Hetta er á fyrsta sinni í hálvthundrað ára søgu Norðurlandaráðsins at samlaða ráðið heldur fund í Føroyum. Undan hesum hava ymsu nevndirnar undir Norðurlandaráðnum fundast her, men nú koma yvir 150 fólk [...] áhugin í Norðurlandaráðnum nú er vaksandi fyri útnorður londunum, har føroyska, íslendska og grønlendska málini hava verið viðgjørd í ráðnum, og á skránni fyri henda fundin er m.a. framhaldandi viðgerð av [...] heiminum burtur. Ráðið er tí hugað fyri at viðgera hesi døpru útlit og møguliga hjálpa, so hesin spádómur ikki gongur út, sigur Jørgen Niclasen. Samstarv við Útnorðurráðið Samstarv er eisini fingið í lag
sum hava verið á Sundi, siga bart út, at Sund er sera væl egnað til útgerðarhavn. Leivur Hansen er annars væl greiður yvir, at tað snýr seg ikki um her og nú at gera stórar íløgur í útgerðarhavn. At hesar [...] frá flogvøllinum á Sund heldur enn at skula fara til Suðuroyar. Her liggja stovnar og tænastufyritøkur. Her er alt. Leivur Hansen heldur, at tað skulu gerast ovurstórar íløgur í Suðuroynni fyri at kunna [...] til framtíðar oljuútgerðarhavn. Her liggur ein deyð íløga fyri meira enn 50 mill. kr. og hana vilja vit fegnir hava lív í sigur Leivur Hansen, býráðsformaður, nú tað er avgjørt at leiga økið á Sundi til
Føroyum er ein friður, sum vit ikki hava kent aðrastaðni. Tað skulu føroyingar ikki undirmeta. Her kunnu fólk ganga úti á nátt og kenna seg trygg. Fólkið er blítt og fyrikomandi og náttúran er so spennandi [...] ráðgevingarvirki, sum kann veita fjøltáttaða tænastu. Michael er útbúgvin løgfrøðingur, og hevði í nógv ár løgfrøðingarstovu á Hawai. Umframt tað er hann bókmentafrøðingur. Tað kemur honum til góðar, nú hann [...] Hansara rødd er vorðin kend í Føroyum, men hon røkkur eisini út um landoddarnar. Summarið kemur við Michael Reveal Fólk ringja til hansara og siga, at tá hansara rødd hoyrist í lurtinum, so er summarið í
Dánial Hoydal Kristian Blak. (Danmark/Føroyar f. 1947) Kristian Blak er føddur í 1947 í Jútlandi í Danmark. Hann er útbúgvin á Musikvidenskabeligt Institut í Århus. Hann hevur síðan 1974 búð í Føroyum [...] Jacobsen spæla umborð á sluppini Høganes. Skráin hjá Sámali og Ólavi er tann sama, sum varð umrødd í blaðnum í gjár. Tórshavnar Kamartrio sum er mannað av Berghild Poulsen, sopran, Bjarna Berg, klarinett og Árna [...] Symfoniorkestri. Bjarni Berg (Klarinett) sum er musikkskúlalærari, spælir í Føroya Symfoniorkestri og luttekur eisini í ymiskum kamartónleikaligum tiltøkum. Best kendur er hann óivað fyri klassisku sendingar sínar
beton múrarnar er luftin full av virkisfýsni, og tú kennir við eitt, at her hava lærarar og næmingar tað stak gott saman. Bjóða komandi næmingum á vitjan Ein siður, sum tey á Tofta Skúla hava, er, at tey bjóða [...] fuglalívið, sum er har á staðnum. Eisini er tað so, at nakrir næmingar fyri nøkrum árum síðani settu nøkur trø niður á einum stykku, sum kommunan eigur, og sum skúlin hevur fingið at røkja. Skipanin er soleiðis [...] í skúla, og eisini so at næmingarnir kenna hvønnannan. Fyrstu ferð tey hittast, er sjálvsagt til innskrivingina, men tá er tað ofta so mikið av rokan, at tey ikki hava stundir til at heilsast og hyggja
