Fiskirættindi og økismenning
? Kemur fiskivinnupolitikkurin fyrst inn á skeiva kós, verður tað ómøguligt at venda við. Tí er tað neyðugt at kanna støðuna væl og virðiliga, áðrenn kósin verður stungin út í kortið.
Tað heldur Bogi Mortensen, ið var formaður í økismenningarnevndini, sum herfyri handaði landsstýrinum eitt drúgt álit um støðuna og framtíðarútlitini hjá teimum ymsu økjunum í landinum.
Og nú Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, hevur gjørt eina frágreiðing um, hvussu hann heldur, at fiskivinnupolitikkurin skal vera, hevur hann lagt stóran dent á, at reiðarar skulu hava so fríar ræsur sum gjørligt at keypa og selja fiskiloyvi.
Eftir hansara áskoðan, fer tað at føra við sær, at flotin fer at laga seg til tað tilfeingi sum er, og tað fer sostatt eisini at bøta munandi um rakstrarúrslitið hjá flotanum, tí tað fara at vera færri skip og tískil meiri fiskur til hvørt skipið.
Hesum er Bogi Mortensen ikki treytaleyst samdur í.
?Tað er onki at ivast í, at fiskiloyvi hava havt, og framvegis hava stóran týdning fyri útjaðaran í Føroyum.
Hann heldur, at tað er ringt at hugsa sær, hvar Suðuroyggin hevði verið í dag, um hon ikki hevði havt tað fiskivinnu, hon hevur havt.
? Hetta hevur ikki bara týdning fyri sjálva fiskivinnuna. Men tað elvir somuleiðis eisini til nógv annað virksemið, at skip koma til eitt pláss at avreiða. Tað fylgir nógv annað virksemi ið kjalarvørrinum á skipunum, tí tað gevur bæði smiðjum, trolvirkjum, radiomekanikarum, arbeiðsfólki á landi o.s.fr., o.s.fr., arbeiði.
? Tað avleidda virksemið er nógv og tað er ongin ivi um, at fiskiskipini eru eitt veldugt íkast til tey ymsu lokalsamfeløgini í Føroyum.
Bogi Mortensen sigur, at tað vísir seg, at skipini aloftast koma inn har tey hoyra heima, at avreiða, um tað yvirhøvur ber til.
?Skip úr Suðuroy avreiða í Suðuroynni, eitt nú til uppboðssøluna í Vági, og so kunnu virki aðrastaðni keypa fiskin haðani.
Hann vísir eisini á, at skipini leggja stóran dent á at avreiða har, manningin er frá, tí tað gevur teimum eina løtu eyka heima.
? Eitt nú er samferðslan til og úr Suðuroynni so vánalig, at skulu skip úr Suðuroy avreiða aðrastaðni, er stórur møguleiki fyri, at manningin ikki sleppur heim, fyrrenn seint um kvøldið og noyðist avstað aftur tíðliga morgunin eftir.
Vandi fyri miðsavning
Bogi Mortensen ivast ikki í, at fáa reiðarar fríar ræsur at keypa og selja fiskiloyvi, fer tað at økja um vandan fyri at fiskiloyvini verða miðsavnað.
?Vit mugu síggja í eyguni, at kapitalurin er miðsavnaður. Tí er eisini vandi fyri, at fiskirættindini verða miðsavnað.
Tí heldur hann, at tað hevur stóran týdning, at vit gera okkum púra greitt, um hetta er tað rætta.
Og hann heldur, at fyri at finna útav tí, mugu nógv fleiri kanningar gerast um støðuna, enn tað eru gjørdar higartil
? Tað er ikki nóg mikið at taka fiskiflotan burturúr heildini og viðgera hann fyri seg sjálvan. Tað er ikki sagt, at tað, sum er tað besta fyri teir einstøku reiðararnar, eisini er tað besta fyri samfelagið, sum heild.
?Tí er tað sera neyðugt, at vit viðgera fiskivinnuna útfrá einum samfelagsligum sjónarmiði og ikki bara útfrá einum ísoleraðum, vinnuligum sjónarmiði.
Tað skerst ikki burtur, at bæði fiskivinnufrøðingar og búskaparfrøðingar hava mælt til, at reiðarar fáa fríar ræsur at keypa og selja kvotur.
