Ungar mammur mugu loftast

Marjun Guttesen hevur í Føroya rætti fingið staðfest, at barnaverndin av órøttum tók barnið frá henni. Nú sær hon fram til at fáa barnið aftur, og hon ætlar eisini at læra til køksassistent

Hóast hon bara er 25 ára gomul hevur Marjun Guttesen úr Havn longu havt nógvan mótgang.
Men hon hevur eisini vunnið ein sigur. Í januar kom Føroya rættur til ta niðurstøðu, at barnaverndin bar seg skeivt at, tá ið lítla dóttirin varð tikin frá henni.
Sjálv er Marjun Guttesen ikki i iva um, hví tað fyri fimm árum byrjaði at ganga galið hjá henni: Hon var upp á vegin, misti hon fostrið, og tað tók hart upp á hana.
Hon var als ikki komin fyri seg, tá ið hon nakrar mánaðir seinni bleiv upp á vegin. Alla tíðina, meðan hon gekk við barninum, var hon ræðslusligin fyri at missa barnið.
Hetta hendi tó ikki, og hon fekk ein væl skaptan drong.
- Men triðja dagin fekk eg eina føðidepressión, og tað var heilt vist orsakað av missinum fyrru ferð, sigur Marjun Guttesen.
Hon var ikki væl fyri, tá ið hon fór heim av sjúkrahúsinum, men hon heldur, at tað gekk væl at taka sær av barninum.
Tað hava tey ikki verið líka sannførd um á sjúkrahúsinum, sum hevði sent barnaverndini eitt skriv, uttan at foreldrini vistu av hesum. Barnaverndin setti seg i samband við foreldrini og valdi at hjálpa familjuni figgjarliga og at seta inn meira vegleiðing frá Gigni tað fyrsta árið.

Lat sonin frá sær
Tey ungu foreldrini og barnið fóru á familjudeildina á barnaheiminum í Havn.
- Hettar var nakað, sum vit sjálv valdu fyri at fáa eina nýggja byrjan. Eg var ovurfegin og væntaði, at tá fór at ganga betur, men ólukkutíð var hetta, beint sum deildin skuldi lata aftur. Myndugleikar og tíðindafólk komu rennandi, og starvsfólk grótu. Vit vóru har eitt hálvt ár, og tað var ein ræðulig tíð, sigur Marjun.
Stutt áðrenn uppihaldið á familjudeildini var úti, brast bumban. Ì niðurstøðuni av uppihaldinum stóð, at Marjun hevði skerdar førleikar til at vera mamma. Skrivið segði einki um, hvat hon kundi gera betur, og ti var hettar sum at fáa ein vátan vøtt. Marjun og pápin at barninum høvdu ikki felags foreldramyndugleika.
- Tá ið vit fóru frá hvørjum øðum, helt eg tað vera best at sonurin flutti við pápa sínum til Klaksvíkar, tí at eg var bangin fyri, at hann kundi vera tikin frá mær.
Hon flutti til Havnar, og tann tíðin var ein sera trupul tið at fáa alt at ganga upp. Hon saknaði sonin og at fáa ein gerandisdag at koyra var ein kampur.
Ein vinkona hjá Marjuni bjóðaði henni at koma niður til Danmarkar at vera har eina tíð, í vónini um at koma fyri seg og hon tók av.

Ikki sálarsjúk
-Tá ið eg kom niður til Danmarkar, setti eg meg i samband við ein lækna, sum segði, at eg hevði eina depressión, sum ikki var rætt handfarin, tí eg hevði ikki fingið røttu viðgerðina. Harfrá var tilmælt mær samrøður frá økispsykiatrini, og har var tilknyttur ein lækni sum segði mær , at eg als ikki var sálarliga sjúk, men sálarliga illa viðfarin, uggar Marjun seg við.
Hon gjørdist aftur upp á vegin, og av tí at hon var einsamøll og ikki fann nakra íbúð, endaði tað við, at hon fór aftur til Føroya.
Barnaverndin setti seg aftur í samband við hana, og hon fekk boð um, at viðvíkjandi niðurstøðuni frá familjudeildini 200, mettu tey, at hennara foreldraførleiki skuldi kannast.
- Eg fekk at vita, at um úrslitið ikki var gott, kundi barnið verða tikið frá mær. Tað var ikki stuttligt at fáa at vita. Eg var næstan komin til at eiga og fór fullkomiliga i sjokk.
Hon var tá blivin væl við ein ungan mann, sum hjálpti henni við at flyta inn í íbúð í Klaksvík, og íbúðin skuldi vera klár, tá ið hon hevði átt. Hon vildi til Klaksvíkar, soleiðis at børnini kundu síggja hvørt annað, samstundis sum hon fekk betri møguleikar at vera um sonin.

Aftur á familjudeildina
Marjun átti nakrar dagar ov tíðliga, og meðan hon lá á Landssjúkrahúsinum, kom eitt umboð fyri kommununa at vitja, og hon varð biðin um at skriva undir, at hon aftur skuldi á familjudeildina.
- Hann segði, at um eg ikki skrivaði undir, kundi eg vænt, at dótturin fór at verða tikin frá mær. Dagin eftir skrivaði eg undir, tí eg helt tað vera best at samstarva.
- Eg helt tað ganga væl, sjálvt um gentan hevði krím og tí ikki tók so nógv uppá.
Ein dag kom ein vinkona at vitja, og tær báðar ætlaðu sær at fara ein túr við hvør sínum vogni. Men nei, Marjun kundi ikki sleppa út sjálv og fekk onga grundgeving, hvi so var.
Marjun klagaði til sosialu deild, og úrslitið var, at hon slapp út sjálv við vogninum.
Hon upplivdi tað mangan sum, at hon var mett at vera minni ment.

