Ein orsøk til at fólk aftra seg at búsetast í Klakvík er, at Klaksvík er komið í ringt orð.
Tað avdúka samrøður, sum vakstrarbólkurin hjá Klaksvíkar Býráði og Suni Poulsen, sálarfrøðingur, hava havt við ein hóp av fólki.
Tey hava nógvar atfinningar ímóti klaksvíkingum. Hald er í summum atfinningum, men øðrum atfinningum er tað púra onki hald í øðrum, heldur sálarfrøðingurin.
Ein vanlig atfinning er, at tað er alt ov keðiligt í Klaksvík, tí tað er ov lítið at fara til.
Eitt, sum ger Klaksvíkina keðiliga, er, at kafélívið er deydligt, og at matstovurnar og dansistøðini eru ov fá.
- Hetta er bara partvís rætt, tí samanumtikið hendir ikki so lítið í Klaksvík og hvørt ár eru fleiri stór tiltøk.
Og kafélívið heldur hann ikki er nakar trupulleiki, tí er veruliga brúk fyri eini kafé, skal hon nokk koma.
Annars er kafémentanin ikki so stór í Klaksvík, tí fólk ganga inn til hvønn annan at drekka kaffi og skipa fyri føðingardøgum og tiltøkum, har tey bjóða fólki heim.
- Tað er altso ikki rætt, at ein kafé er lykilin til menning, sigur Suni Poulsen.
Ein onnur vanlig atfinning er, at Klaksvíkin er gjøgnumsúrgað av vina- og kenningapolitikki og at tey, sum hoyra til ávísar trúarbólkar, fáa betri sømdir enn onnur.
- Hesum er púra onki hald í. Hetta hevur einaferð verið støðan, men er tað avgjørt ikki longur, staðfestir Suni Poulsen.
Og so eru tað ikki so fá sum halda, at gjaldið fyri at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin, er ein forðing fyri menning.
Men her er sálarfrøðingurin bara samdur. Hann er samdur í, at ókeypis koyring hevði ført til meiri ferðslu, men tað er ikki nóg mikið til at skapa vøkstur í Klaksvík og tað er heldur ikki ein avgerðandi forðing.
Yvirhøvur heldur hann ikki, at nakrar av hesum atfinningum hava serliga stóran týdning, tá ið við hugsa um tær veruligu avbjóðingarnar, ið standa fyri framman, heldur sálarfrøðingurin.
Bygdasligir
Suni Poulsen heldur kortini, at spyrt tú fólk uttaneftir, hvat tey halda um klaksvíkingar, er niðurstøðan rættiliga sermerkt.
- Nógv halda, at klaksvíkingar eru lokalpatriotiskir og bygdasligir eisini eitt sindur heimføðisligir – men at teir enntá eru eitt sindur stoltir av tí.
Klaksvíkingar bera eisini orð fyri at hava ein sterkan felagsskap og tað er ikki lætt hjá fremmandum at sleppa upp í sosiala felagsskapin hjá klaksvíkingum
Men skulu tey eyðmerkja ein klaksvíking, er tað eisini ein sjómaður, sum livir ta frælsa og sunna lívið, ein norðuratlantiskur-cowboy, sum livir í og av náttúruni.
Fýra bólkar
Suni Poulsen staðfestir, at ein kanning hjá Norðuratlantsbólkinum vísir, at í høvuðsheitum kunnu føroyingar í Danmark býtast í fýra bólkar.
Har er ein bólkur av føroyingum, sum føla seg sum danir og tey koma aldrin aftur, so tað er bursturspilt at brúka orku upp á at royna at lokka tey heim aftur.
Hinvegin er ein stórur bólkur, sum er farin niður at lesa, tí útbúgvingin fæst ikki í Føroyum, men sum hevur ein sterkan, føroyskan samleika. Men ofta finna tey sær maka og verða sostatt ”fangað” í Danmark.
- Tað er púra skeivt at siga, at tað er gott, at ung fara av landinum at lesa, tí so kunnu tey koma aftur við nýggjari vitan, sigur Suni Poulsen.
Tí hevur tað týdning at hava góð útbúgvingartilboð í Føroyum, so at ung fólk sleppa undan at fara av landinum.
- Men so er eisini ein bólkur av føroyingum, sum hava ein tvíbýttan samleika og fáa tey eitt gott starv, kunnu tey lokkast heim aftur.
Og so er tað ein bólkur av føroyingum í Danmark, sum tað ikki er pláss fyri í Føroyum, tí umstøðurnar eru nógv betri í Danmark, tað kann vera stakir uppihaldarar, tónleikarar, listafólk og so víðari.
Harður kampur
Suni Poulsen staðfestir, at skal tað eydnast at lokka fleiri fólk til Klaksvíkar at búgva, verður tað ein ein harður kampur.
Hann leggur afturat, at hesin kampurin er á tveimum hermótum, tí Klaksvíkin kappast ikki bara ímóti Havnini.
Tað er sanniliga eisini ein kapping ímóti Keypmannahavn, sigur hann
Sostatt er Klaksvík ikki bara ein útjaðari í Føroyum, tí Føroyar eru eisini ein útjaðari í Evropa og tað er støðuna serliga torføra.
Tí er Klaksvíkin tvífaldur útjaðari.
- Nógv ung flyta til Danmarkar at lesa. Men tá ið tey eru liðug og skulu velja sær bústað, skal Klaksvíkin bæði vigast upp ímóti Havnini og ímóti Keypmannahavn.
