Anfinnur Olsen, sum er ein av trimum pørtum aftanfyri Framherja og sum nú er annar av stjórunum í nýggja samtakinum, segði herfyri, at nýggja samtakið fer at hava sína egnu søludeild, og at hendan verður skipað á høvuðsskrivstovu felagsins, sum verður í Runavík.
Hetta segði hann í samrøðu við Dimmalætting.
Høvuðsskrivstovan hjá gamla Faroe Seafood lá í Havn - á fyrrverandi Bacalao, men hetta virkið var ikki við í keypinum hjá nýggja samtakinum.
Nú verður so høvuðssætið hjá nýggja samtakinum altso í Runavík - og ikki í Havn.
Grannavirki
Av teimum fýra virkjunum, sum nýggja samtakið keypti, er fyrrverandi Lynfrost í Saltangará og fyrrverandi Nykur á Toftum.
Í Runavík hevði Faroe Seafood flakaframleiðslu, serliga úr upsa, og á Toftum hevur í nógv ár verið saltfiskaframleiðsla.
Øll tey seks skipini, sum eru við í keypinum, hava øll árini siglt út av Runavík, eins og tey hava lagt veiðina upp á landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará
Skipini eru soleiðis farin og komin um havnalagið hjá Runavíkar havn. Manningin er komin úr ymiskum heraðshornum í landinum.
Kongshavn
Enn veit eingin, hvussu verður við landingarmiðstøðini Kongshavn, sum ikki er insolvent, men skal seljast, eins og allar aðrar ognir, sum vóru undir hattinum hjá Faroe Seafood-samtakinum.
Eini 25-30 fólk hava havt sítt tilknýti til landingarmiðstøðina, sum nú aftur hevur landað nøkur skip eftir steðg í ein mánaða ella so.