Viðgerðin, ið kundi fylgjast í sjónvarpinum, var ikki júst fremjandi fyri virðingina fyri løgtinginum. Tinglimir stóðu sera hart hvør ímóti øðrum og ikki so sjáldan kom tað fyri, at menn skiftu støðu undir [...] var munnhøgging og ruðuleiki, og tað er tí kanska ikki so løgið, at umboð fyri vinnuna høvdu so sterkar atfinningar til myndugleikarnar her í blaðnum í gjár. Viðgerðin gav myndina av einum spjaddum og ósamdum [...] tingmaðurin, formaðurin, var hart ímóti. Tað er ikki givið, at málið endar við hesum úrslitið – til tess var ósemjan og óvissan í gjár ov stór. Tað skal ongan undra, um eitt broytingaruppskot kemur millum
myndugleikan í Føroyum. Tað vil eg ikki hava sitandi á mær. At landsstýrið er við í hesi ætlan, er nevniliga at tryggja, at øll faklig og antikvarisk atlit verða fylgd, og at einki skeivt skal fara fram [...] Hann vil kortini ikki siga, hvat skal henda í Føroyum, um málið skal takast av aftur hillini. [...] Hóast bóndin í Koltri hevur fingið skrivtliga tilsøgn um peningagávu frá Ný Carlsberg grunninum, ætlar grunnurin kortini ikki at veita nakran stuðul. Vit hava í skrivi til festaran og myndugleikar boðað
so mikið sum, at hon fyllir rættiliga nógv í samráðingunum hjá øllum pørtum. Vit vita eisini, at ein tann størsta ósemjan snýr seg um, hvør skal gjalda fyri fisk, sum verður keyptur á uppboði. Reiðararnir [...] Tað vilja manningarfeløgini ikki hoyra talan um, tí tær siga, at verður fiskur keyptur á uppboðið, er tað ikki ein útreiðsla, manningarnar hava nakað við at gera, tí tær skal keyparin átaka sær einsamallur [...] reiðar at leggja flotan, fáa tey ikki eina semju. Í fyrstu syftu verður tað uppsjóvarflotin, sum verður lagdur, tí tað er har, trupulleikin er størstur, men munar tað ikki, verður allur flotin lagdur.
valstríðnum, og fólk ganga í bólkum og tosa ikki við hvør annan. Tað gongur ikki, sigur Tony Coelho. Hann er demokratur, og tað var hann, sum stóð á odda fyri valstríðnum hjá Al Gore fyri fýra árum síðani. Við [...] nar ikki altíð eftirfarandi, sigur Malone við CBS. Kanska er nakað í hesum. Í hvussu er vísti ein veljarakanning í gjár, at nógvir veljarar, sum hava ivast, hava gjørt av at velja John Kerry. Fyri einum [...] sambært CBS skal Kerry hava umhugsað at koyra hana úr starvinum fyri at venda gongdini. Eygleiðarar í Washington siga, at tað eru fleiri orsøkir til, at George W. Bush er farin langt fram um Kerry í teimum
Nú kunnu vit stúra fyri, at ætlanin í Suðuroy dettur niðurfyri. Tað sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum. Á fundi hjá Javnaðarflokkinum í Suðuroy í gjárkvøldið, vóru tað fólk sum fregnaðist [...] kommunurnar í Suðuroy á sinni samdust um at leggja eftirskúlan í Hvalba, samdust tær eisini um at fíggja ein part av íløguni. Men tá strandaði málið í Mentamálaráðnum, hóast Javnaðarflokkurin tá var í samgongu [...] ætlanini at gera ein eftirskúla í Suðuroy. Samgongan hevur sett 200.000 krónur av á fíggjarlógini til at fyrireika arbeiðið at gera eftirskúla í Suðuroy, men Rigmor Dam er bangin fyri, at nú alt kann detta niðurfyri
