Ósbjørn heiðraður við peningagávu

Lærararnir hildu so mikið av uppskotinum um eina granskingarstøð á Hvítanesi, at 26 ára gamli arkitekturin úr Syðrugøtu einsamallur streyk avstað við Vola-legatinum á 20 túsund krónur

Seinasta fríggjadag vórðu prógv handað á arkitektaskúlanum í Århus. Millum teir 102 næmingarnar, ið spentir sótu og lýddu á røður og annað, ið hoyrir slíkari próvhandan til, sat 26 ára gamli Ósbjørn Jacobsen úr Syðrugøtu. Hann hevði, eins og allir hinir næmingarnir, latið úr hondum eina verkætlan sum høvuðsuppgávu.

Tað er nevniliga soleiðis, at eitt legat ella ein peningagáva verður latin tí verkætlan, ið lærararnir á skúlanum meta er best frágingin. Talan er um eitt ferðalegat á 20.000 krónur frá Vola-verksmiðjuni.

Kortini er tað ikki so lætt at meta um, hvørt av uppskotunum er tað frægasta, og tískil verður legatið stundum býtt sundur til fleiri næmingar, sum á onkran serligan hátt hava skilt seg burturúr. Undir næstseinastu próvhandanini á skúlanum vórðu eitt nú tveir næmingar heiðraðir við 10.000 krónum hvør.


Í posa og sekk

Men hesaferð var dómarabólkurin yvirhøvur ikki í iva. Uppskotið frá føroyinginum Ósbirni Jacobsen, um eina granskingarmiðstøð í Føroyum, var so nógv tað besta.

Tað ber til at siga, at uppskotið bæði vann fyrstu og aðru virðisløn, tí Vola-legatið bleiv ikki býtt sundur hesaferð. Syðrugøtumaðurin streyk einsamallur avstað við teim 20.000 krónunum.


Við omankoyringina

Tað var 2. juni, at uppskotið ella høvuðsuppgávan varð latin inn, og góðar tríggjar viku seinni vardi Ósbjørn uppgávuna fyri fýra próvdómarum. Tað gekk sum smurt, og Ósbjørn fekk sína høvuðsuppgávu góðkenda.

Granskingarmiðstøðin fyri havumhvørvið liggur niðanfyri og naka sunnan fyri omankoyringina til Hvítanes. Uppskotið fevnir um sjálvan bygningin, parkeringsøkið og eina atløgubryggju.

­ Tíverri er ikki talan um eina verkætlan, ið skal fremjast í verki, so vit kunnu bert heiðra Ósbirni við at klappa og geva honum Vola­legatið, stendur m. a. í grundgevingini frá skúlanum.ar. Kórsamband Føroya, sum hevur skipað fyri kappingini, hevði einki við konsertina at gera annars,nýtti bara konsertina sum eitt hóskandi høvi.

At Brahms var innhugsin og hevði heldur tungt sinnalag fingu áhoyrarnir í ríkt mát at kenna á konsertini sum heild. Ein Deutsches Requiem er eins og Schicksalslied í tí ?tyngra endanum? av tónleiki hansara. Tað er í 7 pørtum, sum íalt varaðu í einar 70-80 minuttir. Hóast messan fellur í tveir høvuðspartar, har partarnir 4-7 leiða tankarnar móti uppreisn og himmalskari sælu, meðan partarnir 1-3 meiri eru merktir av sorg og klagu, gongur ein tráður av tunglyndi gjøgnum alt verkið. Heldur ikki í sjálvum endanum, sum er ein lovprísing, er Brahms, hóast hátíðarligur, veitsluhýrdur.


Á ferð

Kanska kom tunglyndið at merkja kvøldið í meira lagi. Eg helt meg eisini hoyra, at sangarunum vóru farnir at møðast móti endanum. Kanska skuldi okkurt lættari verk enn ?Schicksalslied? verið valt áðrenn steðgin. Í hvussu er kendist tað gott hetta góðveðurskvøld at syngja ?Einki er sum summakvøld við strendur?, sum gjørt bleiv í samband við handanina av virðislønunum.

Men hetta tekur einki frá tí stórfingnað, tí vakra og tí dragandi tónleikinum, sum vit í salinum fingu at hoyra. Ein má undrast á, at so væl er komið burturúr eftir bert nøkrum venjingum í einari viku. Sjálvt um Havnakórið hevur sungið verkið fyrr, mugu venjingarnar hava verið munagóðar, tí sum heild virkaði framførslan gjøgnumførd og fullfíggjað.

Eisini komu songsolistarnir væl frá sínum pørtum. Barytonsoloina í pørtunum III og VI hevði danin Lars Thodberg Bertelsen og sopransoloina í parti V hevði okkara egna Berghild Poulsen. Ein hoyrdi Berghild leggja nógva sál í framførsluna. Hon hevur eina stóra og vakra rødd, sum tóktist at egna seg væl til verkið. Og hon hoyrdist væl ímillum øll ljóðførðini. Sama kann ikki sigast um røddina hjá Lars Thodberg Bertelsen. Hon bleiv fleiri ferðir køvd serliga av træblásarunum, uttan tó at talan var um nakra vanlukku. Tað var stuttligt at hoyra hann veruliga bera sangin fram, og til tíðir sum ein sjónleikari tulka partar og smálutir í tekstinum.

Alt í alt eitt tónlistarligt avbera gott kvøld, sum vísir, at við kønari vegleiðing uttaneftir og samstarvi við grannarnar ?Eru vit á ferð?.

ZS