Klaksvíkingar fáa nýggjan Ågot

Reiðaríið Ågot í Klaksvík hevur keypt nýggjan frystilínubát úr Noregi

 

Í komandi viku kemur nýggjur frystilínubátur til Klaksvíkar. Tað er reiðaríið Ågot, sum hevur keypt nýggjan línubát í Noregi, og báturin varð yvirtikin í Kristiansund í farnu viku.

Nýggi Ågot er bygdur í 1970 og hevur siglt undir navninum Urvaag. Báturin er stívliga 37 metrar langur, og varð høvuðsumvældur í 1995. Báturin fekk tá nýggj manningarrúm og er í sera góðum standi.

Gamli Ågot, sum er frá 1960, verður seldur reiðarínum hjá Urvaag.

Tað er skipsmeklaravirkið MARETEC á Argjum, sum hevur skipað fyri søluni av hesum báðum skipunum.

Ågot fær nú nakrar smærri ábøtur og verður málaður, men línubáturin skal eftir ætlan koma til Klaksvíkar fyrst í komandi viku.