- Eg havi slett ikki ætlað mær at stilla upp. Tað hevur slett ikki verið upp á tal. So avgerðin er fullkomiliga irrelevant. Tað er eitt tekin um armóð, at man kemur við slíkari fráboðan. Hvat er tað gott fyri og hvørjum skal tað tæna, tá eg aldrin hava ætlað at stillað upp?
Tað sigur Bjørn á Heygum, tá hann verður spurdur um eina viðmerking um avgerðina hjá landsnevndini hjá Sjálvstýrinum, um ikki at lata hann stilla upp til komandi løgtingsval. Hetta tí hann sambært landsnevndini ikki umboðar sjónarmiðini hjá flokkinum.
Ikki óvæntað er formaðurin í Streymoyar Sjálvstýrisfelag ósamdur í hesi niðurstøðu, og vísir á, at tað er hann, ið umboðar sjónarmiðini í stevniskránni hjá flokkinum, men at tað stendur verri til hjá formanninum.
- Eg havi aldrin sagt nakað, ið er í stríð við sjónarmiðini hjá Sjálvstýri. Tað er formaðurin, ið hevur ein alvorligan trupulleika, tí tað er hann, ið ikki umboðar sjónarmiðini hjá Sjálvstýri, sigur Bjørn á Heygum og leggur afturat
- Í staðin umboðar hann nøkur høgravend sjónarmið, ið yvirhøvur ikki eru í samsvar við ta liberalu hugsjónina, ið flokkurin stendur fyri, og sum eru týðiliga niðurfest í stevniskránni hjá flokkinum. Tað hann umboðar hevur einki við liberalismu at gera, men yvirhálar hann Jørgen Niclasen á høgru síðu.
Bjørn á Heygum dylur ikki fyri, at hann stúrir fyri gongdini í flokkinum, tí tað er ikki pláss fyri sjónarmiðum, ið ikki samsvara við ráðandi hugsanini í Norðoyggjum.
- Tað er bara harmiligt, at flokkurin skal vera farin so illa, at hann er endaður sum ein lokaldeild í Klaksvík, ið umboðar nøkur sjónarmið, ið eingin annar í landinum tekur undir við. Nú er tað Skorheim, ið skal diktera hvat onnur skulu halda og meina, sigur hann.
Í tíðindaskrivi í kvøld boðaði flokkurin eisini frá, at man hevur avgjørt, at aðalfundurin í Streymoyar Sjálvstýrisfelag 4. desember 2018 var lógligur og viðtøkuførur. Sostatt hevur man ógildað avgerðina hjá Streymoyar Sjálvstýrisfelag um sama fund.
Meira um hetta málið seinni í kvøld.

- Harmiligt at Sjálvstýri skal vera farið so illa

