tann populerasti maðurin í náttarlívinum í Havn. Hann er myndamaður til tiltøk og hendingar í náttarlívinum, og nógv halda tað verða ein heiður at sleppa í myndamappuna hjá Axeli. - Í byrjanini tók eg bara [...] sjey mánaðirnir hava ótrúliga nógv fólk tosað við meg um mínar myndir. Eisini fólk, sum eg ikki kenni. Men eg eri framvegis stakur, so spurningurin er, hvussu populerur eg í veruleikanum eri, sigur Axel [...] føroyingar fara í býin fyri at hugna sær. Eg uppliva nærum ongantíð nakað ógvusligt í býnum. Fólk fara í býin fyri at hugna sær, sigur hann. Er professionellur myndamaður Umframt at ferðast í býarlívinum,
við fólk og tilsamans hava tey tosað við 200 fólk. Talan er um klaksvíkingar og fremmandafólk í Klaksvík, umframt klaksvíkingar í Havn og klaksvíkingar í Danmark. Í fyrstu atløgu tosaðu tey við fólk í Klaksvík [...] Klaksvík, sum umboðaðu ymsar bólkar í samfelagnum, bæði til vinnulív, mentan og sosiala støðu. Í aðru atløgu tosaðu tey við klaksvíkingar, sum hava búsett seg í Havn og í Danmark og tey hava eisini tosað [...] tey lokkast heim aftur. Og so er tað ein bólkur av føroyingum í Danmark, sum tað ikki er pláss fyri í Føroyum, tí umstøðurnar eru nógv betri í Danmark, tað kann vera stakir uppihaldarar, tónleikarar, listafólk
hevði hon dóttrina í bað, meðan heilsusystirin var hjá henni. Heilsusystirin skuldi koma aftur seinnapartin, men kom ikki. Gentan tikin Í staðin kom umboð fyri barnaverndina í Havn og fosturforeldraskipanina [...] staðfesti avgerðina hjá barnaverndini í Havn um at taka barnið frá Marjuni, víðkaði eisini tímatalið fyri, hvussu nógvar tímar hon kundi vitja gentuna. Tá ið so barnaverndin í Klaksvík yvirtók málið, var tímatalið [...] millum frammanundan. Gentan varð doypt 8. januar í ár, og 10. januar var málið fyri í rættinum. 29. januar fall dómurin, sum segði, at barnaverndin var farin í so langt við at taka barnið frá Marjuni. Marjun
fólki í arbeiðsførum aldri millum 16 og 67 ár er minkað 8 prosent. Í 1990 vóru 479 fólk yvir 67 ár í Klaksvík. Í 2010 vóru tey 637. Talið á fólki í arbeiðsførum aldri millum 16 og 67 ár var 3160 í 1990 [...] gongdini í mínum egna ættarliði við at hyggja at íbúgvaratalinum í aldursbólkinum 10-20 ár í 1990, 20-30 ár í 2000 og 30-40 ár í 2010. Her vísa tølini, at í Klaksvík búgva 30 prosent færri í aldursbólkinum [...] dømi er Jan Ziskasen í USA. Hann er KT-stjóri í størstu matvørufyritøkuni í heiminum, Kraft Foods. Ein tílík avbjóðing finst hvørki í Klaksvík, Havn ella aðrastaðni í Føroyum. Johnny í Grótinum nevndi eisini
gera íløgur í gransking og menning. Allar avtalurnar skulu hava breiða politiska semju, og karmarnir skulu setast fyri trý ár í senn. ------- 150 útbúgvin fólk rýma árliga Føroyingar liggja í topp viðvíkjandi [...] Nýggi próvtalastigin, sum hevur verið ávegis í fleiri ár, verður í summar settur partvís í gildi. Tað vil siga, at bert fólkaskúlarnir fáa nýggja próvtalsstigan, sum gongur frá 12 til minus 3. Miðnáms [...] umsóknum í mun til talið av plássum. Jú fleiri umsóknir eru til hvørt lestrarpláss, jú hægri verður kravda miðlatalið (kvotienturin). Miðaltalið kann tí skifta nógv frá ári til ár, alt eftir hvussu nógvar