Heilt nógv velja antin Havnina ella Keypmannahavn og Klaksvíkin stendur eftir sum tapari.
2,8%
Nakað síðani setti Klaksvíkar býráð ein vakstrarbólk at greina støðuna í Klaksvík og at útgreina, hvussu negativa gongdin í Klaksvík kann vendast, so at tað aftur verður menning og framburður í býnum.
Í bólkinum sótu býráðslimirnir Jógvan Skorheim, formaður, Eyðgunn Samuelsen og Óli Matras Lassen.
Vakstrarbólkurin hevur so leitað sær serkøna hjálp hjá Suna Poulsen, sálarfrøðingi hjá Marketminds í Danmark, tað er eitt virki, sum vanliga fæst við at gera marknaðarkanningar fyri privatvirki.
Orsøkin til, at hetta varð sett í verk, er, at seinastu nógvu árini er Klaksvíkin dragnað, tí fólkatalið er minkað, samstundis sum tað er vaksið í Føroyum sum heild.
Hetta er hent hóast stórar íløgur eru lagdar í samferðsluna, enntá í undirsjóvartunnil og aðrar hentleikar fyri at gera tað lættari hjá fólki.
Samstundis eru umstøðurnar í Klaksvík eisini rættiliga góðar á øðrum økjum, tí tørvurin á barnaansing er nøktaður og kommunan hevur nógv grundstykki til taks, umframt at havnaviðurskiftini eru framúr góð.
Men alt hetta hevur ikki ført nakran vøkstur við sær, tí tey turru tølini vísa, at síðani 1985 er fólkatalið í Føroyum vaksið 6,9%, men samstundis er tað minkað 2,8% í Klaksvík.
Hetta er ein støða, sum Klaksvíkar Býráð tekur í størsta álvara, tí heldur hendan gongdin fram, verður Klaksvíkin ikki næststørsti býur í Føroyum leingi afturat, tí menningin rundan um Skálafjørðin er risastór, staðfestir vakstrarbólkurin.
200 fólk
Kanningin, sum vakstrarbólkurin hevur gjørt fyri at lýsa og greina støðuna og menningarmøguleikar í Klaksvík, er býtt sundur í tríggjar partar.
Kanningin er fyri ein part bygd á samrøður við fólk og tilsamans hava tey tosað við 200 fólk.
Talan er um klaksvíkingar og fremmandafólk í Klaksvík, umframt klaksvíkingar í Havn og klaksvíkingar í Danmark.
Í fyrstu atløgu tosaðu tey við fólk í Klaksvík, sum umboðaðu ymsar bólkar í samfelagnum, bæði til vinnulív, mentan og sosiala støðu.
Í aðru atløgu tosaðu tey við klaksvíkingar, sum hava búsett seg í Havn og í Danmark og tey hava eisini tosað við fremmandafólk, sum eru flutt til Klaksvíkar
Hesi fólkin hava so greitt frá, hvat tey halda er gott í Klaksvík og hvat eigur at broytast fyri at tey hava hug at búsetast í Klaksvík ella fyri at eggja teimum at flyta aftur til Klaksvíkina.
Í triðju atløgu hava tey roynt at fáa hesa ætlaðu menniningina kjølfesta í fólkinum, so at øll føla eina ábyrgd fyri at menna Klaksvík, men hetta er ein tilgongd, sum gongur yvir fleiri ár.
Vakstrarbólkurin heldur, at hendan vitanin er ein fortreyt fyri at kunna seg tiltk í verk, tí skal nakað gerast, mugu tey fyrst vita, hvar tey flóta og hvat tey skulu leggja dent á í royndunum at menna býin.
Typiskir klaksvíkingar
Í sínum kanningum hevur sálarfrøðingurin eisini gjørt ein tvørskurð av nøkrum typiskum klaksvíkingum.
Ein typiskur klaksvíkingur, sum búsetist í Klaksvík, er ein 32 ára gamal giftur maður við tveimum ella trimum børnum. Hann hevur kanska prógv frá miðnámsskúla ella hevur hann eina sjóvinnuútbúgving og hann er sjómaður.
Hann hámetir eitt familjulív, eisini systkin og foreldur, og at børnini hava trygg kor og at umhvørvið er trygt og kent. Hann virðismetir góðar vinir, støðufesti og hann vil hava hús, bil og bát.
Men ein typiskur klaksvíkingur, ið búsetist í Havn, er ein 27 ára gamal maður ella 27 ára gomul kvinna, sum er sambúgvandi og hevur eitt ella tvey børn. Tey hava eina miðal langa ella eina langa útbúgving og sita í almennum starvi.
Tey virðismeta eitt gott starv og møguleikarnar fyri starvsmenning og harafturat eisini frítíðar- og mentanartilboð og eitt náttarlív. Familjan er høgt í metum, men tey vilja eisini hava umstøður at uppliva ymiskt annað.
Ein typiskur klaksvíkingur, sum búsetir seg í Danmark, er ein 24 ára gomul, støk kvinna. Hon eigur kanska eitt barn. Hon er strembari. Antin er hon undir útbúgving, ella hevur hon eina høga útbúgving, kanska stjóri, ráðgevari ella granskari.
Niðurstøðan hjá sálarfrøðinginum er, at Klaksvíkin er ov einstáttað og hevur ov fá tilboð til tey, sum vilja hava ein annan lívsstíl enn tann typiski klaksvíkingurin hevur.
Les eisini greinina: Klaksvík manglar fólk í slipsi og klædmingi