Bragdið í Suez-kanalini

- Eg skilti, at okkurt mátti gerast, tí støðan var rættiliga álvarsom. So vit settu ferðina upp og fingu nógva ferð gjøgnum kanalina. Ætlanin var at sigla inn í nýggja terminalin hjá okkum, men tað var vónleyst at koma inn norðanífrá. Einasti máti at sigla inn var sunnanífrá, tí svingið var ov knapt. Men vit máttu kortini royna, greiðir Marius í Garðastovu frá um náttina til 1. februar 2013, tá hol kom á Emmu Mærsk í Suez-kanalini

Alskurin til sjólívið kyknaði longu í Marius í Garðastovu, tá hann sum einans átta ára gamal smádrongur fiskaði sild í Skagerakk. Og í dag er sjólívið alt tað, ið hann kennir. Tað er á heimshøvunum, at hann hevur vunnið sítt dagliga breyð síðstu 29 árini, og tá hann er heima millum túrar, er tað á sjónum, at hann leitar sær frið. 


Og tá undirritaði eydnast at fáa fatur á vestmenninginum, er hann staddur í Kina, har hann júst hevur fingið handað nýggjasta nýbygningin hjá Mærsk.

##med2##
Seinastu 29 árini hevur hann ført fleiri av størstu skipunum hjá Mærsk og alt bendir á, at Marius í Garðastovu er ein maður, ið er høgt í metum í danska reiðarínum. Nýggja skipið er nevniliga sætti nýbygningurin hjá vestmenninginum í danska reiðarínum.

Suez-kanalin

Innan vinnuna er Marius í Garðastovu nokk mest kendur fyri hendingina náttina til 1. februar 2013 í Suez-kanalini. Skipið er av veg úr Miðjarðarhavinum til Asia. Ein farleið, ið manning og skip høvdu siglt óteljandi ferðir áður, og einki bendi á, at hesaferð fór at vera nakað øðrvísi.

Marius hevði verið umborð í tvær vikur, og var hetta ein av seinastu túrunum hjá honum, áðrenn hann skuldi føra enn ein nýbygning. Vikurnar frammanundan hevði hann eisini brúkt til at fyrireika yvirtøkuna hjá Mærsk av einum nýggjum terminali í Suez-kanalini. Harvið hevði hann fingið eina nágreiniliga vitan um terminalin, ið bleiv avgerandi seinni ta náttina.

- Um 20 tíðina bíðaðu vit eftir restini av skipunum, ið vóru í skipafylginum. Um hetta mundi var tað 12 m/s, men tað var ikki nakar trupulleiki, minnist hann aftur á.

Tá skipafylgjan fekk grønt ljós at halda fram gjøgnum kanalina, hivaðu teir akkerið upp og fylgdu í hølinum á einum øðrum bingjuskipi. Umborð á Emmu Mærsk varnast tey tó skjótt, at skipið frammanfyri ikki tekur hædd fyri nógva vindinum, og rekur tískil móti boyunum.

- Eg rópti á myndugleikarnar, at skipið mátti seta ferð á, tí um teir rendu á land, megnaðu vit ikki at stýra undan. Ferð kom á skipið, men fingu teir kortini eina boyu um skrúvuna, tí ferðin var ikki nóg høg. Tá væntaði eg, at hann fór at steðga, men hann kláraði at snara seg burturúr tí, greiðir Marius frá.
##med3##
Fossaði inn
Í fyrstu atløgu tóktist, at øll sluppu frá hendingini í øllum góðum, men klokkan 21.41 fór ein alarmur í gongd umborð á skipinum, ið skjótt bleiv fylgdur av trimum øðrum.

- Maskinmeistararnir lupu niður og sóu beinanvegin, at har var heilt galið. Sjógvur fossaði inn í skipið. Vit bíðaðu til tað kom upp um gáttina í aksiltunlinum at steingja hydraulisku hurðina. Tað skuldi av røttum fingið tamarhald á støðina, so vit kundu siglt trygt víðari.

