Ósemja steðgar koltursmilliónum

Tvær milliónir, ið koltursbóndin fekk lovað frá Ný Carlsberg grunninum, eru brádliga horvnar. ­ Ósemja er orsøkin, sigur formaður grunnsins Hans Edvard Nørregård

Hóast bóndin í Koltri hevur fingið skrivtliga tilsøgn um peningagávu frá Ný Carlsberg grunninum, ætlar grunnurin kortini ikki at veita nakran stuðul.

­ Vit hava í skrivi til festaran og myndugleikar boðað frá, at vit meta støðuna so mikið ógreiða í løtuni, at málið frá okkara síðu er lagt á hillina, sigur Hans Edvard Nørregård Nielsen, formaður í Ný Carlsberg grunninum.

Hvat er tað, sum er ógreitt?

­ Í útspælinum frá nevndini, ið arbeitt hevur við koltursætlanini finnast bæði eitt meiriluta- og eitt minnilutauppskot um ætlanina. Tískil meta vit støðuna ógreiða og hava fráboðað hesum, sigur Nørregård Nielsen.

Her kann leggjast aftrat, at Sosialurin skilir, at Ný Carlsberg grunnurin ikki er nøgdur við útspælið um, hvussu ein ætlar sær at leiga økið frá Jarðarráðnum.


Skal loysa knútin


Koltursbóndin vil ikki gera viðmerkingar til málið, men váttar, at bólturin er sparkaður út í Tinganes til Høgna Hoydal.

­ Eg fari at biðja Ný Carlsberg grunnin koma við eini frágreiðing, hví alt brádliga er endavent í holuni, sigur landsstýrismaðurin.

Hann vísir á, at viðurskiftini í Koltri slettis ikki eru politiskt viðgjørd, so tískil skilir hann ikki útspælið frá grunninum.

­ Ein samansettur bólkur hevur gjørt eitt álit, hvussu ætlanin at umvala og gera eitt bygdarsavn í Koltri kann skipast. Bólkurin er samdur um eina antikvariska serskipan fyri Koltur. Í hesum álitinum hevur eisini ein minniluti sagt sína meining, og hetta er rættiliga vanlig mannagongd, sigur Høgni Hoydal.

Landsstýrismaðurin er farin upp í hetta mál, tí tað tykist sum um Ný Carlsberg grunnurin setir spurnaðartekin við politiska

myndugleikan í Føroyum.

­ Tað vil eg ikki hava sitandi á mær. At landsstýrið er við í hesi ætlan, er nevniliga at tryggja, at øll faklig og antikvarisk atlit verða fylgd, og at einki skeivt skal fara fram við fígging og øðrum, sigur landsstýrismaðurin Høgni Hoydal.


Ikki endaliga avgjørt


Formaðurin í Ný Carlsberg grunninum, Hans Edvard Nørregård Nielsen, sigur, at málið um stuðul fyribils er lagt á hillina, men tað er ikki tikið av skránni.

Hann vil kortini ikki siga, hvat skal henda í Føroyum, um málið skal takast av aftur hillini.