Eydna Skaale
Hóast føroyingar í alt størri mun útbúgva seg, so eru framvegis nógvar neiligar viðmerkingar at hoyra í almenna kjakinum - serliga um akademikarar, sum ikki skulu halda seg vera. Men tað er ikki bara bert reyp av teimum, ið hava útbúgvið seg.
Altjóða tøl vísa, at tað er greiður samanhangur ímillum, hvussu stórur partur av fólkinum er útbúgvin, hvussu langa útbúgving tey hava í miðal, og so hvussu stór bruttotjóðar úrtøkan er. Tað verður millum annað útgreinað í bókini "Introduction to Modern Economic Growth" (2009) hjá Daron Acemoglu, sum er professari á MIT og ein av allarfremstu búskaparfrødingum í heiminum.
Nógv granskað økið
Jòannes Jacobsen, doktari í búskparfrøði, er somuleiðis sannførdur um, at útbúgvingin hjá fólkinum hevur stóra ávirkan á BTÚ í einum og hvørjum landi.
- Tað er semja í búskaparfrøðini um, at hvørt ár meira í miðalútbúgvingarstøði hjá landsins íbúgvum økir bruttotjóðarúrtøkuna fyri hvønn íbúgva millum 6 og 10 %.
Men hvussu kann Jòannes vera vísur í, at tað er útbúgvingarstøðið, sum hækkar fyrst og at fíggjarstøðan so fylgir eftir - og ikki øvugt?
- Hvussu búskaparfrødingar greina hvønn veg kausaliteturin gongur millum útbúgvingarstødi og inntøkustødi er torført at greida frá. Í stuttum kann sigast, at búskaparfrødi og sunn fornuft siga, at kausaliteturin gongur bádar vegir, greiðir Jóannes frá.
- Uppgávan er so at finna útav, hvussu stór ávirkanin er hvønn vegin. Til at finna útav, hvussu stór ávirkanin frá útbúgvingarstødi til inntøkustødi er, verda gjørdar serligar statistiskar greiningar, sum júst royna at taka hædd fyri, at partur av positiva sambandinum millum útbúgvingarstødi og inntøkustødi gongur frá inntøkustødi til útbúgvingarstødi heldur enn hinvegin.
- Tad er trupult at greida nærri frá, hvussu hesar statistisku greiningar vera gjørdar uttan at blíva rættiliga tekniskur. Lat meg bara siga, at hetta er eitt øki, sum búskaparfrødingar hava gjørt sera nógv vid, so 6 til 10 % er ikki bara eitt skot út í tokuna, sigur Jóannes Jacobsen.
Í talvunum niðanfyri eru tøl úr øllum heiminum býtt upp í hvussu langa útbúgvingar fólk hava í miðal sett í samband við, hvussu stórt BTÚ er.
TALVUR OG TØL SETAST INN HER
Tað sæst eitt greitt mynstur, at vesturheimurin, sum hevur langar útbúgvingar, eisini hevur hægst BTÙ. Myndin við prikkunum gevur eina greiða fatan av, at har er ein samanhangur.
--------------------------------------------------------------------------------------
Sitat frá føroyskum politikarum hoyrd á Tingsins røðarapalli og í føroysku miðlunum.
(sitatini skulu setast stórt upp - kanska við ójøvnum bókstavum)
"Hvør hevur koyrt landið á heysin? Hvør sat í bankunum í 80'unum? Hvør sat í Eik? Hvør sat í bankunum í Íslandi? Útbúgvin fólk!"
"Egningarskúrarnir hava altíð verið tey bestu universitetini"
"Fólk við útbúgving skulu slett ikki koma heim aftur, tí tey skapa onki virði fyri samfelagið"
"Útróðrarmenn sleppa ikki longur í tingið, tí lærarar og akademikarar hava yvirtikið landið."
"Akademikararnir suðuri í Havn gevast ikki, fyrr enn teir hava skolað samfelagið langt út á streymasjógv"