Í samráð við myndugleikarnar avgjørdi skiparin at seta kós móti nýggja terminalinum. Tamarhald tóktist at vera á støðuni, men tað gekk ikki leingi, áðrenn hann fekk boð um, at sjógvur var byrjaður at fossa inn í maskinrúmið.

- Tað kom bara meira og meira sjógvur. Vit royndu tað vit kundu at lensa, men einki nyttaði. Tá vistu vit, at nú var vandi á ferð, greiðir hann frá løtuni.

Saman við yvirstýrimanninum hugdi Marius í Garðastovu gjøgnum kortini yvir lekar, og kundu teir skjótt staðfesta, at her kundi enda galið.

- Eg skilti, at okkurt mátti gerast, tí støðan var rættiliga álvarsom. So vit settu ferðina upp og fingu nógva ferð gjøgnum kanalina. Ætlanin var at sigla inn í nýggja terminalin hjá okkum, men tað var vónleyst at koma inn norðanífrá. Einasti máti at sigla inn var sunnanífrá, tí svingið var ov knapt. Men vit máttu kortini royna, sigur Marius.

Bragdagerðin

Tað er ringt at lýsa hvussu stór avbjóðingin var, ið manningin umborð á Emmu Mærsk nú stóð yvirav. Í samrøðu við eitt magasin hjá Mærsk í 2013 lýsti Marius tað sum, at her var talan um eina stýring, ið er so trupul, at hon ikki eingongd verður roynd í simulator. Allar royndir fram til tá vístu eisini, at eitt skip á 400 metrar ikki megnar eitt slíkt sving. Men man mátti royna.

Við fullari ferð móti svinginum førdi vestmenningurin skipið inn í eitt 180 gradir sving og byrjaði alt fyri eitt at bakka, fyri at taka ferðina av skipinum. Og tað var her, at kunnskapurin til havnarlagið kom honum til góðar.

- Eg kendi havnina út og inn, tí eg hevði sjálvur gjørt mannagongdirnar í henni. Eg kendi hvørja steinpirru og hvussu botnaður lá. Vit kastaðu tvey akker og megnaðu at steðga 11 metrar frá áarbakkanum. Men í somu løtu, sum vit steðgaðu, bleiv skipið rakt av blackout. 

Hepni var við manningini, tí streymurin gjørdi, at skipið rak inn móti sjálvum terminalinum. Øll skipini, ið lógu við bryggju blivu flutt, meðan Emma Mærsk svingaði inn móti terminalinum við vindinum og streyminum. Tveir sleiparar komu síðan út og hjálptu at fáa skipið upp á pláss.


- Teir pressaðu gronina inn, meðan vit loraðu akkersketuna við hond, tí vit høvdu ongan streym. Áðrenn vit yvirhøvur høvdu lagt at vóru tríggir stórar kranar byrjaði at lossa bingjur, so at vit fingu javnvág í aftur, greiðir skiparin frá um álvarsomu hendingina.

Alt samvirkaði

Fimm ár aftaná, kann Marius bara staðfesta, at alt riggaði sum tað skuldi. Tað er ótrúligt, tí bara ein lítil feilur kundi ført til eitt heilt øðrvísi úrslit.

- Alt gekk bara í hond og manningin var øgiliga professionel. Um nakar gjørdi nakað skeivt, hevði tað verið ein heilt onnur støða, men vit megnaðu at bjarga bæði skipi og last, sigur Marius.

Øll manningin fekk bjóða kreppuhjálp aftaná hendingina og fingu eisini tilboð um at sleppa á annað skip. Eingin tók tó av hesum tilboði og minnist Marius í hesum sambandi aftur til eina løtu, ið hann hevði við manningina. 

