Ikki óvæntað er formaðurin í Streymoyar Sjálvstýrisfelag ósamdur í hesi niðurstøðu, og vísir á, at tað er hann, ið umboðar sjónarmiðini í stevniskránni hjá flokkinum, men at tað stendur verri til hjá formanninum [...] ráðandi hugsanini í Norðoyggjum. - Tað er bara harmiligt, at flokkurin skal vera farin so illa, at hann er endaður sum ein lokaldeild í Klaksvík, ið umboðar nøkur sjónarmið, ið eingin annar í landinum tekur [...] stilla upp. Tað hevur slett ikki verið upp á tal. So avgerðin er fullkomiliga irrelevant. Tað er eitt tekin um armóð, at man kemur við slíkari fráboðan. Hvat er tað gott fyri og hvørjum skal tað tæna, tá
Alskurin til sjólívið kyknaði longu í Marius í Garðastovu, tá hann sum einans átta ára gamal smádrongur fiskaði sild í Skagerakk. Og í dag er sjólívið alt tað, ið hann kennir. Tað er á heimshøvunum, at hann hevur [...] travma av hendingini. Men Marius í Garðastovu viðurkennir, at tað hevur sett síni spor. - Tað er hart upp á nógvar mátar. Verðin hjá mær er ikki tann sama sum áðrenn. Tað verður hon sjálvandi ikki, tá man er [...] nýliga vitjað hann. Enska daman Í 1980 var Marius loksins liðugur í skúlanum í heimbygdini, og kundi nú av álvara fylgja í fótasporinum hjá restini av monnunum í familjuni. Sum 16 ára gamal fekk hann sín fyrsta
Býráðslimir í Havn fingu ein rættiligan skelk, tá ið teir sóu, hvussu nógv nýggi umlættingar- og endurvenjingardepilin, sum skal byggjast í Havn, kostar. Tað viðgingu teir á býráðsfundi í gjárkvøldið, [...] eitt sindur niður, men tað skiltist eisini, tey høvdu ikki stórvegis vónir um at tað fór at eydnast at fáa nakran avsláttur, sum munar. Eldradepilin, sum skal byggjast á Rólantsgøtu í Hoyvík, kostar nevniliga [...] átrokandi mál, at tað ber ikki til at bíða til tíðirnar versna aftur, og tað kanska verður bíligari at byggja. Annars staðfesti hon samstundis, at vit hava onga trygd fyri, at tað ikki verður akkurát líka dýrt
er líka lætt sum at keypa ein plastposa at leggja vørurnar í, tá ið vit hava verið til handils, sigur formaðurin í Tjóðveldi. Hann vísir á, at tað eru bara fýra stórmál eftir at yvirtaka, tað eru uttanríkismál [...] høvi til at tala okkara sak. Tað sigur Høgni Hoydal, formaður fyri Tjóðveldið. Og hann leggur afturat, at tað er hetta, Tjóðveldi brúkar fólkatingssessin til. Í hesum døgum viðger Løgtingið eitt ógvuliga [...] Fólkatingið flytir alsamt meiri vald til ES. Men skuldi tað hent, at Tjóðveldi verður tungan á vágskálini í Fólkatinginum, hevur Tjóðveldi bara eitt krav, og tað er, at danska stjórnin viðurkennur, at avgerðin
varð onnur hálvfinalan í landkappingini avgjørd í seinasta sekundinum av longdu leiktíðini. Í báðum førum var tað Neistin, ið fór við sigrinum, og kyndilsfólk munnu halda at tað er upp á tíðina at tey [...] eins og tað var javnleikur í heilum. Hetta fer væntandi eisini at henda í kvøld á Hálsi. Allir dystirnir hava verið málfátækir og verjukendir. Eydnast tað øðrum liðnum at lata upp nakrar ferðir í álopspartinum [...] hevur spælt tveir framúr dystir í álopinum. Hjá Kyndli hevur Hjalti Mohr Jacobsen gingið undan, og spælir nakrar av sínum bestu dystum í hesum døgum. Men tað snýr seg sum altíð um, at hvør einasti leikari
