Føroyar eru okkum dýrabarari fyri hvønn dag

Tá Michael Reveal og kona hansara Lynn skuldu flyta, eftir at hava búð í hvør sínum landi í nøkur ár, valdu tey Føroyar. Tað var stytsta leið frá Boston, har yngsta dóttir Lynn býr.

Hjúnini Revael eru heimsborgarar, og hava búðleikast víða um í heiminum. Nú hava tey sett sær fyri at búgva í Føroyum, og fara um stutta tíð at lata upp ráðgevingarvirki, sum kann veita fjøltáttaða tænastu.

Michael er útbúgvin løgfrøðingur, og hevði í nógv ár løgfrøðingarstovu á Hawai.

Umframt tað er hann bókmentafrøðingur. Tað kemur honum til góðar, nú hann hevur fastan tátt í Útvarpinum, har hann lýsir hvønn blett í Føroyum so áhugaverdan og forvitnisligan, at ferðafólkini helst leita higar og hagar um oyggjarnar, eftir hansara ávísingum.

Hansara rødd er vorðin kend í Føroyum, men hon røkkur eisini út um landoddarnar.


Summarið kemur við Michael Reveal

Fólk ringja til hansara og siga, at tá hansara rødd hoyrist í lurtinum, so er summarið í nánd. Tey geva honum hugskot til sendingarnar, men tá vit spyrja, hvat fólk siga um hesar, svarar Michael:

­ Tað er jú soleiðis í Føroyum, at um nakað ikki er gott, so siga fólk einki. Tí eri eg sera fegin tá fólk ringja og hava hugskot um eitthvørt, sum eg kundi tikið upp í sendingunum.

­ Herfyri ringdi ein maður í Skotlandi. Hann er frímerkjasamlari og samlaði føroysk frímerkju. Skotin vildi bert siga mær, at hann hoyrdi mínar sendningar, og helt tær verða so forvitnisligar, at nú noyddist hann at koma hendavegin at ferðast, sigur Michael Reveal borsnadi.

Hjúnini Reveal, sum eru 46 og 53 ára gomul, giftust fyri sjey árum síðan. Tey eiga tilsamans fimm tilkomin børn, sum búgva víða um í heiminum.

Michael hevði sakføraravirki á Hawai í nógv ár, og kona hansara Lynn, sum hevur universitetsprógv í altjóða leiðslu og stýring, starvaðist í Kalifornia


Sessaðust við heimskortinum

Tá børnini fluttu heimanífrá, skuldu hjúnini gera av, hvar tey frameftir skuldu búleikast. Lynn er reyðhærd, og tolir ikki sólina, og tí kundu tey ikki búgva á Hawaii.

Bert høvdu hjúnini sett sær fyri, at búgva í einum oyggjalandi, og Írland og Skotland vóru umhugsað. Tey settust stutt sagt at kanna heimskortið, og komu fram til, at stytsta leiðin úr Boston, har yngsta dóttir Lynn býr, var um Ísland til Føroya.

­ Eg búði eitt skifti í Noregi fyri 25 árum síðan, og tá stóð mær einaferð í boði at fara til Føroya, men eg kom ikki so langt. Eg visti tí hvar Føroyar vóru, og fór nú á Internetið at vita, hvørjir møguleikar vóru fyri okkum her, sigur Michael Reveal.

Hjúnini høvdu eisini umhugsað at búsetast í Japan av tí at har var Michael su 16 ára gamal eitt ár su AFS¹ari og dugir málið, men tað helt Lynn verða ov langt heimanífrá.


Vilja læra onnur fólkasløg og aðrar mentanir at kenna

Spurd hví USA ikki varð umhugsað, siga tey bæði Lynn og Michael, at tey altíð hava búð millum blandað fólkasløg og mentanir, og at tey vilja uppliva heimin frá øðrum sjónarhornum enn heima, hóast tey bæði hava røtur sínar í USA.

Hjúnini vóru av røttum bilsin, tá tey komu til Føroya í 1996. Hóast lívligt prát á Netinum, so høvdu tey ikki ímyndað sær, at slíkur serstakur blettur var til í heiminum.

Michael: ­ Í Føroyum er ein friður, sum vit ikki hava kent aðrastaðni. Tað skulu føroyingar ikki undirmeta. ­ Her kunnu fólk ganga úti á nátt og kenna seg trygg. Fólkið er blítt og fyrikomandi og náttúran er so spennandi og vøkur, at eg ikki havi orð fyri tí.


Onnur fáa vitan um Føroyar við okkum

Lynn: ­ Vit læra nógv av at fara heimanífrá. Ikki bert vit bæði, men eisini okkara foreldur, børn og vinir læra um eitt fremmant land gjøgnum okkum.

­ Børn okkara hava tikið allan heimin til sín, og vit kunnu gjøgnum tey læra um onnur fólkasløg og mentanir, eins og tey hoyra um Føroyar gjøgnum okkum, sigur Lynn.