- Eg fortaldi, at eg einaferð fyrr hevði upplivað størri skaða á sama skip. Hetta tá eldur kom í tað. Tá trúði eg, at tað aldrin bleiv til skip aftur, men vit valdu at vera hjá skipinum, og tað bleiv bygt upp aftur. Nú sá alt aftur svart út, men ikki so galið sum tá. Eg greiddi frá, at eg ætlaði at halda fram og teir tóku allir somu avgerð. So tá skipið bleiv sleipað til eina skipasmiðju í Italia 29 dagar seinni vóru vit allir við, sigur skiparin.

Verðin ikki tann sama
Av teimum 24 monnunum, ið vóru umborð hendan túrin, var eingin teirra, ið fekk beinleiðis travma av hendingini. Men Marius í Garðastovu viðurkennir, at tað hevur sett síni spor.

- Tað er hart upp á nógvar mátar. Verðin hjá mær er ikki tann sama sum áðrenn. Tað verður hon sjálvandi ikki, tá man er úti fyri eini slíkari hending, sigur hann.

Hann vísir á, at um tað hevði verið onkur annar, ið var úti fyri hesum, so hevði hann tikið synd í viðkomandi, tí hann hevði ikki vitað, hvussu man skuldi koma gott frá eini slíkari støðu. Í dag hugsar hann øðrvísi.
 
- Nú dugi eg betri at meta, nær nakað er møguligt ella nær tað ikki ber til. Aftaná hendingina í Suez-kanalini trúgvi eg, at alt ber til. Tað ber væl til at koma úr ómøguligum støðum, sigur hann.

Sjómansfamilja

Tað kom ikki óvæntað á nakran, at Marius valdi eina lívsleið á sjónum. Í báðum ættum í familjuni vóru menninir sjómenn og fylti sjómanslívið nógv í bæði barndómsheiminum í Vestmanna, og tá hann var og vitjaði familjuna hjá mammuni á Norðskála.

Tí lá tað eisini rættiliga tíðliga í kortunum, at ungi vestmenningurin fór at royna sjólívið, tó at tað var eitt óhapp, ið førdi til fyrsta túrin.

- Eg hevði fingið eina súkklu frá pápa, ið eg súkklaði við alla dagin á grus- og sandvegunum í Vestmanna. Men um kvøldið var eg óheppin og datt. Hendurnar hjá mær blivu so skammfílaðar, at tær blivu vovnar inn í gasubind. Hetta var beint tá summarferian byrjaði, so eg fekk einki gjørt tað summarið. Í staðin slapp eg mín fyrsta túr við pápa, minnist Marius aftur á, ið var einans átta ára gamal tá.

Hesin fyrsti túrurin var við nótabátinum Vestmenningi II, ið pápin hjá Marius hevði latið bygt við øðrum vestmenningum í 1970. Báturin fiskaði um hetta mundi sild í Skagerakkinum, og flugu feðgarnir sostatt úr Føroyum til Danmarkar.

Á makrelveiðu
Heimafturkomin til Vestmanna dámdi Marius so mikið væl lívið á sjónum, at hvør einasta summarferia frá skúlanum bleiv brúkt á sjónum saman við pápanum. Og hendan tíðin skapti minnir og vinabond fyri lívið.

- Pápi førdi nótabátin Sólborg hjá Eiler Jacobsen í 1972 og Krúnborg í 1974. Har var eg við hvørt summar og í 1978 fiskaðu vit svartkjaft í Íslandi, sigur hann og heldur á.

- Vit gjørdu tríggjar túrar tað summarið. Hetta var fyrsta royndin at veiða svartkjaft í íslendskum sjógvi. Ein ungur íslendskur skipari var við umborð á Krúnborg fyri at læra at fiska svartkjaft, og í dag er hann millum størstu reiðarar í Íslandi. Vit hava hildið sambandið við líka síðan og havi eg nýliga vitjað hann.

Enska daman
Í 1980 var Marius loksins liðugur í skúlanum í heimbygdini, og kundi nú av álvara fylgja í fótasporinum hjá restini av monnunum í familjuni. Sum 16 ára gamal fekk hann sín fyrsta kjans og síðan hevur sjógvurin verið hansara starvsstað.

