Nú verður ein roynd gjørd afturat at gera eina menningarætlan fyri Suðuroynna.
Hetta er ein ætlan, sum hevur til endamáls at sparka veruligt lív aftur í Suðuroynna.
Í hesum sambandi vóru umboð fyri kommunurnar í Suðuroy í Tinganesi á fundi við løgmann og umboð fyri Innlendismálaráðið mánamorgunin at tosa um eina menningarætlan fyri Suðuroy.
Tað eru nú meiri enn tvey ár síðani, at spurningurin varð reistur um at gera eina menningarætlan fyri Suðuroy.
Hetta arbeiðið skuldi skipast sum ein beinleiðis vakstraravtala fyri Suðuroynni, har allir partar, eisini landið og kommunurnar, beinleiðis bundu seg til at seta nøkur tiltøk í verk.
Ætlanin var, at Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur og Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, skuldi gera eina umfatandi kanning fyri at vita, hvørjar vinnugreinar, tað kundi verið hóskandi at sett í verk í Suðuroy og so skuldi allir partar binda seg til at stuðla ætlanini.
Fyribils er mett, at tað fer at kosta einar 50 milliónir at seta eina slíka ætlan í verk og tað síðsta, sum hevur ligið í kortunum er, at landið skal játta 40 milliónir tilsamans tey næstu fimm árini og kommununar skulu játta 10 milliónir.
Summi hava hildið, at tað er ikki so átrokandi við eini ætlan fyri Suðuroy, tí har er óvmikið av arbeiði.
Hinvegin hava aðrir ført fram, at hóast nóg mikið er av arbeiði, hevur oyggin ein stóran bygnaðarligan trupulleika við tað, at tað eru alt ov fá størv til útbúgvin fólk og tað er hendan trupulleika, sum vakstraravtalan skuldi bøta upp á.
Ikki komið úr stað
Hóast tað nú eru meiri enn tvey ár síðani, at tankin varð fostraður, er arbeiðið ikki komin nakran veg yvirhøvur enn, tí tað er langt síðani, at steðgur kom í. Sostatt er onki hent í málinum í langa tíð.
Tí verður roynt einaferð enn at fáa gongd aftur á málið og í hesum sambandi var fundur í Tinganesi síðsta mánadag ímillum tær ymsu kommunurnar í Suðuroy og Løgmann umboð fyri Innlendismálaráðið, og har Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur eisini var til staðar.
Á fundinum greiddu allir partar frá málinum. Kommunurnar greiddu frá sínum sjónarmiði og samfelagsfrøðingurin greiddi frá, hvat liggur í eini slíkari vakstraravtalu.
- Á fundinum varð ongin niðurstøða gjørd og vit fingu ongi lyfti heim aftur við okkum. Hinvegin varð semja um, at løgmaður skal nú tosað við landsstýrið og kanna eftir, hvat kann spyrjast burturúr, sigur Eli Frederiksen, borgarstjóri í Porkeri, sum hevur verið talsmaður hjá kommununum í Suðuroy í hesum máli.
Sjálvur er hann sera væl nøgdur við fundin.
- Hetta vísir, at málið er ikki deytt, men at tað verður arbeitt við tí og eg haldi eisini, at tað var gott fyri málið at fáa umboð fyri samgonguna á tal, leggur hann afturat.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá løgmanni áðrenn blaðið fór til prentingar.
Frá vinstru á myndini eru tað Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, Eli Frederiksen, borgarstjóri í Porkeri, Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovi, Niclas Hentze, borgartstjóri í Sumba, sum heilsar upp á løgmann, Kirstin Strøm Bech borgarstjóri í Vági og Levi Niclasen, borgarstjóri í Hvalba.
Les eisini greinina: Samgongan skal umrøða vakstrarætlan fyri Suðuroy