– Vit stilla upp til fólkatingi, tí eiga at vit eiga at brúka øll høvi til at tala okkara sak. Tað sigur Høgni Hoydal, formaður fyri Tjóðveldið. Og hann leggur afturat, at tað er hetta, Tjóðveldi brúkar fólkatingssessin til.
Í hesum døgum viðger Løgtingið eitt ógvuliga umstrítt uppskot frá tjóðveldismanninum, Pálli á Reynatúgvu um at avtaka fólkatingssessirnar.
Men tað er ivingarsamt, hvussu stóra undirtøku hann hevur, eisini í Tjóðveldi. Høgni Hoydal sigur, at so leingi, vit ikki hava fingið alt vald yvir okkum sjálvum, heim til Føroyar, eiga vit at brúka øll høvi til at tala okkara sak, og til vera røddin hjá føroyingum í altjóða høpi.
Hann sigur, at tað er hetta, tjóðveldi brúka fólkatingssessin til. Hann heldur, at so leingi vit eru danska ríkinum kunnu fólkatingssessirnir brúkast til tvey. Antin verða teir brúktir til at knýta okkum fastari danska ríkið, ella verða teir brúktir til at fáa vald heim til Føroyum, og tað er hetta seinna, Tjóðveldi vil brúka teir til.
Hann sigur, at samstundis verða nógvar avgerðir tiknar á Fólkatingi, sum hava stóra ávirkan á føroysk viðurskifti, serliga nú Fólkatingið flytir alsamt meiri vald til ES.
Men skuldi tað hent, at Tjóðveldi verður tungan á vágskálini í Fólkatinginum, hevur Tjóðveldi bara eitt krav, og tað er, at danska stjórnin viðurkennur, at avgerðin liggur hjá Føroya fólki, og at vit kunnu hava okkara egnu grundlóg.
Hann sigur, at sjálvandi vil Tjóðveldi avtaka fólkatingsessernar, men hann staðfestir samstundis, at tað er avgerandi, at vit samstundis fáa valdið heim til Føroya. Tað er ikki rakettvísindi, tí endamálið við politikkinum hjá Tjóðveldi er at fáa alt vald yvir Føroyum, aftur til Føroya, sigur hann.
Og Høgni Hoydal væntar, at tað verður ikki so leingi til vit taka tað avgerandi stigi, tí nú eru vit komin so langt á sjálvbjargnisleiðini, at tað er lítið eftir. Ríkisveitingin er ikki meiri enn trý prosent av okkara bruttotjóðarframleiðslu, ella tríggjar krónur av hvørjum hundraðkrónuseðli.
– At sleppa okkum av við ríkisveitingina er líka lætt sum at keypa ein plastposa at leggja vørurnar í, tá ið vit hava verið til handils, sigur formaðurin í Tjóðveldi.
Hann vísir á, at tað eru bara fýra stórmál eftir at yvirtaka, tað eru uttanríkismál, løgregla, dómsvaldi, og tað, sum er eftir av ríkisveitingini, segði Høgni Hoydal.
Eisini Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi leggur afturat, at sjálvandi skulu fólkatingssessirnir brúkast til at fremja fullveldi.