Ósemja til ógagns

Oddagrein:

Onnur viðgerð av lógini um vinnuligan fiskiskap avdúkaði eina stóra ómsemju á tingi um fiskivinnupolitikkin. Viðgerðin hevur eisini avdúkað stóra ósemju millum stórar partar av vinnuni øðrumegin og avvarðandi myndugleikar og fiskifrøðingar hinumegin. Viðgerðin, ið kundi fylgjast í sjónvarpinum, var ikki júst fremjandi fyri virðingina fyri løgtinginum. Tinglimir stóðu sera hart hvør ímóti øðrum og ikki so sjáldan kom tað fyri, at menn skiftu støðu undir viðgerðini. Nú eru ymsar meiningar partur av fólkaræðinum, men alt við máta. Heildarmyndin var munnhøgging og ruðuleiki, og tað er tí kanska ikki so løgið, at umboð fyri vinnuna høvdu so sterkar atfinningar til myndugleikarnar her í blaðnum í gjár.

 

Viðgerðin gav myndina av einum spjaddum og ósamdum løgtingi, einum løgtingi, hvørs vilji samstundis ikki sampakkaði við politikk landsstýrisins. Endaliga úrslitið av aðru viðgerð lá eisini langt frá útspæli landsstýrisins. Hóast ruðuleikan ber til at hóma eina heildarmynd av ósemjunum á tingi í gjár. Ein ósemjan snýr seg um sakkunnleikan mótvegis tí kunnleika, ella tí støðu, sum partar av vinnuni hava til reguleringar. Her standa partarnir langt frá hvørjum øðrum, nevniliga frá at taka fult og heilt undir við fiskifrøðingunum til at halda uppá, at teirra tilráðingar ikki eru eftirfarandi og føra til vinnuliga afturgongd. Serstakliga stór var ómsemjan um veiðuorkuna, har ein partur heldur fast um, at henda er økt, meðan hin parturin sigur tað øvugta. Ein niðurstøða er, at tað framvegis eru nógvir ósvaraðir spurningar tá talan er um stovnsrøkt. Somuleiðis avdúkaði viðgerðin ósemju og óvissu um, hvat burðardygg fiskivinna veruliga er. Tað er kanska ov nógv sagt, at her vóru eins nógvar allýsingar av hugtakinum, sum tað eru framsøgumenn, men ósemjan er í øllum førum so mikið stór, at onkur við skili fyri økinum átti at tikið stig til at fáa staðfest einaferð med alla, hvat burðardygg fiskiveiða veruliga snýr seg um.

 

Hóast stóru ósemjuna endaði onnur viðgerð við, at uppskotið um 20% niðurskurð frá partamonnum fiskimálaráðharrans varð samtykt við teprum meiriluta, har annar av tingmonnum samstarvsfloksins bjargaði, meðan hin tingmaðurin, formaðurin, var hart ímóti. Tað er ikki givið, at málið endar við hesum úrslitið – til tess var ósemjan og óvissan í gjár ov stór. Tað skal ongan undra, um eitt broytingaruppskot kemur millum aðru og triðju viðgerð, og tá kann málið enda onkustaðni millum uppskotið hjá Johan Dahl og uppskotið hjá Heina og Pálli. Skuldi hetta hent, verður ósemjan á tingi til breiða semju, samstundis sum ósemjan millum landsstýri, løgting og vinnu framvegis stendur við. Henda ósemja millum politisku skipanina og ein stóran part av vinnuni er til ógagns fyri allar partar, og eiga tí stig at verða tikin til tess at skapa betri fatan fyri tí neyðuga politikkinum. Uppskotið um eina ráðstevnu um alt hetta økið kundi kanska verið hent amboð í hesum høpi.