Hoyvíkingar eru enn tað nærmasta, vit koma »runners up«, nú landskappingin hjá monnunum er komin í helvt og hugt verður at, hvørji lið liggja væl fyri at kunna spæla FM-finalur. Gamaní, hevur H71 spælt ein dyst meira enn KÍF og Neistin, ið liggja frammanfyri, men hevur hinvegin bara tvey stig færri enn Neistin. So her er ein møguleiki, hoyvíkingar í løtuni síggja út til at fara eftir.
Hinvegin er manningin hjá Kyndli framvegis á aftasta plássi, sum ikki plagdi at vera vanliga plássið hjá teimum grønu úr høvuðsstaðnum. Fýra stig fyri nú ellivu dystir, er heldur ikki tað stóra, men hinvegin eru ikki meira enn trý stig upp til næstu liðini, sum eru Team Klaksvík og StÍF, umframt fýra stig upp til VÍF.
Ofta verður sagt, at alt kann henda í einum grannadysti, men sjálvt um hoyvíkingar vóru komnir oman til Havnar at spæla í gjár, so hendi ikki alt í hesum dystinum. Í fyrra hálvleiki fekk Kyndil fylgt so nøkulunda við, men beinanvegin í seinna hálvleiki setti H71 trumf á og fór avstað.
Ungar manningar
Kyndil hevur frammanundan eitt rættiliga ungt lið, so spurningurin er, hvussu nógv fólk vænta sær av teimum grønu í vetur. Men kanska vónirnar vóru um okkurt í gjár, nú H71 somuleiðis møtti upp við einum sera ungum liði. Tað vísti seg bara, at teir ungu úr Hoyvík vóru nógv ídnari og løgdu meira fyri, og teir eginleikarnar sást ikki nógv til hjá Kyndli hesa ferð.
Alt sá út til at ganga sum eftir ánni hjá H71, og tað hildu spælararnir helst sjálvir eisini, tí tað sá út til, at teir ímóti endanum høvdu hug til at taka sær í so nógv av løttum, tá Kyndil ta einum løtuna fekk minkað um munin niður í trý mál, men bara ikki hevði tíð og orku at fáa meira burturúr.
Fyrst og fremst var tað í verjupartinum, at H71 fekk vunnið sær hesi bæði stigini, tí menninir framman fyri Jens á Skipagøtu í málinum stríddust væl og fingu tikið broddin av einum álopi fyri og øðrum eftir hjá Kyndli. Stríðsviljanum bilti einki, og tað munaði eisini, tá samanumkom.
Sum sagt, ger H71 vart við seg heilt har frammi, og spennandi verður at síggja, hvussu langt hoyvíkingar kunnu fara við hesi manningini í vetur. Og sjálvt um støðan hjá Kyndli ikki sær líka spennandi út, er avbjóðingin avgjørt har, og tá liðini omanfyri ikki eru so langt burturi, kann alt møguligt henda, tí enn er kappingin bara hálvrunnin.
hilmarjan@sosialurin.fo
Kyndil: Ludvík Súnason 6, Torvald Abrahamsen 4, Regin Fossaberg 4, Hans Arni Thomsen 3, Julian Johansen 2, Miroslav Vladkov 2, Andrias Sólsker 1
H71: Blagoje Buha 8, Dánjal Tórgarð 5, Bogdan Florea 3, Hallur Biskopstø 2, Bogi G. Davidsen 2, Høgni Djurhuus 2, Hans Kári Hansen 2, Rúni V. Højgaard 1, Ári J. Olsen 1