11-11. 52: Nú eru vit ávegis í síðstu og avgerandi løtuna í dystinum. Neistin hevur munin, tí at støðan er 11-10 til Neistan. 49: Tað kann venda skjótt í hondbólti. Nú er tað Kyndil, sum er á odda 10-9 [...] nur eru tó komnar á máltalvuna, tí at nú er støðan 8-8. 40: Støðan er tann sama - 7-6 til Kyndil! 35: Í skrivandi løtu verður ein triða finala spæld í morgin. Kyndil hevur nevniliga lagt seg á odda 7-6 [...] Framvegis eru málini fá. Eftir 20 minuttir eru átta mál komin og støðan er 4-4. 12: Júst sum gongdin hevur verið í landskappingardystunum ímillum Neistan og Kyndil í hesum kappingarárinum, so eru málini
halda røðu her á Norðoyastevnu í dag. Vit, sum eru komin saman í tí fræga veðrinum í dag, koma frá so ymiskum umstøðum. Tit, sum eru ung og børn, hava enn lívið framman fyri tykkum. Vit, sum eru um miðan aldur [...] hjá okkum. Eitt eiga vit tó til felags: Vit, sum borin eru í hendan heim, hava øll fingið lívið í gávu. Vit hava eisini fingið í gávu at sleppa at liva á heimsins besta staði. Hvar vit enn fara ? nær ella [...] lívsroyndum, eiga kanska nøkur ár eftir, har vit kunnu geva av tí, sum lívið hevur lært okkum. Onkur hevur sagt, at tað eru bara tey gomlu, sum eru klók; tey eru vorðin klók av sínum lívsroyndum, sum ikki
okkara siðmentan á alnótini. Tað er alt ov galið, at vit føroyingar skulu noyðast at hava verjuskip og skjóttgangandi politibátar rundanum okkum, meðan vit fara í grindadráp, umframt politistar á sandinum. Latið [...] okkum á alnótini og verbalu hóttanirnar ímóti okkum og okkara børnum fer allarhelst at halda áfram, og tað fáa vit ikki gjørt so nógv við, men vit fáa syrgt fyri, at Sea Shepherd ikki fær sett fótin á føroyska [...] Men tað er als ikki neyðugt, at fráboðanarskyldan í samband við grind skal umfata ferðafólk, ið eru komin til okkara vakra land at ferðast. Mær vitandi hevur ongantíð verið nakar trupulleiki her í landinum
Hoyvíkingar eru enn tað nærmasta, vit koma »runners up«, nú landskappingin hjá monnunum er komin í helvt og hugt verður at, hvørji lið liggja væl fyri at kunna spæla FM-finalur. Gamaní, hevur H71 spælt [...] Kyndli framvegis á aftasta plássi, sum ikki plagdi at vera vanliga plássið hjá teimum grønu úr høvuðsstaðnum. Fýra stig fyri nú ellivu dystir, er heldur ikki tað stóra, men hinvegin eru ikki meira enn trý [...] trý stig upp til næstu liðini, sum eru Team Klaksvík og StÍF, umframt fýra stig upp til VÍF. Ofta verður sagt, at alt kann henda í einum grannadysti, men sjálvt um hoyvíkingar vóru komnir oman til Havnar
staðfest, at fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks. ? Leggja vit fyrst á skeiva kós, er tað vónleyst at rætta skútuna aftur. Standa vit um 10 ár og eru komin til ta niðurstøðu, at tað var skeivt at geva leyst at [...] um á skipunum, tí tað gevur bæði smiðjum, trolvirkjum, radiomekanikarum, arbeiðsfólki á landi o.s.fr., o.s.fr., arbeiði. ? Tað avleidda virksemið er nógv og tað er ongin ivi um, at fiskiskipini eru eitt [...] Suðuroy avreiða í Suðuroynni, eitt nú til uppboðssøluna í Vági, og so kunnu virki aðrastaðni keypa fiskin haðani. Hann vísir eisini á, at skipini leggja stóran dent á at avreiða har, manningin er frá, tí
