Sum 11. september

- Fólk sita klistrað til sjónvarpskermin allan dagin fyri at frætta tíðindi um ógvusligu flóðalduna. Men nú haldi eg, at tað ringasta sjokkið er av, sigur føroyingurin Rógvi Borðoy, sum er staddur í Chiang Mai í Norðurteilandi

Føroyingurin, Rógvi Borðoy, er staddur í býnum Chiang Mai í Norðurteilandi í sambandi við útbúgvingina. Sjálvt um Chiang Mai liggur langt vekk frá Phuket, so hevur ræðuliga flóðaldan eisini merkt íbúgvararnar har norðuri.
Sjálvan morgunin flóðaldan herjaði, var Rógvi sjálvur ikki á fótum. Men tá hann vaknaði, uppdagaði hann, at fleiri myndir hingu skeivt á vegginum, og onkur lítil vasi var koppaður. Óváttaðar keldur vilja vera við, at heilt har norðuri var skjálvtin mátaður til 3,5 á Richter stiganum.

Sjokkið av
- Flóðaldan er tað einasta, fólk tosa um her. Eg haldi tó, at stórt sæð, so er tað ringasta sjokkið hæsað av, og gerandisdagurin byrjar so smátt aftur nú, greiðir Rógvi frá.
- Men fólk sita framvegis klistrað til sjónvarpsskíggjan allan dagin fyri at frætta tíðindi og nýggjastu deyðstølini. Hetta er sum 11. september var, tá øll sótu og hugdu eftir tíðindum dagin langan.
Um 1000 fólk hava latið lív í Teilandi av flóðalduni, og talið er, eins og alla aðrastaðni, alsamt vaksandi.
Teilendskar sjónvarpsrásir senda alt samdøgrið frá Phuket, og nú eru tær eisini farnar at senda myndir av foreldraleysum børnum. Hetta verður gjørt fyri at royna at finna familju aftur, tí enn eru nógv, ið ikki eru komin aftur í aftur.
- Ensku fjølmiðlarnir her eru eisini á tremur við tíðindum har niðri frá. So vanlukkan fyllir alt hesa tíðina.
Rógvi Borðoy verður í Teilandi ein mánað afturat, áðrenn hann vendir nøsina til Føroya.