Veðrið í dag

Mánadagur 30. januar 2023: Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin, skrivað kl 06:55 utc.

Lot til frískt lot av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, ið sum frá líður minkar niður í lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Skýggjað ella sól í støðum og turt fyri tað mesta.

 

Seint seinnapartin fer hann at vaksa um vindin til frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 8 til 15 m/s, sum í nátt støkkur vesturum til vestan.

 

Tað verður samdrigið og fyrst vátakavi ella regn, seinni samregn. Í nátt og fyrrapartin í morgin verður skiftandi skýloft og ælaveður við vátaslettingi ella í støðum heglingi. Hitin alt samdøgrið millum frostmarkið og 5 stig, tó í kvøld lýggjari eitt skifti, upp í 7 stig.