Kunnu vit fáa eina frágreiðing?

Vit hava nú hoyrt so nógv ymiskt um framtíðina hjá Familjudeildini – úr nógvum sjónarhornum. Hvat sigur landsstýriskvinnan og samgongan?

Vit hava hoyrt fleiri ymiskar ætlanir um, hvør framtíðin hjá Familjudeildini er. Tí hesar spurningar til landsstýriskvinnuna í Almannamálum.

Hvørvur samdøgurstilboðið?

Hevur landsstýriskvinnan umhugsað uppskotið hjá verandi starvsfólkum á Familjudeildini, um at víðka verandi tilboð til eisini at verða dagtilboð?

Hvussu ætlar landsstýriskvinnan at fyribyrgja, at serkunnleikin sum starvsfólkini á Familjudeildini á Barnaheiminum hava bygt upp síðani 2002 hvørvur?

Sambært sáttmálunum hjá øllum feløgunum sum vara av starvsfólkunum skilst, at starvsfólkini og yrkisfeløgini skulu verða hoyrd í slíkum málum. Á hvønn hátt eru starvsfólk og yrkisfeløg hoyrd í hesum máli?

Heldur landsstýriskvinnan at framferðarhátturin hevur verið í lagi í mun til starvsfólk, brúkarar og viðskiftafólk?

Endamálið við Familjudeildini er at kanna foreldraførleikan hjá smábarnafamiljum.

Familjudeildin lat upp í 2002, tí tørvur var á samdøgurstilboði heldur enn dagtilboði, vit hava enn ikki hoyrt grundgevingarnar fyri, hví samdøgurstilboðið nú brádliga ikki er eitt gott hugskot.

Mín fatan er, at hetta er eitt av fáu tilboðunum vit hava í Føroyum har talan er um fyribyrgjandi arbeiði. Tað er ikki at skilja, hví taðer fyribyrgjandi arbeiðið sum verður burturspart. Vit vita øll, at tað kann gerast dýrt at spara á fyribyrgingarpartinum. Um rætt ikki verið borið at, meðan tíð er, kunnu familjurnar – fyri ikki at siga børnini - fáa enn størri trupulleikar og hava tørv á nógv meiri hjálp seinni. Tørv sum er væl dyrari enn familjudeildin.

Fyrst fingu vit boð um at Familjudeildin skuldi niðurleggjast, síðani segði landsstýriskvinnan í almannamálum at soleiðis var ikki.

Sum skilst hava mannagongdirnar í samband við at sleppa inn á Familjudeildina verið ov stirvnar viðhvørt og Familjudeildin hevur staðið tóm av og á. Starvsfólkini hava fyri fleiri mánaðum síðani gjørt uppskot um, hvussu virksemið kann gerast meiri víttfevnandi.

Vit hava í miðlunum hoyrt landsstýriskvinnuna og stjóran á almannastovuni siga hvør sítt um framtíðina hjá familjudeildini. So vit sóknast nú eftir einum svari um, hvør ætlanin veruliga er.

 

Hvat sigur samgongan?

Fólk verða uppsøgd, serkunnleikin – sum vit í so mongum førum sakna í Føroyum – hvørvur. Yrkisfeløgini siga at revolvarapolitikkur verður nýttur. Ikki eitt kis hoyrist frá samgonguni? Samtykkja tit? Taka tit undir við framferðarháttinum? Ella skammast tit?

Stjórin á almannastovuni metir ikki, at tørvur er á einum samdøgurtilboði, men fakfólk sum vísa familjum til Familjudeildina eru ósamd.

 

Framferðarhátturin

Ætli ikki at látast, sum eg eri serføðingur í hesum máli ella sum heild í familjuøkinum– tí tað eri eg so langt ífrá! Men, sum málið er lýst júst nú, er fatan mín, at her er ikki borið serliga væl at: Nøkur starvsfólk eru uppsøgd, hini kenna ikki setanartreytir ella starvsinnihald sítt framyvir, yrkisfeløgini kenna seg hildin fyri spott og siga seg ikki vera hoyrd í málinum, viðskiftafólk eru kanska noydd at senda familjur av landinum – og serkunnleikin fer fyri skeyti. Her ruggar ikki rætt!

Í mun til starvsfólkini er ikki trupult at hugsa sær alla ta vitan tey hava ognað sær hesi árini. Ímyndið tykkum, royndirnar tey hava fingið, sparringina tey hava havt, bøkurnar tey hava lisið, skeið og útbúgvingar tey hava fingið til júst hetta økið. Sólarklárt er, at vit hava tørv á hesi vitan og at hon skal virðast! Hon fer nú í allar ættir!

Tí spyrji eg: Kunnu vit fáa eina frágreiðing?