett okkara egna áramál á.
- Tá tíðin so nærkast, at áramálið rennur út, eiga avvarðandi at hava høvi til at leiga gravarplássið kanska í 10 ár aftrat fyri eitt lítið gjald. Tá so tey næstu 10 árini eru farin, eigur høvi eisini at vera at leiga gravarplássið fyri eina enn longri tíð.
Herman Eysturoy heldur, at tað tó ongantíð eigur at gerast soleiðis í Føroyum, at avvarðandi skulu noyðast at lata gravarplássið frá sær, um tey annars vilja varðveita og gjalda fyri gravstaðin.
- Høvdu vit havt eina tílíka skipan, hevði tað í øllum førum verið ein byrjan. Við teirri gongd, sum nú er, veksur kirkjugarðurin við Velbastaðvegin, sum árini ganga, langt út í Havnardal, sigur hann.
Herman Eysturoy vísir á, at fyritøkan hjá honum sendir eini fimm lík í miðal til Danmarkar til kremering um árið, og síðan kemur øskan upp aftur til Føroya í einari leiðurkrukku, sum at enda upploysist í jørðini.
##med2##
- Vit fáa ongantíð eitt krematorium í Føroyum, tí til tess eru Føroyar ov smáar til, at tað kann loysa seg. Tá lík verða send til kremeringar, er tað ofta soleiðis, at fólk ynsktu tað sjálvi – ella høvdu borið ynskini fram fyri avvarðandi.
Herman Eysturoy vísir á, at tað kostar nakað av senda lík av landinum til kremeringar, men fyri kommununa er tað ein góð loysn, tí tað sparir kommununi fyri gravarpláss og soleiðis í longdini eisini fyri størri útbyggingar.
- Tað kostar jú kommunum pening at byggja kirkjugarðarnar út. Tí kundi kommunan saktans eisini stuðlað kremering og harvið spart gravarpláss, leggur Herman Eysturoy, sum eigur og rekur gravarhjálp, aftrat.
##med3##