Nú skal KT-trygdin betrast

Gjaldstovan, Føroya Tele og Føroya Politi eru farin undir nýtt samstarv um KT-trygd. Tað er landsstýrið, sum ynskir at styrkja KT-trygdina í Føroyum.

 

Gjaldstovan, sum er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, umsitur KT-trygdina í stórum parti av almenna KT-undirstøðukervinum. Føroya Tele umsitur týðandi partar av øllum samskifti inn í landið og er tí ein virkin viðleikari í arbeiðinum at styrkja KT-trygdina. Løgreglan viðger ólóglig viðurskifti, eitt nú um roynt verður at bróta inn í KT-skipanir í Føroyum.

 

Hesir tríggir partarnir skulu við upplýsing og við tøkniligum loysnum hjálpa føroyskum stovnum, fyritøkum og einstaklingum betur at verja seg móti KT-álopum.

 

Heimurin verður støðugt meiri talgildaður, og alsamt fleiri tænastur verða fluttar út á internetið. Tú kanst flyta pening ígjøgnum netbankar, stroyma filmar ígjøgnum sjónvarpið, bíleggja vørur á fartelduni, tendra og sløkkja ljósið í heimi tínum á snildfonini og mangt annað. Í dag er tað nærum einans hugflogið, sum avmarkar tínar talgildu møguleikar.

 

Tíverri eru tað ikki øll fólk, sum eru góðviljað, men heldur royna at misnýta hesar møguleikarnar til óærlig endamál. Teldusníkar fremja ikki einans álop á teldukervi í øðrum londum, men hvønn dag verða álop eisini framd móti stovnum, fyritøkum og privatpersónum í Føroyum.

 

Telduálop kunnu føra við sær, at almenningurin ikki hevur atgongd til neyðugar tænastur og skipanir, fyritøkur kunnu missa stórar peningaupphæddir, og einstaklingar kunnu missa ræðið á teirra teldupostum og sosialu miðlum.

 

Tað kann verða ógvuliga torført og tíðarkrevjandi at koma fyri seg eftir eitt telduálop. Harafturat sita teldusníkarnir ofta í fjarskotnum londum og nýta ymsa tøkni til at fjala sín samleika, sum ger tað torført at eyðmerkja og rættarsøkja teir. Hetta stuðlar undir einari enn hægri raðfesting av fyribyrging.

 

Lagt kann verða afturat, at Fíggjarmálaráðið arbeiðir í hesum døgum við einum KT-trygdarrundskrivi, sum fer at seta størri krøv til almennar stovnar. Saman við nýggja samstarvinum fer hetta sum heild at styrkja KT-trygdina í Føroyum.