Suðurís styrkt rávørugrundarlag

Nýggi trolarin hjá hvalbingum, Sjagaklettur, hevði 800 kassar sunnudagin

Fiskivinna

Hvalba: Tað er út við hálvt ár síðan, at flakavirkið, Suðurís í Hvalba, varð royndarkoyrt við nýggju eigarunum. Meginparturin av útbúnaðinum á virkinum er nýggjur, og serliga eftir nýggjár er framleiðslan komin upp at koyra.
Í Hvalba siga tey, at fiskaarbeiði hevur verið rættiliga støðugt meginpartin av hesum árinum. Onkur dagur fer burtur ímillum, men fólk eru sum heild nøgd við tað virksemi, sum verið hevur.
Á Suðurís í Hvalba arbeiða eini 50-60 fólk, tá ið mest er at gera.
Meginparturin av fiskinum, sum arbeiddur verður á virkinum, er upsi, men nakað er eisini av kongafiski og hvítum fiski.
Hvalba er góðkend landingarhavn, og tí kemur meginparturin av fiskinum uppí Hvalba. Men virkið keypir eisini fisk aðrastaðni úr oynni og norðanfjørðs. Hesin fiskurin kemur í bili.
Í dag eru tríggir trolarar heimahoyrandi í Hvalba, Niels Pauli, Steintór og trolarin, Sjagaklettur, sum er keyptur úr Íslandi og er á sínum fyrsta túri.
Fleiri mans úr økinum eru við Mýlingi og Bresti, og hesi skipini leggja eisini nógvar lastir upp í Hvalba.
- Men alt veldst um prísin, ið vit kunnu lata, tí skipini selja, har mest fæst fyri fiskin, siga tey á virkinum.
Í Hvalba vistu tey at siga, at Sjagaklettur helst kemur inn at landa í vikuni; sunnudagin høvdu teir 800 kassar.
Mánadagin var eingin landing í Hvalba, og minni var at gera á virkinum. Nøkur fólk vóru til arbeiðis, og tey høvdu vónir um, at meira verður at gera, sum vikan líður.