- Eg byrjaði at sigla við Grimsby Lady, ið var ein norskur nótabátur, ið bleiv skrásettur í Onglandi. Onglendingar áttu hann saman føroyingunum Andras Jensen, ið sigldi alt sítt lív sum skipari í Onglandi. Pápi var skipari umborð har og fleiri føroyingar sigldu við, greiðir hann frá.

Tíðin umborð Grimsby Lady vardi í eitt ár, og minnist hann serliga hesa tíðina fyri tann nógva makrelin, ið teir fingu í ensku kanalini og aðrastaðni í bretsku sjóøki.

- Tað var øgiliga nógvur makrelur, men av tí at ongin virkir vóru í Bretlandi bleiv alt landað í Skagen ella til russisk móttøkuskip. Tað var sum at síggja ein stóran skóg at síggja øll hesi russisku skipini, greiðir Marius frá.

Á skúlabonk
Aftaná at hava siglt eitt ár við Grimsby Lady, fekk ungi vestmenningurin kjans við Gullfinni í 1981, har teir fiskaðu svartkjaft við Føroyar, ið bleiv landað til Bakkafrost.

Nú var als eingi ivi um, at framtíðin hjá Marius í Garðastovu lá á sjónum, og leitaði hann tí á skúlabonk at lesa til stýrimann. Har var hann í tvey ár, áðrenn hann aftur fór til sjós. Hesaferð var tað sum 1. stýrimaður við Olaf í Garðastovu, ið tá var umvældur í Norra.

- Pápi og aðrir vestmenningar áttu Olaf í Garðastovu, ið var keyptur frá landsstýrinum á tvingsilssølu. Vit høvdu virkið umborð, ið gjørdi svartkjaftin til flak, fars, surimi og annað. Fyrsta túrin vóru 86 mans umborð. Men tað gekk ikki serliga væl at selja vørur út í verð, og tá sandmaðkur gjørdi um seg, legðist allur tann føroyski svartkjaftaflotin.

Koreanska ævintýrið
Um hetta mundi fór Marius í Garðastovu aftur á skúlabonk og tók skiparaprógv upp á níggju mánaðir. Tá hann var liðugur, var Olaf í Garðastovu farin í sjálvbodna likvidatión, men kortini eydnaðist tað at selja hann til Suðurkorea. Og við tí fylgdi ein øðrvísi kjansur til unga vestmenningin.

- Nýggju eigararnir bjóðaðu mær við og eg tók av. So eg hevði eftirlit við umbyggingini og síðan var eg skipari umborð teir næstu fimm mánaðirnar. Vit settu kós móti Beringshavinum, har vit fiskaðu alaska-pollock, greiðir hann frá.

Marius minnist aftur á hesa tíðina sum sera læruríka og spennandi. Ikki bara var hann skipari fyri einari koreanskari manning, men var hann einsamallur hvítur maður umborð av einari manning upp á 96 mans. 

- Tað var óalmindliga áhugavert og er størsta uppliving, eg nakrantíð havi havt. Eg var einsamallur, men øll verðin stóð opin fyri mær. Tað vóru óteljandi møguleikar. Har var fiskur allastaðni, sigur Marius og leggur afturat.

- Men tað var ein øgiligur mentanarskelkur hjá mær. Næstan eingin dugdi enskt umborð og tað var avmarkað hjá teimum, ið dugdu. Kortini gekk tað fínt. Teir vóru góðir at arbeiða við og eru eitt gott sjó- og trolfólk. Tey høvdu eisini heilt aðrar mátar at arbeiða uppá og vóru rættiliga snildir í nógvum, so eg lærdi eina rúgvu hesa tíðina.

Út at sigla
Aftaná koreanska ævintýrið fór hann ein rækjutúr til Kanada og onkrar túrar við Skálafjall at fiska gulllaks, men í 1990 fór hann eina heilt aðra leið, tá hann valdi at fara ein túr við Mærsk.

