Ósemja kann leggja allan fiskiflotan lamnan

Manningarfeløgini eru til reiðar at leggja flotan, og tað verður ein trupul uppgáva at fáa eina semju, sigur semingsmaðurin

Hetta verður ein trupul uppgáva. Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður. Sáttmálarnir ímillum Reiðarafelagið og manningerfeløgi gekk út á midnátt, men tað eydnaðist ikki pørtunum at semjast um ein nýggjan sáttmála. 

Tískil var semingsmaðurin boðsendur, og fyribils hevur hann útsett eitt møguligt verkfall í eina viku.

Hann sigur, at talan er um øll trý manningarfeløgini, Fiskimannafelagið, Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið, sum skulu hava nýggjar sáttmálar.

Semingsmaðurin sigur, at hann hevur tosað við partarnar, og at hann fer at brúka tað mesta av vikuni til at kunna seg um støðuna. Sostatt væntar hann ikki, at nakrar samráðingar verða fyrrann um vikuskiftið, ella har út ímóti.

Hann vil ikki siga akkurát, hvat tað er, sum skilir partarnar, men hann væntar, at tað fer at vera trupult at fáa partarnar at semjast. 

Vit hava fingið eina nýggja fiskivinnuskipan og hann vil kortini siga so mikið sum, at hon fyllir rættiliga nógv í samráðingunum hjá øllum pørtum. 

Vit vita eisini, at ein tann størsta ósemjan snýr seg um, hvør skal gjalda fyri fisk, sum verður keyptur á uppboði. Reiðararnir siga, at tað eru útreiðslur, sum skulu dragast frá, akkurát, sum aðrar útreiðslur. Tað merkir, at útreiðslur fyri at keypa fisk á uppboði, skal dragast frá óbýttum, altso áðrenn manningin verður avroknað, og sostatt koma manningarnar at rinda ein part av teimum útreiðslunum.

Tað vilja manningarfeløgini ikki hoyra talan um, tí tær siga, at verður fiskur keyptur á uppboðið, er tað ikki ein útreiðsla, manningarnar hava nakað við at gera, tí tær skal keyparin átaka sær einsamallur.

Tað skilst eisini á manningarfeløgunum, at tey eru til reiðar at leggja flotan, fáa tey ikki eina semju. Í fyrstu syftu verður tað uppsjóvarflotin, sum verður lagdur, tí tað er har, trupulleikin er størstur, men munar tað ikki, verður allur flotin lagdur.