Forkvinnan afturvald uttan mótvalevni

Heilsuhjálparafelag Føroya hevði ársaðalfund leygardagin

Mary Antonsdóttir stóð fyri vali til forkvinnu á ársaðalfundinum hjá Heilsuhjálparafelag Føroyar leygardagin, og varð hon afturvald uttan nakað mótvalevni.

 

Hetta merkir, at Mary Antonsdóttir, heldur fram sum forkvinna.

 

Á aðalfundinum stóðu Marjun Jensen og Fríðhild Winther fyri vali til nevndina.

 

Marjun Jensen, stillaði ikki uppaftur, og vóru hesar valdar í nevndina:

 

Fríðhild Winther, Skopun

 

Poula Jørgensen, Vágur

 

Sum tiltakslimir vóru hesar valdar:

 

Anna- Lis Dam Petersen, fyrst vald

 

Anita Dam næst vald

 

Nevndin er hendan: Mary Antonsdóttir, forkvinna, Fríðhild Winther nevndarlimur, Ragna Vilhelmsdóttir, nevndarlimur, Svenn Martinsson, nevndarlimur og Poula Jørgensen, nevndarlimur.

 

Tiltakslimir eru: Anna-Lis Dam Petersen og Anita Dam.

 

Nevndin skipar seg við næstformanni/kvinnu eftir páskir.