Ósannlíkt við »nýføroyingum« á tingi

Sambært tølum hjá Hagstovuni, er tað ósannlíkt, at »nýføroyingar« kunnu sleppa innum tinggáttina.

Í sambandi við, at Ole Wich gjørdi vart við, at eingin 'nýføroyingur' enn hevur tikið sess á Løgtingi, men at tað vóru nóg mikið av 'nýføroyingum' í Føroyum til at velja tvey umboð inn á ting, hava vit á in.fo kannað tølini nærri.

 

Sambært Hagstovuni, so eru 48.228 skrásett at búgva í Føroyum, av hesum, eru ikki minni enn 42.916 eisini fødd í Føroyum. Í Føroyum eru sostatt 5.312, sum ikki eru fødd í Føroyum.

 

Størsti bólkurin av fólkinum, sum ikki eru fødd í Føroyum, eru fødd í Danmark. Ikki minni 3.459, av teimum 5.312, eru fødd í Danmark, harav tað ivaleyst eisini eru børn við føroyskum foreldrum, sum vera fødd uttan fyri Føroyar í arbeiðs- ella lestrarørindum.

 

Størsti bólkurin av tilfluttum – fyriuttan danir – eru eisini norðurlendingar. 227 av teimum búsitandi í Føroyum eru fødd í Íslandi, 161 í Noregi og 156 í Grønlandi.

 

Hyggja vit út um norðurlond, so eru størsti bólkurin av fólki filipsbúgvar, sum eru fluttir til Føroya. Tey eru 117 í tali. Teimum á baki eru teilendingar við 104 fólkum.

 

Tinggáttin kann vera lág

Til løgtingstvalið í 2011, var vallutøkan 86,6 prosent – altso vórðu 30.552 atkvøðuseðlar greiddir.

 

Størsti flokkur gjørdist tá Sambandsflokkurin, ið fekk 7.546 atkvøður – ella 24,7 prosent av øllum greiddu atkvøðunum. Hetta merkti, at tey fingu átta løgtingsumboð, og sostatt kravdi tað minsta tal av atkvøðunum fyri hvørt valevni at sleppa inn um tinggáttina.

 

Eftir, at tað gjørdist greitt, at Sambandsflokkurin slapp í samgongu, skuldu landsstýrissessir býtast út – og tríggir av hesum fullu til uppstillaðu valevnini hjá Sambandsflokkinum. Sostatt kunnu vit staðfesta, at nummar 11 á listanum – Jóna Mortensen – slapp inn í Løgtingið. Hon slapp inn fyri 161 atkvøður.

 

Les eisini: Eingin »nýføroyingur« er enn valdur á ting

 

Ímynda vit okkum síðani, at Sambandsflokkurin kemur í júst ta somu lyklastøðuna til komandi val, og ein 'nýføroyingur', sum Ole Wich rópar tað, stillar upp, so kann viðkomandi gerast løgtingsumboð fyri 161 atkvøður.

 

Ósannlíkt

Tað eru fleiri ting, sum skulu ganga upp í eina hægri eind, fyri at fáa hetta at ganga upp. Fyrst og fremst er tað fjákut at halda, at øll við sama uppruna hava somu politisku áskoðan – altso, at til dømis allir teilendingar eru samdir við tí eina teilendinginum, sum stillar upp, og sostatt greiða hesum sína atkvøðu.

 

Harafturat, so eru eingir av niðursetubólkunum í Føroyum størri enn 117, fyriuttan tey, sum koma úr norðurlondum. Við øðrum orðum eru tey ikki nóg nógv í tali, at fáa eitt umboð inn, skuldu tey øll atkvøtt fyri sama persóni. Tó er eisini vælhugsandi, at ein 'nýføroyingur' hevði fingið atkvøður frá fólki, sum eru fødd í Føroyum og hava ríkisborgararætt her.

 

Sambært lóggávuni um valrætt, eru tað bert tey, ið eru fylt 18 á, hava danskan heimarætt, og eru heimahoyrandi í Føroyum, sum kunnu greiða sína atkvøðu.

 

Hyggja vit at ríkisrættarstøðuni hjá einstøku borgarunum, so eru ikki minni enn 47.026 av teimum 48.228 íbúgvunum í Føroyum, skrásettir at vera danskir ríkisborgarar – altso borgarar í danska ríkisfelagsskapinum. Tey eru altso 1.202 í tali, sum hava ríkisborgararætt uttan fyri danska ríkisfelagsskapin.

 

Størsti ikki-ríkisborgarligi bólkurin av fólki í Føroyum, eru teir íslendsku, sum eru 164 í tali. Teimum á baki koma tey 113 úr Filipsoyggjum og síðani teir 102 teilendsku borgarirnir.

 

Tað eru sostatt tey við donskum ríkisborgararætti - altso danir og grønlendingar - ið mest sannlíkt kunnu taka sæti á tingi. Skal tað vera meira enn bert ein ástøðiligur møguleiki fyri aðrar 'nýføroyingar' at sleppa inn um tinggáttina, so mugu lóggávurnar um tilflytarar og valrætt dagførast.

 

Hagtølini í greinini eru frá Hagstovu Føroya