tar í Føroyum, tí tað ger hann, og hann hevur havt ferðafólkaloyvi í meira enn tjúgu ár. At Strandferðslan byggir ein nýggjan eykabát í Noregi í hesum døgum hevur m.a eisi ni sín uppruna í, at tað er so [...] fleksibilitet í tænasuveitingini hjá SSL og tað fegnast vit um. At eg skal hava verið bersøgin í mínum svari um samlaða skipaflotan hjá Strandferðsluni burdi ikki fallið nøkrum fyri brósti. Tí um eg sum stjóri [...] hetta er ein skeiv endurgeving av tí, sum fyrifórst. Tað er hinvegin rætt, at Strandferðslan frá Samferðslumálaráðnum fekk ein fyrispurning ella áheitan – kalla tað hvat ein vil – um at gera eitt upplegg
men verður hetta nú framskundað. - Summi siga tað er ov hart, at tað er ov vágaligt, at tað er ov dýrt, men tað sama bleiv sagt í 1962, segði varaforsetin, sambært amerikanska miðlinum Politico, í røðuni [...] skulu amerikansk rúmdarfólk aftur seta fótin á mánan. Tað er nýggja málið hjá amerikansku stjórnini, upplýsti varaforsetin Mike Pence í einari røðu í dag. Frammanundan hevur amerikanski rúmdarstovnurin NASA [...] Ritzau tíðindastovuni setti varaforsetin eisini sum mál, at ein kvinna skal vera partur av manningini, ið setur fót á mánan um fimm ár. - Lat meg gera tað greitt. Tann fyrsta kvinnan og næsti maðurin á
tendra og sløkkja ljósið í heimi tínum á snildfonini og mangt annað. Í dag er tað nærum einans hugflogið, sum avmarkar tínar talgildu møguleikar. Tíverri eru tað ikki øll fólk, sum eru góðviljað, men heldur [...] undir nýtt samstarv um KT-trygd. Tað er landsstýrið, sum ynskir at styrkja KT-trygdina í Føroyum. Gjaldstovan, sum er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, umsitur KT-trygdina í stórum parti av almenna KT-und [...] øllum samskifti inn í landið og er tí ein virkin viðleikari í arbeiðinum at styrkja KT-trygdina. Løgreglan viðger ólóglig viðurskifti, eitt nú um roynt verður at bróta inn í KT-skipanir í Føroyum. Hesir tríggir
alla staðni í Vesturheiminum. Tað er uttan iva tí, at viðurkenningin av, at tað ikki er talan um sálarliga líðing. Í gomlum døgum varð tað at vera transkyndur mett sum ein perversión, men í dag vaksur [...] uttanlands. Tað hevur broytt seg, sigur hon. Á Ríkissjúkrahúsinum eru metnógv fólk í løtuni í hormonviðgerð við annaðhvørt kvinnuligum ella mannligum kynshormonum. Í 2013 var tað færr enn 20 sjúklingar, sum árliga [...] av monnu og kvinnum í Danmar eru í ferð við at skifta kyn. Tað váttar Center for Kønsidentitet (CKI) á ávikavist Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn og Aalborg Universitetshospital. Tað skrivar Kristeligt
skróta, tað er at høgga leyst grót undan loftinum. Harumframt at tað eru 200 metrar afturat, har tað er neyðugt at skróta rættiliga skjótt Hann sigur, at í hesum døgum arbeiðir Landsverk arbeiðir í Sumbi [...] tá ið tað er liðugt, fer Landsverk at meta um, hvørjar ábøtur tað er neyðugt at gera í Gásadalstunnilin. Hann vísir eisini á, at ljósini í Gásadalstunlinum eru í sera ringum standi og tey slókna í heilum [...] tunlinum ligið myrkur í langa tíð í vetur, tí at ljósini ikki virka. Men nú hevur hann fingið upplýst, at Gásadalstunnilin verður brúktur sum eykalutir til Kollafjarðartunnulin. Tað merkir, at tá ið ein