Neistafólk, sum høvdu sett dagin av til hondbóltsferð til Klaksvíkar og so út á Skála, hava eitt sett av gullkrónum við sær aftur til høvuðsstaðin.
Menninir hjá Neistanum hava fyri løtu síðan tryggjað sær FM heitið. Tað gjørdu teir við at vinna 23-21 í høllini á Skála ímóti StÍF. Høllin var proppfull av eldhugaðum áskoðarum hjá báðum pørtum.
Neistin vann fyrstu finaluna Skírisdag 21-20 í høllini á Nabb, og harvið er Neistin føroyameistari.
Hetta er sætta FM heitið hjá Neistamonnunum, og hetta er fyrsta ferðin síðani 2000, at menninir hjá Neistanum eru meistarar.
Spælandi venjari hjá Neistanum er Ingi Olsen. Áki Mørk, sum leingi hevur verið skaddur, var toppskjútti í dag.
Oddmar Rasmussen, liðformaður, hevur júst nú tikið ímóti FM steypinum, sum Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, handaði vinnaranum av Atlantic Airways kappingini.
Kappingarárið hjá strandingum royndist ikki, sum teir høvdu vónað. Teir taptu steypafinaluna ímóti Kyndli, og nú taptu teir FM finaluna ímóti Neistanum.