?Men eg haldi eisini, at teir hava viðgjørt málið útfrá einum isoleraðum, vinnuligum sjónarhorni. Men eg haldi, at tað skal meiri til fyri at taka tað røttu avgerina. Tað er neyðugt at seta fiskivinnuna í ein samfelagsligan samanhang og tá kann tað væl henda, at myndin sær øðrvísi út.
Hann vil ikki við hesum siga, at hann heldur, at fiskiloyvi skulu býtast út á økir.
? Men eg haldi avgjørt, at tað er neyðugt at viðgera fiskivinnuna, sum er okkara høvuðsvinna, útfrá einum samfelagsligum sjónarmiði. Og í tí sambandi skulu eisini vinnulig og økismenningarlig atlit takast.
Og tað heldur hann, hevur avgerandi týdning at gera, áðrenn avgerandi stig verða tikin - ikki minst tá ið tað eisini er staðfest, at fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks.
? Leggja vit fyrst á skeiva kós, er tað vónleyst at rætta skútuna aftur. Standa vit um 10 ár og eru komin til ta niðurstøðu, at tað var skeivt at geva leyst at keypa og selja fiskirættindi, kanska tí at øll fiskiloyvini eru miðsavna, verður tað vónleyst at venda gongdini aftur og at lóggeva fiskiloyvi út aftur á tey ymsu økini í landinum. Vit vita av royndum, at tað ber ikki til, sigur Bogi Mortensen.
? Tí heldur hann at tað er avgerandi neyðugt, at málið verður lýst út í æsir, áðrenn nøkur stig verða tikin.
? Tað er neyðugt at bygnaðurin í fiskiflotanum, sum hann er nú, verður lýstur út í æsir. Samstundis mugu nágreiniligar kanningar setast í verk av, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa fyri samfelagið, um vit fara hendavegin, ella hinvegin við fiskivinnupolitikkinum.
Hann vísir m.a. til kjakið, sum nú hevur tikið seg upp um almenna umsiting.
? Taka vit almenna umsiting burturúr heildini, og meta hana fyri seg, er tað kanska effektivast, at hon øll liggur í Havn. Men samstundis er niðurstøðan, at samfelagsliga er tað betri, at hon er spjødd út um landið. Tí eru nakrar uppgávur tiknar frá miðfyrisitingini og lagdar út til kommunurnar, og framyvir fara helst fleiri málsøki sama veg.
Vil hava betri grundgevingar
Formaðurin í Økismenningarnevndini trýr heldur ikki rættiliga uppá, at tað fer at føra til eitt so nógv betri rakstrarúrslit, um reiðarar sleppa at keypa og selja kvotur, sum teir vilja.
?Ein kanning hjá Farec hevur júst staðfest, at føroyski fiskiflotin er væl rikin afturímóti tí norska og tí íslendska fiskiflotanum.
Bogi Mortensen vísir eisini á, at tað er ongin loyna, at undirleverandørar av ymsum slag, eitt nú skipasmiðjur, og aðrir við, hava sett pening í nógv skip.
? Tað skerst ikki burtur, at tað bindur skipini í ein ávísan mun. Og tað, at skipini eru bundin at ávísum undirleverandørum, er ikki nakað, sum fremur tann besta raksturin.
Hann heldur tí, at skal tað gevast leyst at keypa og selja fiskiloyvi, skulu betri grundgevingar til, enn tað, at tað fer at føra við sær, at tá fer flotin at verða so nógv betri rikin, enn hann er nú.
Ikki ráfiskabýtið umaftur
Fyri út ímóti 20 árum síðani skuldi eitt ráfiskabýti setast í verk í Føroyum, so at hvørt øki í landinum skuldi hava rætt til eitt ávist tonsatal av fiski.
Men tað gekk ikki leingi.
Bogi Mortensen heldur, at verður niðurstøðan, at tað er rætt at leggja fiskiloyvi út á økini, kann tað á ongan hátt samanberst við ráfiskabýtið.
? Eg taki ikki undir við eini skipan sum ráfiskabýtið var, tí tað er ikki til bata fyri nakra framleiðslu, ella prís. Tá er tað øðrvísi at leggja fiskiloyvini út á økini, tí tað ávirkar ikki kappingina um fiskin á landi, tí hvør sum helst kann keypa fiskin, sigur Bogi Mortensen.