- Eg var við sum 2. stýrimaður hjá Ceciliu Mærsk og var har í fýra mánaðir. Aftaná fór eg umborð á Adrian Mærsk sum 2. stýrimaður. Eftir tað fekk eg kjans sum 1. stýrimaður umborð á einum nýbygningi og hava síðan arbeitt meg so spakuliga upp gjøgnum skipanina. Skipini er vorðin størri og størri og fyrradagin yvirtók eg mín sætta nýbygning í Mærsk. Nú eri eg skipari umborð á Vaga Mærsk, ið er ein ísstyrktur bátur, ið skal sigla í Eystarasalti, greiðir Marius frá og leggur afturat.

- Tað er altíð spennandi at fáa ein nýggjan bil. Kenslan at fáa ein nýbygning er nakað tann sama. Tað er ein góð kensla at byggja upp frá byrjan av og fáa tí manning, ið man ynskir sær. Tað havi eg eisini gjørt í hesum føri og tað sær lovandi út, tí her eru menn, ið eg havi arbeitt við í fleiri ár. 

Í tíðini í Mærsk hevur Marius í Garðastovu fingið heiðurin, at siglt nøkur av størstu skipum á heimshøvunum. Harímillum Albert Mærsk, ið hann førdi í tvey og eitt hálvt ár, og Emmu Mærsk, ið hann førdi í átta ár. Emma Mærsk er 398 metrar langt, 57 metrar breitt, hevur eina toppferð á 24,5 míl og pláss fyri 15.550 bingjum.

Beint áðrenn Emma Mærsk skuldi navngevast kom eldur í og brendi partar av maskinrúminum og yvirbygninginum. Marius í Garðastovu var tá knýttur at byggingini og tí var hann millum teir fyrstu persónarnar umborð dagin eftir eldsbrunan.

- Tað sá rættiliga svart út, tí skaðin var rættiliga umfatandi. Men tað eydnaðist at umvæla skipið, og sigldi eg við henni í gott átta ár, áðrenn skaðan í Suez-kanalini, sigur Marius í Garðastovu.

Hevur aðrar dreymar
Hóast Marius nú hevur siglt í 29 ár við Mærsk, so hevur hann ongar ætlanir um at enda sína yrkisleið í handilsflotanum.

- Handilsflotin er ikki rætta starvsstaðið hjá mær, og vóni eg ikki, at hetta verður endin. Í 21 ár havi eg søkt um at fáa fiskiloyvi hjá Olaf í Garðastovu aftur, men í 21 ár hevur tað verið mær sýtt. Eg meini tað er eitt loyvi, ið vit hava rættindi til, men tað meina onnur ikki. Um eg bara fekk eitt sindur av politiskum vilja, so hevði eg fingið eitt fiskiskip inn í føroyska flotan, sigur hann.

Sostatt hevur hann sjálvur merkt, hvussu torført tað er sum nýggjur aktørur at sleppa upp í føroysku fiskivinnuna, men hann er skjótur at vísa á, at hann hevur einki annað enn virðing fyri teimum vinnulívsmonnum, ið longu eru í vinnuni.

- Eg taki hattin av fyri teimum. Eg skilji ikki tann illviljin, ið onkuntíð er móti teimum. Tað er nóg torført at fáa eitt skip inn í flotan, men at fólk so mótarbeiða teimum aftaná fati eg ikki. Eg unni øllum teimum alt gott, ið eru í vinnuni, og serliga teimum, ið hava verið nógv ár. Tí tað er ikki altíð stuttligt, sigur Marius í Garðastovu.

 

@font-face { font-family: "SimSun"; }@font-face { font-family: "Cambria Math"; }@font-face { font-family: "Calibri"; }@font-face { }@font-face { font-family: "@SimSun"; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Calibri", sans-serif; }p.Standard, li.Standard, div.Standard { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Times New Roman", serif; }.MsoChpDefault { font-family: "Calibri", sans-serif; }div.WordSection1 { }