Varð eygleidd
Marjun, dótturin og vinmaðurin fóru til Klaksvíkar, og tá fór gentan at taka væl uppá.
Um dagin kom heilsusystirin at vitja, og sambært heilsusystrini var sambandið gott millum mammu og barn. Hetta var beint tað øvugta av tí, sum aðrir sosialir myndugleikar søgdu.
- Tað var einki at siga til, at metingarnar av mær vóru soleiðis, tí eg var undir trýsti alla tíðina, sigur Marjun.
Eitt vikuskifti skuldi unga familjan eisini eygleiðast um náttina. Marjun fekk boð um at seta vekjaran til klokkan hálvgum trý. Ta fyrstu náttina komu fólk, men tær báðar næstu næturnar hevði hon ikki hoyrt tey banka á dyrnar. Hetta varð lagt út sum, at hon hevði forðað myndugleikunum í at koma inn. Eingin ringdi.
Mánamorgun hevði hon dóttrina í bað, meðan heilsusystirin var hjá henni. Heilsusystirin skuldi koma aftur seinnapartin, men kom ikki.

Gentan tikin
Í staðin kom umboð fyri barnaverndina í Havn og fosturforeldraskipanina, og Marjun fekk at vita, at gentan sama kvøld skuldi til eina familju í aðrari bygd til fostur.
- Eg fór fullkomiliga í koma og noktaði. Eg ringdi til politiið, sum einki fekk gjørt. Men tá ið eg hevði hugsað meg um, valdi eg aftur at samstarva, so eg pakkaði neyðugastu klæðini í eina tasku.
Marjun og vinmaðurin sluppu sjálv at koyra barnið til fosturforeldrini. Hin bilurin fylgdi aftaná.
Marjun hevur einki ilt at bera forsturforeldrunum. Tey eru av fittastu fólkum, og hon hugsaði beinanvegin, at hvussu víkti og vendi, fóru tey altíð at vera ein partur av lívinum hjá dóttrini. Tí bað hon fosturmammuna til gummu hjá dóttrini.

Økt samvera
Høvuðsbarnaverndin, sum annars staðfesti avgerðina hjá barnaverndini í Havn um at taka barnið frá Marjuni, víðkaði eisini tímatalið fyri, hvussu nógvar tímar hon kundi vitja gentuna.
Tá ið so barnaverndin í Klaksvík yvirtók málið, var tímatalið enn eina ferð økt.
Nakrar dagar eftir at gentan varð tikin frá henni, vendi Marjun sær til rættarhjálpina og síðan til ein advokat.
Tá ið hon hevði mist gentuna, slapp hon heldur ikki longur at hava sonin. Hon slapp heldur ikki at halda jól seinast saman við honum, hóast hettar var avtalað foreldranna millum frammanundan.
Gentan varð doypt 8. januar í ár, og 10. januar var málið fyri í rættinum. 29. januar fall dómurin, sum segði, at barnaverndin var farin í so langt við at taka barnið frá Marjuni.
Marjun hevur gjørt avtalu við myndugleikarnar, at um fýra mánaðir skal hon sleppa oftari at vitja dóttrina, og tímatalið verður økt eina ferð aftrat fýra mánaðir seinni. Um eitt ár skal hon fáa dóttrina aftur. Samstundis skulu tey seta inn við øllum, sum kann fáa Marjuna aftur á føtur og megna sín foreldraførleika.

Vit mugu loftast
Marjun hevur ongantíð sett seg upp ímóti at fáa stuðul, og hon hevur heldur ikki verið afturhaldandi við at biða um hjálp og viðgerð, tí hon hevur mangan verið illa fyri. Men heldur enn at taka barnið frá henni, áttu tey at givið henni meira vegleiðing og eisini givið henni neyðugu hjálpina frá sálarfrøðingi, heldur hon. Marjun er sera hørm um at einki tilboð er i Føroyum har móður og barn kunnu vera saman hjá einari fosturfamilju, soleiðis at tað ber til at rætta upp tað, sum haltar við at vera foreldur. Tað eru ikki allar familjur, sum hava eitt bakland at heita á, og um hettar ikki kann broytast, so eru tað nógvar familjur i Føroyum, sum vera spjaddar, og tað kann eisini gera tað, at eingin hættar sær at leita sær hjálp. Somuleiðis kundu nógvar skattakrónur verið spardar, ti at tað er eingin ivi um at fosturforeldur sjálvsagt fáa løn fyri teirra arbeiði.
- Eg eri góð við míni børn og vil teimum tað allarbesta. Tað er eingin skomm at siga, at einum tørvar hjálp frá sálarfrøðingi, ei heldur er skomm at hava føðidepressión.
Vit mugu loftast, tá ið tað ikki gongur væl. Eg hevði ikki torað at fingið fleiri børn, tí hvat nú um myndugleikarnir eisini koma eftir teimum? spyr Marjun.