Miðflokkinum í Eysturoy og í Norðoyggjum, sum eru meiri høgrasinnað. - Verður niðurstøðan hjá Jenis av Rana tann, at hann ikki longur kann vera í samgongu, má eg ráðføra meg gjølliga við mítt bakland fyri at vita [...] fóru í part við andstøðuni og atkvøddu ímóti samgonguni. Og Bill Justinussen ásannar, at tað er óheppið, at ein flokkur í samgonguni fer í part við andstøðuni í einum máli. - Tað kann elva til, at í onkrum [...] avgerðandi týdning fyri framtíðina hjá Miðflokkinum, at Jenis av Rana og eg draga eina línu. Tað staðfestir Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, sum er ein av teimum fýra flokkunum í samgonguni. Jenis
lógina juli í fjør. Fyrr var tað so, at mvg varð ikki kravt av arbeiðslønum í sambandi við nýbygging ella umvæling av egnum húsum. Men í juli í fjør var lógin broytt, so at mvg nú eisini skal betalast av [...] endurgoldið, tí tað vil Taks ikki. Taks er nevniliga av teirri áskoðan, at tryggingin skal eisini betala mvg og at endurgjald fyri mvg av arbeiðslønum verður ikki latið fyri tryggingarskaðar. Hendan ósemjan [...] komnir í eina fíggjarliga klemmu. Teir handverkarar, sum hava umvælt tryggingarskaðar síðani í juli í fjør, hava fingið greið boð frá tryggingini um, at tá ið rokningin verður send tryggingini, skal mvg av
fremstu starvsfólkunum í umsitingini í Tórshavnar býráði fer nú frá. Tað boðar Tórshavnar Býráð frá í dag. Talan er um tekniska stjóran, Jákup Egholm Hansen, sum leggur frá sær í dag. Hann hevur verið tekniskur [...] sigur, at Jákup Egholm Hansen fær løn í sjey mánaðir, umframt tað, hann eigur til góðar í feriu og annað. Men hesa tíðina skal hann vera til taks hjá kommununi í samband við mál, hann hevur kunnleika til [...] stjóri hjá Tórshavnar kommunu í átta ár og hann tekur nú við øðrum avbjóðingum í Tryggingarfelagnum Føroyum, sum tikið verður til. Longu tá Jákup Egholm Hansen byrjaði í starvinum hjá kommununi, hevði
heiðraðir við 10.000 krónum hvør. Í posa og sekk Men hesaferð var dómarabólkurin yvirhøvur ikki í iva. Uppskotið frá føroyinginum Ósbirni Jacobsen, um eina granskingarmiðstøð í Føroyum, var so nógv tað besta [...] atløgubryggju. Tíverri er ikki talan um eina verkætlan, ið skal fremjast í verki, so vit kunnu bert heiðra Ósbirni við at klappa og geva honum Volalegatið, stendur m. a. í grundgevingini frá skúlanum [...] Deutsches Requiem er eins og Schicksalslied í tí ?tyngra endanum? av tónleiki hansara. Tað er í 7 pørtum, sum íalt varaðu í einar 70-80 minuttir. Hóast messan fellur í tveir høvuðspartar, har partarnir 4-7 leiða
skrásett at búgva í Føroyum, av hesum, eru ikki minni enn 42.916 eisini fødd í Føroyum. Í Føroyum eru sostatt 5.312, sum ikki eru fødd í Føroyum. Størsti bólkurin av fólkinum, sum ikki eru fødd í Føroyum, eru [...] eru fødd í Danmark. Ikki minni 3.459, av teimum 5.312, eru fødd í Danmark, harav tað ivaleyst eisini eru børn við føroyskum foreldrum, sum vera fødd uttan fyri Føroyar í arbeiðs- ella lestrarørindum. Størsti [...] búsitandi í Føroyum eru fødd í Íslandi, 161 í Noregi og 156 í Grønlandi. Hyggja vit út um norðurlond, so eru størsti bólkurin av fólki filipsbúgvar, sum eru fluttir til Føroya. Tey eru 117 í tali. Teimum