Isaksen úr Klaksvík og Tummas Pauli Olsen úr Gøtu eru hesa vikuna í Luksemborg, har teir døma í eini U19 HM-undankapping. Teir báðir altjóða dómararnir fóru úr Føroyum sunnudagin, og teir vera restina av [...] luttaka í kappingini í Luksemborg, eru Malta, Bulgaria, Danmark og vertstjóðin Luksemborg. Lassin Isaksen skal døma dystirnar millum Malta-Bulgaria og Luksemborg-Bulgaria. Tummas Pauli Olsen hevur uppgávur sum [...] hjálpardómari. Lassin Isaksen hevur fleiri ferðir í ár verið uttanlands í dómaraørindum, og hann fekk fyrr í ár fyrst A-landdyst sín. Harafturat hevur hann eisini dømt dystir millum feløg í europeiskari kapping
nýggjan línubát í Noregi, og báturin varð yvirtikin í Kristiansund í farnu viku. Nýggi Ågot er bygdur í 1970 og hevur siglt undir navninum Urvaag. Báturin er stívliga 37 metrar langur, og varð høvuðsumvældur [...] søluni av hesum báðum skipunum. Ågot fær nú nakrar smærri ábøtur og verður málaður, men línubáturin skal eftir ætlan koma til Klaksvíkar fyrst í komandi viku. [...] í 1995. Báturin fekk tá nýggj manningarrúm og er í sera góðum standi. Gamli Ågot, sum er frá 1960, verður seldur reiðarínum hjá Urvaag. Tað er skipsmeklaravirkið MARETEC á Argjum, sum hevur skipað fyri
Thomsen, Aksal Holm Norðfoss, Kristoffur Hentze og Elisabeth Rasmussen. Úr Tvøroyrar Svimjifelag eru Benthe Sikivat Andersen og Sheila millum Garðarnar, og Karina Petersen úr Fuglafjarðar Svimjifelag. Talan [...] at átta svimjarar eru úttiknir til kapping í Íslandi fyrst í juli. Hópurin telur fimm svimjarar úr Havnar Svimjifelag, tveir úr Tvøroyar Svimjifelag og ein úr Fuglafjarðar Svimjifelag. Svimjararnir úr Havnar [...] meistaraheitið, har gestasvimjarar úr fleiri londum eru boðnir vid. Kappingin fer fram í Laugardali, og svomið verður uttandura í 50 metra hyljum. Kappingin verður um vikuskiftið 5.-7. juli.
støkkur vesturum til vestan. Tað verður samdrigið og fyrst vátakavi ella regn, seinni samregn. Í nátt og fyrrapartin í morgin verður skiftandi skýloft og ælaveður við vátaslettingi ella í støðum heglingi [...] 10 m/s, ið sum frá líður minkar niður í lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Skýggjað ella sól í støðum og turt fyri tað mesta. Seint seinnapartin fer hann at vaksa um vindin til frískur vindur upp í hvassan [...] heglingi. Hitin alt samdøgrið millum frostmarkið og 5 stig, tó í kvøld lýggjari eitt skifti, upp í 7 stig.
Í dag er eitt minni ísfiskalínuskip til fiskiskap. Teir fáa mest av hýsu og toski og koma inn at landa fyrst í næstu viku. Sambært Fiskamarknaði Føroya í dag eru ikki onnur ísfiskalínuskip til fiskiskap [...] fiskiskap, og tey eru øll í føroyskum sjógvi. Útlitini til útróður teir næstu dagarnar eru heilt hampilig í mun til árstíðina, nú tað er háveturstíð. Streymurin verður brúkiligur alla næstu viku, og veðrið [...] verður eisini hampiligt. - So, vit rokna við, at nakað verður av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski, verður lagt aftrat.
felag Føroyar leygardagin, og varð hon afturvald uttan nakað mótvalevni. Hetta merkir, at Mary Antonsdóttir, heldur fram sum forkvinna. Á aðalfundinum stóðu Marjun Jensen og Fríðhild Winther fyri vali [...] Jensen, stillaði ikki uppaftur, og vóru hesar valdar í nevndina: Fríðhild Winther, Skopun Poula Jørgensen, Vágur Sum tiltakslimir vóru hesar valdar: Anna- Lis Dam Petersen, fyrst vald Anita Dam næst vald Nevndin [...] Vilhelmsdóttir, nevndarlimur, Svenn Martinsson, nevndarlimur og Poula Jørgensen, nevndarlimur. Tiltakslimir eru : Anna-Lis Dam Petersen og Anita Dam. Nevndin skipar seg við næstformanni/kvinnu eftir páskir
Í vikuni skrivaðu Jákup Martin Kjeld og Tórbjørn Jacobsen, ávikavíst fyri Sp/F Rókina og Runavíkar kommunu, undir sáttmála um at víðka kirkjugarðin í Elduvík. Allan Norðgerð, sum starvast á teknisku deild [...] Runavíkar kommunu, hevur fyrireikað málið, og ætlandi verður kirkjugarðurin víðkaður norðureftir við 30 gravum. Sáttmálin varð undirskrivaður í skúlanum í Elduvík, og Sp/F Rókin er nú farin undir arbeiðið. [...] í Funningsfirði, og tí er kirkjugarðurin í Elduvík fevnandi fyri tær báðar bygdirnar, sum áður vóru saman í Elduvíkar kommunu. Í Runavíkar kommunu vísa tey á, at Elduvíkar kommuna fyrst í hesi øldini gjørdist
kr. játtaðar til at gera kanningar og fyrireikingar, og ætlanin er at brúka aðrar 3 milliónir í 2024. Ætlanin er, at allar fyrireikingar, projektering, verklagslóg og útbjóðing, verða gjørdar í 2024, soleiðis [...] strekkjast fyrst í 2025, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður. Tað er okkara skylda at tryggja, at fólk kunnu búgva, virka, arbeiða og ferðast í øllum landinum undir nøkulunda javnbjóðis treytum, og fyri nógv
fimm til fiskiskap í løtuni. Teir fiska tosk og hýsu og fáa eisini nakað av flatfiski. - Fýra trolbátar koma væntandi inn at landa fyrst í hesi vikuni, og hin seinasti kemur helst síðst í vikuni. Lagt [...] upsa, men fiskiskapurin er misjavnur. Av djúpvatnstolarunum eru tríggir frystitrolarar til fiskiskap, og teir eru allir á Íslandsrygginum. - Væntandi koma tveir - ella møguiga tríggir - inn at landa í vikuni [...] Lagt verður aftrat, at trý garnaskip fiska svartkalva. Skipini hava brúkiligan fiskiskap og koma øll inn at landa síðst í vikuni.
hesi vikuni, og so koma hini inn at landa fyrst í aðru viku. Soleiðis siga tey á Fiskamarknaði Føroya. Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at fýra eru á Íslandsrygginum. Teir fiska tosk og fáa eisini eitt [...] eitt sindur av blálongu og svartkalva. - Djúpvatnstrolararnir hava smáligan fiskiskap, og allir koma inn at landa síðst í hesi vikuni. Í løtuni liggja allir teir smáu trolbátarnir við bryggju, men møguliga [...] fer onkur út, tá veðrið batnar. - Tvey garnaskip fiska svartkalva. Skipini hava brúkiligan fiskiskap, og bæði koma inn at landa í vikuni, verður lagt aftrat.