Lassin Isaksen úr Klaksvík og Tummas Pauli Olsen úr Gøtu eru hesa vikuna í Luksemborg, har teir døma í eini U19 HM-undankapping.
Teir báðir altjóða dómararnir fóru úr Føroyum sunnudagin, og teir vera restina av vikuni í Luksemborg.
Londini, sum luttaka í kappingini í Luksemborg, eru Malta, Bulgaria, Danmark og vertstjóðin Luksemborg.
Lassin Isaksen skal døma dystirnar millum Malta-Bulgaria og Luksemborg-Bulgaria. Tummas Pauli Olsen hevur uppgávur sum hjálpardómari.
Lassin Isaksen hevur fleiri ferðir í ár verið uttanlands í dómaraørindum, og hann fekk fyrr í ár fyrst A-landdyst sín. Harafturat hevur hann eisini dømt dystir millum feløg í europeiskari kapping.