út á Mana. Tað er soleiðis, at fyri at »uppliva« Fiji, so er neyðugt at fara út á tær smærri oyggjarnar, tí á høvuðsoynni er onki at verða eftir. Suva býur, sum er høvuðsstaður, var aftrat tí heila raktur [...] Tað er ikki so torført sum tað kann tykjast, tað ræður bara um at taka eina avgerð og so arbeiða fram ímóti, at hon gerst veruleiki. Onkur segði, at lívið er ein ferð, men vit siga: at ferðast er at liva [...] Fólkið er fyri ein stóran part indarar, men koma annars úr mestu londunum rundanum. MANA ISLAND Vit høvdu fingið at vita frá øðrum fjakkarum, at um vit skuldu til Fiji, so máttu í hvussu so er fara út
túrurin avlýstur vegna sjúku. Hetta er nakað sum kann henda. Men at tað er ongin annar, sum kundi gera hetta arbeiði, seta vit ein stóran spurning við? Tí Løgtingshúsið er ikki eitthvørt hús. Men kanska sum [...] Dovrafjøllum, sum er givin tinginum. Í hesum døgum stendur til framsýningar ein málningur av Havnar skansa undir hersetingini, málaður av J. Waagstein. Við tað at Skansin jú í sær sjálvum er eitt søguligt [...] onkur tók til: »Sigur hetta eitt sindur um fólkini sum starvast á løgtingsskrivstovuni, ella kanska er hetta serstakt føroyskt?« Við allari virðing fyri løgtingshúsinum og tí fólki, sum har starvast, var
Gunnleivur metir DNF hevur havt sína ávirkan, eisini her í Føroyum. ? Undir lønarsamráðingunum í ?92 og ?93 hevði Løgtingið hug at leggja uppí samráðingarnar. Her hugsi eg um lønarniðurskurðin. Starvsmannafelagið [...] sigur føroyska umboðið í stýrinum í DNF og formaður í Starvsmannafelagnum, Gunnleivur Dalsgarð. DNF er ein norðurlendskur samstarvsbólkur. Den Nordiske Funktionærsammensluttning verður hann kallaður. Um [...] Finnland, Svøríki, Noreg, Danmark og Føroyar. Arbeitt verður eisini fyri at fáa Ísland við, men enn er tað ikki eydnast. Undirnevndir eisini við DNF-stýrið hevur eitt umboð úr hvørjum landi. Á stýrisfundinum
? Norðingar í Hvalba? Hvat er tá galið? Speiska viðmerkingin, vit báðir myndamaðurin fingu við rámandi suðuroyardialekt, tá vit komu til Hvalbiar, rakti væl. Tað er í so sjáldan, at ítróttarfjølmiðlarnir [...] teimum nú er altjóða góðkendur, kunnu ivaleyst vænta sær fyrispurningar frá fleiri føroyskum feløgum um at brúka vøllin í altjóða kapping. Tað frættist enntá, at ein fyrispurningur longu er komin frá B36 [...] gav út til dystin, kostaði 10 krónur. Tað hildu vit vera eitt sindur løgið, tí aðrastaðni í landinum er hon ein gáva frá heimaliðnum til áskoðararnar. So hevði tað verið ólíka lættari hjá VB at lagt 20 krónur
Okkara búskapur er sera sárbarur og einstáttaður, verður so javnan sagt av búskaparfrøðingum, og einki er rættari enn tað, men júst tí, er tað so avgerandi neyðugt, at vit eisini fáa gongd á vinnuvegir [...] stríðsmálið, hvar hon skal liggja? Eisini er í hesum sambandi vert at leggja sær í geyma, at tað er við útlendskar útgerðarhavnir vit fara at kappast og ikki okkara millum her heima. Nakrar røddir, sum hava verið [...] Hetland hevur bert eina. Haraftrat siga somu serfrøðingar, at tað er ikki ráðiligt, at menn gera stórvegis av íløgum, fyrr enn vissa er fingin fyri, at olja finst í føroysku undirgrundini. So fyribils eiga