rødd og leggur hondina á bringuna og búkin. Bardagi ímóti tí konservativa Nú er tónleikurin hjá Russ Taff rættiliga lívligur, og føroyingar hava møguliga tað orð á sær, at vit eru heldur konservativir, [...] Stórur fagnaður var millum gospel áhugaðar føroyingar ta ferðina, og vit vænta tað sama hesuferð. Vit hittu Russ Taff hósmorgunin í Loungini á Hafnia til eina samrøðu um tónleik, tað andaliga og kristindóm. [...] mannin. Harumframt framførdi hann á Gøtusandi á G!festivalinum síðsta summar. - oh my lord ja, tað er heilt einfalt grundarlagið undir mínum tónleiki, svarar Taff, tá vit spyrja hann, hvønn týdning átrúnaður
ímillum, men fólk eru sum heild nøgd við tað virksemi, sum verið hevur. Á Suðurís í Hvalba arbeiða eini 50-60 fólk, tá ið mest er at gera. Meginparturin av fiskinum, sum arbeiddur verður á virkinum, er upsi [...] í bili. Í dag eru tríggir trolarar heimahoyrandi í Hvalba, Niels Pauli, Steintór og trolarin, Sjagaklettur, sum er keyptur úr Íslandi og er á sínum fyrsta túri. Fleiri mans úr økinum eru við Mýlingi og [...] varð royndarkoyrt við nýggju eigarunum. Meginparturin av útbúnaðinum á virkinum er nýggjur, og serliga eftir nýggjár er framleiðslan komin upp at koyra. Í Hvalba siga tey, at fiskaarbeiði hevur verið rættiliga
samdøgrið frá Phuket, og nú eru tær eisini farnar at senda myndir av foreldraleysum børnum. Hetta verður gjørt fyri at royna at finna familju aftur, tí enn eru nógv, ið ikki eru komin aftur í aftur. - Ensku [...] norðuri. Sjálvan morgunin flóðaldan herjaði, var Rógvi sjálvur ikki á fótum. Men tá hann vaknaði, uppdagaði hann, at fleiri myndir hingu skeivt á vegginum, og onkur lítil vasi var koppaður. Óváttaðar keldur vilja [...] til 3,5 á Richter stiganum. Sjokkið av - Flóðaldan er tað einasta, fólk tosa um her. Eg haldi tó, at stórt sæð, so er tað ringasta sjokkið hæsað av, og gerandisdagurin byrjar so smátt aftur nú, greiðir
Tjørnuvík. Har var nevniliga onki at seta fingur á. Seinast vóru vit á Oyri, ið hevði so nógv órudd at bjóða uppá, at bygdin fekk alla opnuna. Í dag er túrurin komin til nakrar av teimu síðstu bygdunum í Sunda [...] ómetaliga illa til í øðrum oyggjalondum, sum eru á listanum hjá blaðnum. Tað var í øllum førum ikki torført at fáa eyga á óruddið ígjøgnum myndatól okkara. Føroyar eru naknar og opnar, og tí sæst óruddið her [...] eigarans rokning. Eisini í dag lata vit myndirnar tala, og tað halda vit fram við. Í feriutíðini nú í juli mánaða verður hetta eina ferð um vikuna, men í august fara vit aftur at gera hetta fleiri ferðir
beinini á jørðini, og er væl skúlaður í FC Midtjylland. Umframt at vera ein góður verjuspælari, er hann eisini ein góður fótbóltsspælari, sum er bæði kvikur og góður á bóltinum. Og hann kemur inn á eitt pláss [...] pláss, har vit hava verið eitt sindur sárbærir, segði Kim Engstrøm tá. Hann beit seg beinanvegin fastan á liðið, og spældi teir fyrstu fýra dystirnar frá byrjan. Í fimta umfari sat hann uttanfyri vegna [...] álvarsligur, at hann ikki var at síggja aftur á vøllinum fyrr enn 4. september. Hóast hann spældi aftur vikuna eftir, hevur tað víst seg, at hann ikki er komin heilt yvir skaðan. Og tá útlitini fyri at hann