Hon heldur, at heimurin broyttist eftir seinna heimsbardaga, tá fólkið í USA lærdi onnur fólk og mentanir at kenna. Síðani hava hon og systkini ferðast víða um. Ein beiggi hennara býr í Kina, og ein í Kolumbia.

Tey vóru eisini AfS¹arar í skúlatíðini, og vóru í Afrika og aðrastaðni tá.


Í veruleikanumer øll fólkasløg góð

­ Fyrimunurin hjá okkara ættarliði er, at vit hava lært at ferðast frá einum landi til annað á ungum árum. Vit eru ikki bangin fyri tí fremmanda, og hava lært, at í veruleikanum eru øll fólk góð.

­ Tá beiggi mín einaferð spurdi meg, hvat fólk í USA vistu um Kolumbia, segði eg sum var, at vit vistu um nógva kriminalitetin, narkotikafraleiðsluna, og brotsmannalið o.s.fr.

Hann kendi ikki tað samfelagið aftur, sum eg segði frá, men sum hann búði í, og spurdi, um eg ikki visti meir?.

­ Seinni fór eg at vitja hann, og varð sannførd um, at Kolumbia er eitt sera vakurt land og fólkið avbera dugnalig og fyrikomandi. Var eg ikki farin higar, visti eg ikki betur, sigur Lynn.


Føroyska familjan

tók tey til sín

Tá Lynn og Michael Reveal komu hendavegin, leigaðu tey tvey rúm frá familju í Havn. Har búðu tey í eitt ár, men hava nú keypt sethús i Havn.

­ Hetta árið gjørdi munin. Vit vóru tikin inn í familjuna, og vórðu bjóðað við allastaðni, har familjan fór. Vit vóru so hugtikin av tí góðu móttøkuni, og avgjørdu at búsetast her.

Michael Revael hitti Kára Sverrissson, sum m.a. arbeiðir í Útvarpinum, og hugskotið til útvarpssendingarnar hjá Michael varð veruleiki.

­ Eg hevði altíð ynskt mær at gerast útvarpsmaður, men í USA er torført, og tú skalt berjast fyri at sleppa framat mikrofonini.

­ Fyrsta sendingin var strævin, og eg hugsi at eg nýtti heilan dag at skriva eina síðu, men starvsfólkini í Útvarpinum hava verið sera beinasom og hjálpt mær væl, sigur Michael, sum við tíðini hevur tikið áhugaverdar táttar um søgu Føroya upp í sendingunum.

­ Samtíðin hevur lært meg nógv um søguna, og tað havi eg eftir besta førimuni roynt at gera meira við í sendingunum, sigur Michael.

­ Vit hava búð her í tvey ár, og kenna nógv fólk. Tá kom hugurin at kenna søguna og læra málið. Tað gevur okkum møguleikar at liva lukkuligt her, sigur Michael, sum ikki í einfaldum orðum rættiliga fær lýst, hvussu væl gerandisdagurin í Føroyum gagnar hjúnunum. Lynn brosar og sigur, at hon er samd.


Vilja vera føroyska samfelagnum til nyttu

­ Frá tí degi vit komu higar, hava vit vitjað fólk, handlar og fyritøkur, fyri at vita, um vit kunnu vera til nyttu í hesum samfelagnum, sum tøkk fyri góða móttøku.

­ Við okkara útbúgvingum og kunnleika í altjóða samskifti av ymsum slag, kunnu vit ráðgeva fólki og fyritøkum, eitt nú fyri at fremja útflutningin til USA, siga tey bæði, sum m.a. fara at undirvísa í enskum handilsmáli á ráðgevingarvirkinum.

­ Vit leitaðu allastaðni í verðini, og funnu hetta landið. Tað er ikki bert vorðið ein liviháttur, men okkurt, sum hevur meir at týða fyri okkum.

­ Tá fólk spyrja okkum, hvussu leingi vit skulu búgva í Føroyum, svara vit við at siga: - Hvar skulu vit fara?


Minnir lættari at

bera enn lutir

­ Frá at hava sakføraravirki í stóru verð og til Føroya, er stórt lop. Eru vinnumøguleikar tykkara ikki skerdir?

­ Um tú hugsar um tað fíggjarliga, so sigi eg sum mamma mín: - Samla tær minnir, ístaðin fyri lutir, tí tey eru ikki so tung at bera, sigur Michael.

Tað, at sakførararvinnan gevur nógvan pening av sær, er ikki altíð rætt. Tað velst um, hvønn ein arbeiðir fyri, sigur Michael.

Seinastu árini í sakføraravirki sínum á Hawai, arbeiddi hann fyri fátækrafólk, eitt nú kvinnur, sum skuldu skiljast, ungfólk, ið vóru ákærd fyri lógarbrot, eins og hann hjálpti fólki í smáfyritøkum, at samráðast við stórar fyritøkur.

­ Eg havi ongantíð havt ein dreym um at koyra í stórum bilum, og at hava nógvan pening um hendi. ­ Heldur ikki hugsa vit, at vit havi mist nakað við at koma hendavegin, undantikið at vit eru so langt burturi frá børnunum, siga Lynn og Michael Reveal.