ikki bara eitt skot út í tokuna, sigur Jóannes Jacobsen. Í talvunum niðanfyri eru tøl úr øllum heiminum býtt upp í hvussu langa útbúgvingar fólk hava í miðal sett í samband við, hvussu stórt BTÚ er. TALVUR [...] i og í føroysku miðlunum. (sitatini skulu setast stórt upp - kanska við ójøvnum bókstavum) "Hvør hevur koyrt landið á heysin? Hvør sat í bankunum í 80'unum? Hvør sat í Eik? Hvør sat í bankunum í Íslandi [...] samanhangur ímillum, hvussu stórur partur av fólkinum er útbúgvin, hvussu langa útbúgving tey hava í miðal, og so hvussu stór bruttotjóðar úrtøkan er. Tað verður millum annað útgreinað í bókini "Introduction
Faroe Seafood lá í Havn - á fyrrverandi Bacalao, men hetta virkið var ikki við í keypinum hjá nýggja samtakinum. Nú verður so høvuðssætið hjá nýggja samtakinum altso í Runavík - og ikki í Havn. Grannavirki [...] samtakið keypti, er fyrrverandi Lynfrost í Saltangará og fyrrverandi Nykur á Toftum. Í Runavík hevði Faroe Seafood flakaframleiðslu, serliga úr upsa, og á Toftum hevur í nógv ár verið saltfiskaframleiðsla. Øll [...] stjórunum í nýggja samtakinum, segði herfyri, at nýggja samtakið fer at hava sína egnu søludeild, og at hendan verður skipað á høvuðsskrivstovu felagsins, sum verður í Runavík. Hetta segði hann í samrøðu
Nielsen, sum í 20-árunum kom til Føroya at undirvísa í húsarhaldi. Áhugan fyri Føroyum fekk hon, tí hon í Danmark hevði fleiri næmingar úr Føroyum, og so hevði hon eisini hug at uppliva nakað. Í 1929 bygdi [...] Tað hvílir ein serligur friður yvir hvíldarheiminum Naina í Gundadali í Havn. Hvíldarheimið minnir ikki um nakran stovn. Har valdar heimligt ró. Lakeraðu trappurnar skína, og stovurnar eru hugnaligar við [...] bygdi hon ein húsarhaldsskúla í Havn, og eftir at hava verið runt í landinum og sæð, hvusu ússaligt lív nógvar familjur livdu, fekk hon tað hugskot at stovna eitt hvíldarheimi við húsarhaldsnæmingum sum a
okkum, vísir Eva Skeel Nolsø, forkvinna í felagnum, á. Síggja ikki virði í lesandi Í nevndini undrast tey á, hví flestu føroysku fyritøkurnar, tey hava sett seg í samband við, annað hvørt eru avvísandi [...] til, at føroysku fyritøkurnar ikki síggja virði í hesum, sigur Tróndur Hentze Søren, sum eisini er við í nevndini. Tað er í beinari andsøgn við gongdina í Danmark, har fyritøkur heldur enn gjarna samstarva [...] Tey hittast javnan, fólkini, sum manna nevndina í Samvinnuni, ið er felagsskapurin hjá teimum føroysku lesandi á handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Men hjá teimum er annað er enn øl og sosial samvera
nóg væl integreraður í danska samfelagnum, sigur Ella og sipar til, at tað í stóran mun ber til at liva eina føroyska tilveru í danska høvuðsstaðnum. Tað eru nevniliga nógv dømi um fólk, sum búgva á Oyrasundi [...] øll frá ymsum støðum í Føroyum, hava ymsa bakgrund og kendu ikki hvønn annan, tá tey búðu í Føroyum. Men tað gera tey nú, eftir at tey øll eru flutt av landinum til Keypmannahavnar í útbúgvingarørindum [...] verð. Vinmenninir, sum eg fylgist mest við í Danmark, eru fólk eg havi lært at kenna á Oyrasundi, fortelur Helgi. Oyrasund var ikki meiningin Søgan hjá Ellu er í so máta øðrvísi. Hon og sjeikurin, Høgni